átt nógvar spælarar á landsliðnum. Tað hevur einki undarligt verið í hesum, tí tað hevur gingið væl hjá felagnum. Nú gongur minni væl, og tí kann roknast við, at talið á gøtumonnum á landsliðnum fer at [...] annan hósdag. Ferðalagið lættir við flogfarinum hjá Atlantsflog úr Vágum týsdagin klokkan 17.30, og teir rokna við, at túrurin fer at taka tveir tímar. Tað eru tveir tímar á klokkuni hjá okkum og teimum eystanfyri [...] undan úttøkuni greitt, at Óli Johannesen verður ikki við. Hann skal til próvtøku á læraraskúlanum. Jan Dam var ikki við á HB liðnum sunnudagin, og tí er tað ein stórur spurningur, um hann verður við í Estlandi
tann rætta vegin á Eiði. Eftir at hava ligið stilt í langa tíð nærkast nú tann dagur aftur í stórum, at arbeiðið verður aftur á flakavirkinum í bygdini. Og Jóhan Páll Joensen, stjóri á Norðís, sigur, at [...] brúk verður fyri einum 50-50 fólkum á virkinum. Teir miðja eftir at taka ímóti 3.000 tonsum um ári. Jóhan Páll Joensen sigur, at í fyrstu atløgu er ætlanin at virkið á Eiði skal verða eitt vanligt flakavirki [...] frá skipum og av uppboðssølu. Átta milliónir Hetta er ein stór íløga, teir eru farnir undir á Eiði. Stjórin á Norðís sigur, at tá ið virkið er liðugt, og maskinurnar til uppskeringina eru settar upp, fer
brotsspark, og eftir sigurin kundi hann sum liðførari á liðnum taka ímóti Veðrahornunum frá varaløgmanninum Finnboga Ísakson. Dagin eftir var Jákup í flogfarinum á veg til Danmarkar, og síðani tá hevur hann hildið [...] men á føroyska landsliðnum er hann ikki sloppin fram at. Allan Simonsen hevur hildið fast um, at Jens Martin Knudsen er fyrsta málverja á landsliðnum, og tað hevur ført við sær eitt fast pláss á beinkinum [...] vallirnar, har dagliga venjingin í felagnum fer fram. Hendan fríggjadag seinnapart stendur renning á skránni. Og tað eru slíkar dagar, at málmenninir kunnu fegnast um, at teir valdu handskarnar. Teir fáa
Við flogfarinum hjá Atlantsflog í dag koma allir teir útlendsku luttakararnir, sum skulu verða við á Country festivalinum 1998, sum verður í Ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld. Orsakað av verkfallinum í Danmark [...] Rosannes, sum enn er á skránni. Tamra Rosannes er fødd í Amerika, men hevur búð seinastu nógvu árini í Danmark. Hon hevur eina framúr góða rødd og hevur nógvar heilt kendar sangir á skránni. Big Guitars [...] festivalin sigur, at tað er komin rættilig ferð á atgongumerkjasøluna og at tað er nakað sum týðir uppá, at tað fer at verða fult hús í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið. Tað er tó ikki fyrr enn teir
Jacobsen og Ebba Vágsheim, sum vit hittu uppi á loftinum í nýggja, stásiliga Heimavirkinum, sum varð tikið í brúk fyri stuttum. M.a. eru tað konufólk sum standa á odda fyri næstan øllum handilslívinum í bygdini [...] ment seg og hevur breitt seg til at kalla hvønn krók í bygdini. Eitt tað fyrsta stóra takið hjá felagnum var at seta á stovn kvøldskúla í Vági. Tað var longu seinast í fimtiárunum at Vágs Matmøðrafelagið [...] av níggju. Tað var eisini matmøðrafelagið sum tók fekk konufólkið á tað politiska landkortið í Vági. Tí tað var Matmøðrafelagið, sum á sinni tók stig til tann fyrsta kvinnulistan í Vági og fekk fyrstu
