TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Aksel Haraldsen, sum er í stýrisbólkinum fyri Team Rynkeby Føroyar.
Aksel tekur samanum góða árið í fjør, tá tað gekk væl hjá teimum 35 føroysku súkklarunum, og har nógvur peningur var fingin til vega.
Vit hoyra eisini Aksel greiða frá fyrireikingunum til ferðina í summar, og hann greiðir somuleiðis frá einum galladøgurða - einum vælgerðartiltaki, sum verður á Hotel Føroyum, leygardagin 14. februar.
Í ár verður talan um eitt stórt Team Rynkeby lið. 47 fólk verða við á hesum sinni, og setur tað eisini enn størri krøv til fyrireikararnar.










