Ein stórur meiriluti av føroyingum vilja eygleiðast av vakmyndatólum á almennum støðum.
Tað er niðurstøðan av einari Gallup kanning, sum Dátueftirlitið lat gera fyrr í ár.
Spurningurin til fólk var “Skal tað vera loyvt at hava vakmyndatól á almennum økjum í Føroyum, sum handlum v.m.?”. Og greiða svarið frá fólki er ja. Heili 81 prosent av teimum spurdu halda, at tað er rætt at seta vakmyndatól upp á almennum støðum.
Helst hava vit vant okkum við, at vakmyndatól eru í ávísum handlum, men tað hevur ikki verið vanligt at hava vakmyndatól á almennum støðum í Føroyum. Borgarstjórin í Havn hevur róð fram undir, at slík eftirlitstól áttu at verið sett upp ymsastaðni í høvuðsstaðnum. Hugskotið við slíkum myndatólum er at fyribyrgja herverki og harðskapi og møguliga gera tað lættari at uppklára brotsverk.
Tað er púra vanligt í stórbýum uttanlands, at vakmyndatól halda eyga við miðbýum og náttarlívi, og tað hevur gjørt tað lættari at uppklárað álvarsom brotsverk.
Men hóast tað kann tykjast tryggjandi at vita sær, at vakmyndatól eru á varðhaldi á almennum støðum, er tað eisini ein áhugaverd niðurstøða, at fólk í stórum stíli taka undir við eftirlitssamfelagnum. Stóra fjøldin vil eygleiðast, fyri at tey fáu, sum gera nakað ólógligt, kunnu fangast.
Tað, sum hendir á gøtunum í Havn, kann á ongan hátt samanlíknast við stórbýir sum London, París og Berlin, og tað er ræðandi tanki, at fólk skulu verða undir eftirliti, tí onkur av og á skræðir eina plantu upp, brýtur ein rút, ella tí áfast verður millum fullar menn á náttartíð. Í Føroyum kenna øll hvønn annan, brotsverkini eru fá og tíbetur sjáldan álvarsom, og tí er trupult í hesum føri at viga persónliga frælsið og eftirlitið upp ímóti hvørjum øðrum og koma til niðurstøðuna, at vakmyndatólk skulu verða á almennum støðum. Lat okkum heldur ansa eftir hvørjum øðrum uttan tól og tøkni.