Teir báðir menninir komu upp í bussin í býarpartinum Marathon stutt fyri klokkan fimm grikska tíð og góvu bussføraranum boð um at steðga. Lítla løtu seinni hevði løgreglan kringsett bussin, og alvápnaðir løgreglumenn við maskinbyrsum stóðu á varðhaldi fram við vegnum.
Nakað seinni eydnaðist tað bussføraranum at sleppa til rýmingar, og fyrrapartin gjørdu gíslarænararnir av at lata fimm av ferðafólkunum sleppa úr bussinum.
Frammanundan høvdu teir kravt at fáa ein bussførara, og at løgreglan skuldi loyva teimum at koyra út í altjóða floghavn-ina í Athen. Grikska løg-reglan helt upprunaliga, at gíslarænararnir vóru albanar, men seinni kom fram, at teir vósu russar, og at teir ætlaðu sær til Russlands við flogfari.
Nakað fyri middag eydn-aðist tað griksku løgregluni at fáa samband við teir báðar menninar, og roynt varð at fáa teir at lata ferða-fólkini sleppa úr bussinum. Hesar tingingarnar vóru ikki lidnar, tá blaðið fór til prentingar.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at vápnaðir menn hava rænt bussar í Grikkalandi. Tað hendi bæði í 1999 og 2000.










