Í dag klokkan fýra verður ein samkoma í Fabrikkini hjá Öström, har Team Rynkeby Føroyar liðið 2014 takkar fyri seg, og handar Krabbameinsfelagnum peningin, sum varð savnaður inn síðsta árið. 35 fólk og [...] klokkan 16, og umframt at liðið í ár takkar fyri seg, so verða umboð fyri Krabbameinsfelagið, Team Rynkeby fonden og ikki minst liðið sum skal avstað komandi ár eisini við. Í 2015 fara 50 súkklarar avstað [...] ein enn størri hópur enn síðst, ið verður at síggja kring um á føroysku landavegunum næsta árið. Team Rynkeby Føroyar vil við hesum hjartaliga takka øllum, ið á ein hvønn hátt hava hjálpt til við pengum,
Hotel Føroyum Trygva Kallsoy, liðskipara hjá Team Rynkeby, kekk fyri innkomnu pengarnar, sum galladøgurðin gevur. Upphæddin var 215.000 krónur. – Vit á Team Rynkeby Føroyar-liðinum takka Hotel Føroyum fyri [...] øll, sum keyptu atgongumerki og komu til døgurðan; uttan tykkum var eingin galladøgurði, skrivar Team Rynkeby Føroyar í tíðindaskrivi.
Føroysku Rynkeby súkklararnir fingu eina heldur harða byrjan á túrin til Paris. Tað skrivar heimasíðan hjá Team Rynkeby. Føroysku súkklararnir komu til Hirtshals leygarmorgun, og koyrdu síðani við bussi [...] áleið 30 punkteringar, sum oyðilegði okkara rútmu, siga føroysku súkklararnir við heimasíðuna hjá Team Rynkeby Men hetta var ikki tað einasta, sum gekk galið. Tá ið teir høvdu koyrt í tveir tímar sóu teir
kemur til París leygardagin. Hetta er fimta árið á rað, at eitt føroyskt Rynkeby-lið súkklar til París. Higartil hevur Team Rynkeby Føroyar savna omanfyri fýra milliónir krónur. Peningurin er farin í ein [...] á føroyska Rynkeby-liðnum, ið er á veg til París. - Sorgin verður helvtina lættari, og gleðin dupult so stór, tá hon verður deild við liðfelagarnar, sigur Emily. Tá Emily hoyrdi um Rynkeby fyrstu ferð [...] hava lívshættisliga sjúku. Tilsamans 49 súkklarar og 11 hjálparfólk eru við í ferðalagnum hjá Team Rynkeby Føroyum, sum fór úr Føroyum við Norrønu fríggjamorgunin. Tilsamans skal føroyska liðið súkkla
Tá súkklararnir í teimum eyðkendu gulu vestunum hjá Team Rynkeby í næstu viku fara av landinum við Norrøna verður 40 ára gamla Frida Solbjerg Augustinussen við í hópinum, ið skal súkkla alla leiðina til [...] nú var eittans mál eftir. Óansæð um Jonhard kom livandi frá viðgerðina ella ikki, skuldi eg við Team Rynkeby til Paris, sigur Frida Solbjerg Augustinussen. Les eina longri samrøðu við Fridu Solbjerg Aug [...] , um hvussu lívið kann broytast upp á eitt eygnabrá og týdningin av sjálvbodna arbeiðinum hjá Team Rynkeby í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring alt landið.
– Ansið eftir okkum á landsvegunum hetta vikuskiftið. Soleiðis ljóðar áheitan frá Team Rynkeby, sum fer at hava venjingarlegu sum lið í fyrireikingunum at súkkla til Paris í juli mánaði. – Endamálið við [...] Sunnudagin fara súkklararnir av Toftum til Oyndarfjarðar, Elduvíkar og enda í Tjørnuvík. Endamálið við Team Rynkeby er at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum. – Vit súkkla, tí at vit vilja gera [...] at tú ansar eftir okkum á vegnum. Vit koma náttúrliga at fylla á vegnum hesar dagarnar, skrivar Team Rynkeby í áheitanini.
Ferðin hjá Team Rynkeby Føroyar er byrjað, og í dag verður vitjað í fleiri kommunum ávegis til Havnar. Á middegi í dag vitjaðu súkklararnir uttan fyri snøggu og sermerktu býráðshúsini hjá Eysturkommunu [...] gott at leska sær við, og her var eisini okkurt søtt undir tonna. - Eysturkommuna, sum stuðlar Team Rynkeby Føroyar, ynskir súkklarunum eina góða ferð, siga tey í kommununi í dag. ##med2##
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Aksel Haraldsen, sum er í stýrisbólkinum fyri Team Rynkeby Føroyar. Aksel tekur samanum góða árið í fjør, tá tað gekk væl hjá teimum 35 føroysku súkklarunum [...] vælgerðartiltaki, sum verður á Hotel Føroyum, leygardagin 14. februar. Í ár verður talan um eitt stórt Team Rynkeby lið. 47 fólk verða við á hesum sinni, og setur tað eisini enn størri krøv til fyrireikararnar
Næsta summar fer eitt føroyskt Team Rynkeby-súkklulið avstað til París, og er talan um vælgerðarsúkkling, sum hevur til endamáls at savna inn pengar til arbeiði ímóti krabbameini – og serligur dentur verður [...] soldað nógv frá, áðrenn liðið er mannað. Hoyr samrøðu við Aksel Haraldsen, stigtakara til føroyska Team Rynkeby-súkkluliðið, við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.
Lagið á føroyska Team Rynkeby hópinum er framúr gott í kvøld. Eftir fimm langar dagar við nógvari súkkling, so er Team Rynkeby Føroyar nú bara 93 kilometrar frá málinum. Serliga teir seinastu tríggir dagarnir [...] býnum, Chateau-Thierry, bara 93 kilometrar frá málinum í París. Samlaði teinurin hjá føroyska Team Rynkeby liðnum er beint omanfyri1.200 kilometrar. Sostatt hava føroysku súkklararnir súkklað yvir 1.100 [...] endaði við døgurða, har eisini ætlanin fyri stóra dagin í morgin varð løgd. Tá kemur eitt føroyskt Team Rynkeby lið á mál í París.