Hoydølum. Her livir hann sítt ungdómslív, væl vitandi um, at sjúkan tíbetur hevur staðið í stað tey seinnu árini. Men tað er kortini ógjørligt at siga um tað verður soleiðis í framtíðini. - Mær dámar væl at [...] tímin enskt og síðani eitt sindur um, hvussu ein stovnar eitt partafelag. Lukkutíð fyri Róar og floksfelagar hansara var tann næsti lærarin sjúkur, so teir fingu frí um middagsleitið. Seinnapartin var blaðmaður [...] at hann sjálvur megnar at breyðføða seg. Lívsmótinum bilar í øllum førum einki: - Einaferð doymdi eg um at gerast bakari, men tann dreymurin, hann er langt síðani farin. Nú er teldan mítt eitt og alt. Og
Johannesen, av, og í annaðkvøld skulu sambandsfólk so gera av, um tey vilja hava Johan Dahl ella Kaj Leo Johannesen til formann næsta árið. Brúk fyri einum sterkum profili Johan Dahl sigur, at hann hevur [...] kinum ikki er nakað perssónsstríð. - Kaj Leo og eg eru stak væl, og vit standa saman um politikkin. Tað snýr seg um sambandspolitikk, og hvussu vit fáa hann fram. Hvørjar leiðir skal flokkurin ganga, og [...] tó, at talan verður um greiðan sigur til annað av valevnunum, so at Sambandsflokkurin stendur samlaður fram móti 100 ára degnum hjá flokkinum, sum verður í august mánað í ár. - Um eg verði valdur, fara
Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið? - Eg havi góðar vónir um, at vit fáa fast samband til meginøkið. Eg havi stórt álit á nevndini í P/F Suðuroyartunnil, sum [...] Bertholdsen vísir á, at helvtin av øllum suðuroyingum hava eina inntøku, sum er lægri enn 250.000 krónur um árið, fiskavirkisskipanin hjá ALS er ein nógv brúkt skipan í Suðuroynni, aldurssamansetingin er longu [...] sitir og arbeiðir við verkætlanini, og eg bíði spent eftir niðurstøðunum, sum nevndin fer at koma við um ikki so langa tíð. Tað sigur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna. Hon leggur aftrat, at hon hevur verið
verða gingin um landið, hava vit skift orð við røktingarmannin Petur Skeel Skarðá í Funningi. Vit hava ikki prátað um skurð sum so, tí skurður er altíð skiftandi ár undan ár, og misjavnt er um landið, hvussu [...] eg minnist um seyðaprát í okkara húsi, var tá gráskeggutir menn úr øðrum bygdum plagdu at sita á bonkarendanum inni hjá okkum og spyrja pápa, hvørjar seyðir teir skuldu sleppa. Hetta var um tað mundið [...] royndir. - Eg haldi, at vit, sum fáast við seyð, hoyra alt ov lítið frá Royndarstøðini um tær royndir, sum tey gera – um tey yvirhøvur gera nakrar serligar royndir, sum kunnu tæna føroyskum seyðahaldi, sigur
frá, at hetta verður gjørt til minnis um, tá ið jødarnir í skundi fóru út úr Egyptalandi og bara fingu ósúrgað breyð við sær, samstundis sum tað eisini er til minnis um breyðið, tey fingu at eta í oyðimørkini [...] bara um páskirnar í fjør í Ísrael. Í grundini var hon so at siga alt 1997 og ein part av1996 eisini. Hon fór til Ísraels 21. august í 1996, útsend av Hini Føroysku Ísraelsmissiónini. Fyrsta árið arbeiddi [...] tætt hjá. Dúgliga verður kjakað, um Golgata og grøvin eru á staðnum, har gravkirkjan stendur ídag, ella tað er í Grav-urtagarðinum. Fyri onnur hevur tað minni týdning um tað er tað eina ella hitt staðið
