dagar, tá ið Sosialurin nú ein dagin hitti hann á máli, tá ið hann hevði eina lítla móttøku í gamla bústaði sínum í Vági, sum nú er ein partur av barnaansingini í Vági. Tað vóru ikki færri enn eini 70 fólk [...] tosa við sjúklingarnar. Ov sterkt til vágbingar Komi, sum er kona Ratnakant, hevði eisini sínar avbjóðingar, tá ið hon kom til Vágs, tí hon er vegetarur og etur hvørki kjøt ella fisk. Tað hildu vágbingar [...] tey mangar ferðir tosað um at koma aftur til Føroyar at vitja. Tað er eisini týðiligt, at Føroyar hava rinið við tey, tí hóast tað ikki er gamal siður hjá teimum, hava tey øll árini, tey hava búð í India
nú løgtingsvalið er av. Eitt er hvør skipar samgongu - tað vita vit nú - og eitt er mið og mál teirra. Men hvørji mál er átroðkandi at fáa loyst og hvussu eru búskaparligu útlitini? Er nýggja samgongan [...] Javnaðarmaður um ein háls og er á sambandsvonginum. Flóvin er ungur maður og væl kendur millum lesandi fólki. Hann er eisini javnaðarmaður, men á sjálvsstýrisvonginum. Ætlanin er at fáa eina mynd av politisku [...] Dalsgaard og Flóvin Eidesgaard. Sjúrður er væl kendur í politikki heima, serstakliga við blaðnum Fregnir. Eisini er hann skrivari hjá Torbjørn Jacobsen. Virgar er lærari og hevur í mong ár fylgt við og
leggur dent á, at føroyingum bilar einki, her er nógmikið at tilfeingi, talentum. Jógvan metir, at tað er av stórum týdningi, at fólk og lærarar, trívast. Ikki er óhugsandi, at tónleikurin kann gerast vinnuvegur [...] 60?ini, hóast nakað tað sama er galdandi har eisini, tí aldurin gevur brek, sigur Jógvan Dahl við eitt sindur av sorgblídni. Føroyingum bilar einki Men hugsi eg meg um, so er tónleikalívið næstan altíð farið [...] møguleika fyri undirvísing við dugnaligum lærarum. Tíverri, so hevur kreppan gjørt, at alt er fánað nakað, og alt er vorðið dýrari. Hinvegin skal ein hugsa um lærararnar. Teir hava ognað sær dýra útbúgving
um 90 føroyskar krónur. Hetta er ikki stór upphædd í Føroyum, men tað er nógv her, har fólk eru veruliga fátæk. Annars er stórur hugur at geva til missiónina. Ein søga er um ein mann, sum vanliga gav [...] vórðu vit boðin út til “indjera wátt”, sum er eitt slag av tjóðarrætti í Etiopia. Hetta er breyð, sum verður gjørt úr einum korni, sum kallast teff. Deiggið, sum er tunt, verður gjørt við súrdeiggi dagin fyri [...] Vit vóru ofta boðin inn til fólk og fingu bjóðað teirra mat. Eitt dømi er reydlig rót, sum er skorin sundur og kókað, og mais, sum er steikt í eldi. Afturvið fingu vit kaffi. Tað vil siga bløð av kaffitrænum
umframt at náttúran er sera vøkur. Leiðin Gøtan byrjar á Fitjunum vestanfyri Nes í Hvalba. Gingið verður niðan á Lítla Hamar og víðari til Prestgøtu, sum er steinløgd og her er vallað. Gøtan er breið, helst so [...] at detta oman. Upp gjónna er gøtan stundum brøtt, men tó ikki torfør at ganga. Tað tekur umleið ein hálvan tíma at koma upp á fjallið. Vit koma til ta fyrstu høvdina, sum er kallað ?Lítli Íslendingur? [...] árinum. Komin niðan á Íslending, er framúrskarandi útsýni. Hálva leið millum Hvalba og Mannagjógv, hevur tú einastandandi útsýni yvir Vatnsdal og Vatndalsvatn ? her er nógvur fuglur. Eftir loknan gongutúr
