Næsta summar fer eitt føroyskt Team Rynkeby-súkklulið avstað til París, og er talan um vælgerðarsúkkling, sum hevur til endamáls at savna inn pengar til arbeiði ímóti krabbameini – og serligur dentur verður lagdur á krabbameinsrakt børn og teirra familjur.
Tilsamans verður pláss fyri 35 súkklarum og millum fimm og tíggju hjálparfólkum á ferðini, men heili 141 fólk hava meldað til, og tí er áhugin so stórur, at neyðugt verður at soldað nógv frá, áðrenn liðið er mannað.
Hoyr samrøðu við Aksel Haraldsen, stigtakara til føroyska Team Rynkeby-súkkluliðið, við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.









