- Eg havi jú “bara” vøddasvinn

- Eg havi onga orsøk at síggja negativt uppá framtíðina. Eg meini, - tað eru so mong onnur sum eru nógv verri fyri enn eg. Eg havi jú “bara” vøddasvinn, sigur Róar Terjason Hansen úr Nólsoy

At fáa vøddasvinn sum tilkomin er sín søk. Men at gerast bundin til ein elektroniskan koyristól sum 12 ára gamal, er ein heilt onnur søk.

Fyri 20 ára gamla Róar Hansen hevur hvørki sjúka ella hjálpitól forðað honum í at liva eitt rættiliga vanligt ungdómslív í heimbygdini og í høvuðsstaðnum.

Í vardu íbúðini í Havn kann hann liva sítt lív. Við serbygda bussi sínum kann hann ferðast hagar hann vil. Og á skúlabonki kann hann nema sær kunnleika, sum ger at hann sjálvur megnar at breyðføða seg. Lívsmótinum bilar í øllum førum einki:

- Einaferð doymdi eg um at gerast bakari, men tann dreymurin, hann er langt síðani farin. Nú er teldan mítt eitt og alt. Og tað verður hon uttan iva eisini í framtíðini, sigur brosandi nólsoyingurin.

Róar hevur tikið við teim møguleikum og avmarkingum sum sjúka hansara hevur: Við hentum hjálpitólum og einum góðum vilja at læra nakað nýtt, ynskir hann í dag at arbeiða við teldum.

Beinini fær hann ikki brúkt, men hendurnar og eitt gott høvd eru álit hansara á, at til ber at skapa sær eina framtíð, hóast hann ongan veg sleppur uttan koyristólin.

- Fólk eru ógvuliga hjálpsom. Eg eri kanska eitt sindur smæðin, og royni at gera tað sjálvur sum eg kann. Men tá eg so biði um hjálp, ja, so fái eg beinanvegin hjálp frá fólki, leggur hann aftrat.


Frá dreymi til veruleika

Tað er ikki hvør sum helst sjúka, ið Róar Hansen er raktur av. Vøddasvinn er ikki at spæla við, tí vísindin hevur enn ikki funnið nakra viðgerð, sum kann grøða sjúkuna fullkomuliga. Í dag ber til at liva við vøddasvinni og samstundis hava eitt virðiligt lív.

Hetta hevur kortini havt sína stóru ávirkan á likamligu støðuna hjá unga nólsoyinginum. Men lívsneistan og lívsgleðina hevur sjúka hansara kortini ikki nortið við. Heldur ikki ætlanir hansara fyri framtíðina.

Róar gongur í løtuni á Tekniska Skúla í Havn, har hann á el-deildini tekur fyrstu stigini, til tess at røkka máli sínum at gera teldur og kunningartøkni til eitt lívsstarv.

Við likamliga brekinum er hann fult greiður um, at møguleikar hansara fyri starvi, frítíðarvirksemi og ferðing eru og verða avmarkaðir.

- Ein má bara síggja veruleikan í eyguni. Eg verði nokk ongatíð bilmekanikari, kemur tað - hóast alt - brosandi frá Róari.

Hann hevði í síni tíð ein dreym um at arbeiða við m.a. antennum og útvarpstólum sum radiomekanikari, men í dag er tíðin líkasum farin frá hesum møguleikanum.

Einu tíðina lá arbeiðið sum bakari frammarlaga í huga hansara, men í dag er allur ivi sópaður av borðinum: Nú er tað teldan, sum er og verður hansara snúningspunkt, bæði í arbeiði og frítíð. Ætlanin er nevniliga at læra til KT-tøkning.

- Tá hugsi eg um at arbeiða við teldum, kanska at umvæla tær ella okkurt tann vegin, greiður Róar frá.


Vanligt lív

Róar var ikki serliga gamal, tá hann fekk staðfest sjúkuna.

Tað byrjaði við, at foreldur hansara løgdu merki til, at hann datt so oftani. Vøddarnir í beinunum megnaðu snøgt sagt ikki at bera hann, og sum 12 ára gamal gjørdist koyristólurin hansara flutningstól og akfar.

Hetta hevur kortini ikki forðað Róari at ganga tey fyrstu níggju skúlaárini í heimbygdini Nólsoy, tíggjunda árið í Eysturskúlanum í Havn, taka koyrikort til bil, starvast hjá Føroya Tele og hava sín egna og umbygda buss at ferðast við.

Í dag býr Róar í vardari íbúð í Stoffalág, saman við tvíbura sínum, Rúna sum gongur í Hoydølum. Her livir hann sítt ungdómslív, væl vitandi um, at sjúkan tíbetur hevur staðið í stað tey seinnu árini. Men tað er kortini ógjørligt at siga um tað verður soleiðis í framtíðini.

- Mær dámar væl at lurta eftir tónleiki. Eg hugsi faktiskt um at læra meg at spæla klaver!, sigur Róar Hansen.

Heldur hann á við hesum, fer hann kanska at fylgja í fótasporinum hjá einum øðrum nólsoyingi, Kim. Teir bera sama eftirnavn og eru í familju. So hví ikki?!





Vanlig dagsskrá

Hóast Róar ber likamligt brek, er hansara gerandisdagur ikki so øðrvísi enn hjá øðrum 20 ára gomlum dreingjum.

Hann fer frá húsum 20 minuttir áðrenn skúlin byrjar kl. 8:10, og fer síðani til hús at gera heimaarbeiðið til dagin eftir. Ávísar dagar í viku fær hann vitjan av stuðlum sínum, har teir gera heimaarbeiðið, keypa inn, vaska bilin og tílíkt. Onkutíð bíleggja hann og bróðurin mat uttanífrá.

Róari dámar væl at sita frammanfyri telduna, og er spælið “World of Warcraft” ofta á skíggjanum. Hann er eisini á Facebook og dámar væl at hyggja eftir filmi.

Um vikuskiftið er hann onkutíð í Nólsoy, men fer eisini oman í býin, eins og vinmenn hansara gera.



Dagsskráin týsdag 16. februar 2010

Vaknaði kl. 7, rakaði sær og lat seg í. Kvøldið fyri var hann í brúsu, fyri at sleppa undan at brúka tíð uppá tað á morgni.

Eftir at hava fingið sær ein temunn og fransbreyð, ætlaði hann sær beint út í bilin og við honum í skúla. Men í gjár fann hann út av, at lyftin til bilin riggaði ikki, og tí mátti hann fáa MBF-bussin at koyra seg. Hann gjørdist tí nakað seinur í skúla.

Fyrsta tíman var eitt el-fak á skránni, næsti tímin enskt og síðani eitt sindur um, hvussu ein stovnar eitt partafelag. Lukkutíð fyri Róar og floksfelagar hansara var tann næsti lærarin sjúkur, so teir fingu frí um middagsleitið.

Seinnapartin var blaðmaður frá Sosialinum á vitjan, og síðani fór hann undir heimaarbeiðið. Seinni um kvøldið kom pápin framvið og skuldu teir eta ein døgurðabita saman, og síðani varð restin av kvøldinum brúkt við telduni.