”Dreygasøgan hjá lítla Pálli” í týðing Hjørdisar Heindriksdóttur. Bókin um loyndarmálið hjá pápanum vakti stóran ans, tá hon kom út. Eitt nú, tí evnið er óvanligt. Bókin er um ein pápa, sum er mannátari. Ein [...] Sørvági og Giljanesi. Tað er Norrøna Felagið, sum hevur fingið vitjanina í lag umvegis eina skipan undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, kallað Nordisk Forfatterbesøk. Endamálið er at fáa rithøvundar at vitja [...] barna- og ungdómsbókmentir fyri bókina ”Maðurinn sem hataði börn”. Søgan um mannin, ið hatar børn, er ikki komin út á føroyskum enn, men tað eru tvær aðrar av bókum hansara. Bókadeild Føroya Lærarafelags
Archie´s, sum í fyrstani verður opin tað tíðarskeið, Kunningarstovan er opin kl. 9 17, verður bert í summarhálvini - til Listaskúlin, sum er undir kvøldskúlaskipanini, letur upp aftur eftir heystfrítíðina [...] Dugna við hugnaligum sofum, stólum, borðum og lampum, ið kundu sagt mangar søgur. Av tí at talan um er um hølini, sum Listaskúlin heldur til í, har Archibald Black undivísir í vetrarhálvuni, og tí hesi [...] Heimavirkið lið við lið. Frá Kunningarstovuni kannst tú ganga turrskøddur inn til Heimavikið og umvent, har er hurð ímillum. Tí hevði Heimavirkið eisini bakað vaflur til høvið, so tað reyk so lokkandi um nasarnar
skapt ein sterkan stovn við serkunnleika og djúpum innliti í nýggjasta marknaðarrákið, sum tað er í dag. Og tað er tann kunnleikan, GreenGate brúkar víðari í arbeiðinum at bjóða ævintýrsinnaða føroyinginum [...] meditatiónsvenjing. Yogalærarin á skeiðinum í Provence, vitjar eisini Miðlahúsið og fer hon at gera eina lítla yogavenjing, sum øll kunnu luttaka í sigur Greengate í tíðindaskrivi. Harafturat kemur William Smith [...] byrja var í fjør heyst at selja ferðir til føroyingin, ið ynskir annarleiðis ferðaupplivingar. Talan er ikki um vanligar charter-ferðir, men GreenGate bjóðar føroyinginum at fara longri út í heim á autentiskar
Ikki er ókent, at ungfólk úr Norðstreymoy fara til Havnar um vikuskiftini at hugna sær, og tað hava tey gjørt í mong ár. Fyrr varð ofta farið avstað í privatbilum, sum gjarna vóru ovurfyltir, so tað var [...] Men ein av teimum, ið eisini vildi gera nakað við tingini, var Øssur Christiansen í Vestmanna, sum er barnvaksin í Kvívík. Ein góð skipan Hann tók tá stig til sokallaða Náttarbussin, ið var ein meira skipað [...] trygt kundu koma heimaftur til hús. Skipanin við Náttarbussinum hevur riggað til dagin í dag, og hetta er bæði ein skipan, teimum ungu dámar væl, og sum ikki minst foreldur og avvarðandi kenna seg trygg við
tikið Argjabátin, tóktist tað sum um, at teir eina lítla løtu høvdu trupulleikar av onkrum slagi, so teir mistu tempo, men talan var bara um eina evarska lítla løtu. So var Ørvur við aftur, tað var skjótt, [...] man vera langt síðani, at luttøkan í kappingini millum 8-mannaførini hevur verið so lítil, sum hon nú er, og tað man vera langt síðani, at ein bátur hevur verið so sannførandi vinnari, sum Ørvur í teimum