herjaði í Føroyum, so er Poul Schlüter sera bilsin um, hvussu skjótt føroyingar megnaðu at koma fyri seg aftur. Hann hevur eisini sína frágreiðing um, hví tað vendi so skjótt: - Høvuðsorsøkin til hetta [...] Danmark fekk rætt at blanda seg uppí, um olja varð funnin. - Í so fall kundi blokkstuðulin verða niðurskorin. Á tann hátt var avtalan til fyrimunar hjá báðum pørtum, um olja varð funnin, sigur Schlüter sum [...] haraftrat funnin í norskum øki og bretskum øki. - Tað vildi tí verið løgið, um øll oljan gekk uttanfyri føroyskt havøki!, sigur hann. FAKTA um Schlüter Poul Schlüter (føddur 3. apríl 1929) var danskur forsætisráðharri
fleiri góðar dagar, so kann hann kortini fegnast um at fáa dagsins túr. - Eg skilji á lagnum, at bátarnir hava góðan fiskiskap fyri tíðina. So nú ræður um at fara skjótt avstað aftur, sigur Dia. Hann roknar [...] t, at streymurin var góður í gjár, og verður tað somuleiðis í nakrar dagar aftrat. Fyrsti túrurin Árið byrjaði annars gott til veður, hóast streymurin var nakað harður at byrja við. At Sonni ikki er farin [...] roknar kortini ikki við, at Sonni legði frá landi aftur um kvøldið. Boðað varð nevniliga frá meiri vindi aftur. - Nú verði eg skjótt liðugur við henda stampin. So mugu vit bara bíða eftir líkindum aftur
trúliga røktað hesi árini, og hevur hon heiðursbrøv hangandi, ið vitna um tað. - Tá vit fluttu til Klaksvíkar, var økið rundan um húsini bert ein moldrúgva. Vit hava bygt okkum prestagarðin út her, hava [...] løgreglan yvirtikið, men her í Klaksvík hava teir ofta heitt á prest um at bera boðini. Presturin kann steðga hjá teimum syrgjandi, og vera um tey og troysta tey. Tey gerast sjálvsagt kedd, og tey gráta nógv [...] 1968 varð hann útbúgvin teolog. Tríggir føroyingar tóku prógv sum teologar á lærda háskúlanum hetta árið, Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskuppur, og Bjarni Bæk, dómpróstur. - Teir søktu báðir prestastørv
at síggja játtanina á fíggjarlógini í ár og neyðugu eykajáttanina seinni í ár yvir hetta eina árið. - Árið í ár er eitt serstakt ár, har tað hevur gingið av skriðuni við fiskaprísunum, samstundis sum veiðan [...] Inntøkutrygd Anfinn Olsen, reiðari, er ikki so ósamdur við búskaparfrøðinginum, Kára Petersen, um, at tað almenna ikki hevur til uppgávu at veita inntøkutrygd til fiskimenn, sum veiða av fiskastovnum, [...] lakari veiði hevur verið størsti trupulleikin hjá eitt nú línuflotanum í ár. Reiðarin vil tó ikki siga, um hann heldur tað vera rætt, at tað almenna, sum hevur borið inntøkutrygd fiskimanna í meira enn eina
000 krónur í lán. Restin 14.000 krónur varð býtt í fýra partar, har av ein partur skuldi gjaldast um árið. Hetta vóru nógvir pengar. Eg var ov ungur til at fáa handilsloyvi, tað fekst ikki fyrr enn eg var [...] Eg hugsaði eina ferð um at fáa mær offsett, men eg hevði so mikið av arbeiði og kanska ov lítlan kunnleika, at eg lat vera. Maskinan, ið eg havi, hevur onkrar fyrimunir fram um offsett. Skuldi eg víðka [...] kjallaranum í barndómsheiminum á Stangavegnum í Klaksvík. - Tá ið eg var liðugur við realskúlan hugsaði eg um, hvat eg skuldi gera og hvat eg skuldi læra til. Hóast eg hevði góðan hug til at lesa til lækna, varð