Teir hava roynt allar snildir, men tað sigur tað sama hjá Argjabátinum og Kvívíkinginum. Teir megna ikki at gera nakað við Ørvin. Leygardagin syrgdin Argjabáturin fyri einum so góðum starti, sum tað ber til at hugsa sær. Tá ið startspurturin var av, var Argjabáturin eina hálva bátslongd frammanfyri Ørv og Kvívíkingin, men tað segði tað sama.
Teir umborð á Ørvi fóru ikki at títta og gasa og fjasa, sjálvt um teir høvdu mist eitt sindur í startinum. Teir vita, hvat tað snýr seg um, og teir vístu enn eina ferð, at teir hava álit á, at kreftirnar, teknikkurin og taktikkurin eru í lagi. Við longum, seigum og kraftmiklum tøkum drivu teir á.
Eftir at teir fyrstu ferð høvdu tikið Argjabátin, tóktist tað sum um, at teir eina lítla løtu høvdu trupulleikar av onkrum slagi, so teir mistu tempo, men talan var bara um eina evarska lítla løtu. So var Ørvur við aftur, tað var skjótt, at tað var leyst aftur til hinar, munurin øktist til fleiri bátslongdir, og so var talan bara um kapping við seg sjálvar. Í uppvísningsstíli kom Ørvur á málið, og hann var enn eina ferð mest sannførandi vinnarin.
Kappingina um næstfremsta plássið vunnu kvívíkingar, sjálvt um Argjabáturin hevði besta startin. Kvívíkingurin arbeiddi seg væl fram og eina løtu var hann stavn um stavn við Argjabátin. Men so misti blái báturin eina hálva bátslongd aftur, og harvið kundi tað sæð út til, at tað ikki fór at eydnast teimum hesa ferð at vinna silvurmerkini. Men Kvívíkingurin kom fyri seg aftur, og í endaspurtinum var hann væl drúgvari enn Argjabáturin. Á málinum var munurin ein lítil hálv bátslongd.
Kappingin um næstfremsta plássið kundi eina løtu benda á, at munurin fram til Ørv minkaði eitt vet. Men talan var ongantíð á nakran hátt um hóttan ímóti bátinum við drekastevninum. Teir umborð á Ørvi kundu ivaleyst havt tikið meiri á og harvið vunnið uppaftur meiri sannførandi, men tað var ikki neyðugt.
Hesa ferð var Toftabáturin, sum hoyrir til kappróðrarfelagið NSÍ, ikki við. Knørrur kom á mál eina bátslongd aftanfyri Argjabátin, og Teistin nógvar bátslongdir aftari. Tað man vera langt síðani, at luttøkan í kappingini millum 8-mannaførini hevur verið so lítil, sum hon nú er, og tað man vera langt síðani, at ein bátur hevur verið so sannførandi vinnari, sum Ørvur í teimum fimm FM kappingunum higartil hevur verið. Hann man vera mest upplagda evnið at vera ársins kappróðrarbátur.