Í gjár lat upp ein spennandi kaffistova á loftinum á Kunningarstovan, sum liggur á Biskupstøð. Tey hava innrættað seg við gomlum innbúgvi frá Dugna við hugnaligum sofum, stólum, borðum og lampum, ið kundu sagt mangar søgur.
Av tí at talan um er um hølini, sum Listaskúlin heldur til í, har Archibald Black undivísir í vetrarhálvuni, og tí hesi eru næsti grannar barnaheimi hansara, hevur Kunningarstovan valt at kalla kaffistovuna, Archie's.
Á Biskupstøð liggja Bókasavnið, Kunningarstovan og Heimavirkið lið við lið. Frá Kunningarstovuni kannst tú ganga turrskøddur inn til Heimavikið og umvent, har er hurð ímillum. Tí hevði Heimavirkið eisini bakað vaflur til høvið, so tað reyk so lokkandi um nasarnar og bjóðaðu tey eisini vaflur og kaffi aftur við á pallinum uttanfyri.
Kaffistovan Archie´s, sum í fyrstani verður opin tað tíðarskeið, Kunningarstovan er opin kl. 9 17, verður bert í summarhálvini - til Listaskúlin, sum er undir kvøldskúlaskipanini, letur upp aftur eftir heystfrítíðina.
Eingin matgerð verður á staðnum, men verður alt keyp úr býnum. Bert ein lítil the- ella kaffimunnur verður bryggjaður á staðnum. Her kunnu so viðskiftafólk hjá Kunningarstovuni og onnur við seta seg niðurat eina løtu, skriva eitt bræv, ella sláa upp í telduni afturvið einum deiligum drekkamunni.
Kunningarstovan og Bókasavnið hava sett upp tráðleyst internet, sum viðskiftafólk teirra kunnu nýta.
Nógv fólk stukku inn á gólvið, tá ið Archie´s lat upp og sjálvandi eisini Leivur Fonn frá Fonn Flog, sum í framtíðini saman við hinum grannum eins og Bókasavninum og Heimavirkinum, høgliga kunnu fáa sær ein skjótan kaffimunn eina lítla hvíldarstund í stravna dagligdegnum.
Eitt frískt sig frá Kunningarstovuni í spennandi umhvørvi við áhugaverdum málningi, sum Hans Jacob Glerfoss hevur málað á veggin fyri mongum árum síðan, har tú kann fáa ein góðan duss á hesum søguliga staði við góðum útsýni.
Dávur Winther tók myndirnar. Fleiri síggjast í myndatema niðanfyri










