- Vit vita, hvør lat skotini ganga av, men vit vita ikki, hvør bílegði morðið, sigur Peter Garibjan við blaðið Novaja Gaseta, sum Annan Politkovskaja arbeiddi hjá.
Peter Garibjan stendur fyri rannsóknunum í sambandi við morðið, og hann sigur seg hava fingið vissu fyri, at morðið var politiskt.
Ákæruvaldið hevur skuldsett 11 fólk í málinum og 10 teirra sita í varðhaldi. Løgreglan veit, hvør drápsmaðurin er, men hann er ikki millum tey skuldsettu ella tey tiknu.
?Anna Politkovskaja varð funnin myrd uttan fyri íbúð sína í Moskva. Hon var kend fyri sínar atfinningarsomu blaðgreinar, og hon legði ikki fingrarnar ímillum, tá tað snúði seg um russiska ágangin í Kekenia og politikkin hjá Vladimir Putin, forseta.