í havinum rundanum. Suðuroyggin Vit flugu inn í Christchurch á Suðuroynni, og longu dagin eftir fóru vit víðari suðureftir. Fyrsti steðgur á skránni var Queenstown, og busstúrurin suður hagar var rímuliga [...] fíggingarfyritøkur størri partur á BTÚ ella GDP sum tey kalla tað. Landbúnaðurin í New Zealandi fær ongan almennan stuðul yvirhøvur, og hetta hevur verið við til at lækka prísirnar á landbúnaðarvørum munandi. [...] høvdu roynt, paragliding, skydiving, hanggliding, trekking í fjøllunum ella á gletsjaranum nærhendis, og um veturin kanst tú standa á skíum. Sum skilst, so kanst tú lættliga fáa tíðina at ganga her í nakrar
annars ikki serliga góðum estlendskum liði, setti høvdið á, og bólturin fór í netið. Ein føroyskur verjuspælari stóð á málstrikuni, fekk høvdið á hann, men megnaði ikki at forða fyri málinum. Hetta kom [...] fótbóltsspælari, men hann er ikki tann á landsliðnum, sum arbeiðir mest, og eftirsum tað kundi roknast við, at Estland fór at leggja seg á odda 2-0, var ringt at fáa eyga á tað skilagóða í at taka áleyparan [...] Føroyar vunnu 2-0 á Estlandi í venjingardysti í Tartu 6. august 1997, og tað var enntá uttan menn sum Toda Jónsson og Jens Martin Knudsen. Fyrrnevndi var ikki við, og tann seinni sat á bonkinum í hesum
nógv um at koma fyrstur á mál. Skulu teir ikki missa takið á argjamonnum, so verða teir noyddir at spenna seg út. Teir hava evnini. Tað vístu teir millum annað á bygdastevnuni á Skála, har teir vunnu m [...] hent, at veðrið verður eins gott og á Skálafjarðarstevnu seinasta vikuskifti. 5-mannafør dreingir Hjá dreingjunum sær soleiðis út, at Junkarin úr Kvívík hevur lagt seg á odda við 14 stigum. Teir hava vunnið [...] av hesum. Og tað er heldur einki at taka seg aftur í, at teir á havnabátunum hava vant dúgliga hesar seinastu dagarnar fyri at fáa fatur á tí síðsta. Um tað er nóg mikið fáa vit at síggja leygardagin um
skuldu til Fiji, so máttu í hvussu so er fara út á Mana. Tað er soleiðis, at fyri at »uppliva« Fiji, so er neyðugt at fara út á tær smærri oyggjarnar, tí á høvuðsoynni er onki at verða eftir. Suva býur, [...] eitt kamar á flogvøllinum á Nadi, so vistu tey onki um, at vit skuldu koma, og høvdu onki kamar til tann prísin. Vit vóru tó so heppin at fáa eitt betur kamar fyri sama prís. FIJI TIME Vit vóru á Mana í eina [...] heima. Næstan. FISKA HÁV Á WAYA SEWA Aftaná hesa góðu viku á Mana fóru vit víðari norður eftir móti eini aðrari oyggj, Waya Sewa. Her var bert tað eina vallaraheimið, sum bygdin á oynni rak. Tað var rættiliga
er at hava langar armar, um ein ætlar sær at royna at lyfta havinum, tí ikki er lætt at fá rætta takið á tí. Óivað verður tað ein spennandi løta, tá sterki stevnugesturin, Regin Vágadal, fer undir hesa [...] tað skal til Vágs, skal tað vigast, fyri at fáa røttu vektina. Okkurt tungt av skipasmiðjuni Menninir á Vágs Skipasmiðju hava eisini okkurt, ið teir plaga at lyfta, og tað vigar ikki heilt einki, verður sagt [...] við hesum, ið smiðirnir í Vági hava til gaman at lyfta. Fólk sleppa at royna seg Regin Vágadal skal á jóansøku eisini lyfta sera tungar steinar, vektir og sandsekkir, ið viga um 80 -100 pund. Ymiskt annað