Úlvur í seyðaklæðum

Tað vóru tey, sum royndu at sleiskast fyri makthavarunum fyri at fáa hægri tign. Ein av teimum var Lemma. Hetta gjørdist bert stokkutur hiti. Arbeiðið gekk sína gongd millum annað við at hjálpa barnakonum

11. partur

 

Í 1989 var eg í Geresse, har eg loysti Doris Heinesen av, meðan hon var heima í farloyvi.

Eg skuldi hava umsjón við arbeiðinum á klinikkunum í Geresse og Galta, sum er um 100 km í ein útnyrðing úr Geresse. Eg skuldi ferðast ímillum og skuldi eisini fara út í bygdirnar, sum liggja í hesum økjum.

Í Geresse vóru eisini eini donsk hjún, Lisbeth og Arne Kiel Nielsen, og ein donsk lærarinna, Hanna Rasmussen.

Fyrsta sunnudagin í Geresse fór eg í kirkju. Tað var væl av fólki. Gudstænastan byrjaði vanliga kl. 10, men av tí, at politiskur fundur var í býnum frá morgninum av, byrjaði gudstænastan ikki fyrr enn kl. 11.30. Hon vardi til kl. 3 seinnapartin.

Geresse liggur uppi á einum fjallaryggi. Lea, systir, hevur í síni bók “Á ferð í Etiopia” greitt frá vitjan í Geresse, tá ið vit vóru har á vitjan í 1995.

Bratt er at koyra niðan í fjøll­ini. Tað eru ikki færri enn 200 veg­sneið­ingar á hesum teininum. Í hæddini er útsýnið frálíka vakurt yvir dalar og fjøll og tað stóra Djanovatnið.

Tá ið vit komu hagar á vitjan í 1995 vóru nógv fólk, sum tóku ímóti okkum, bæði vaksin og børn. Eg arbeiddi í Geresse 1989-90. Har hevði Doris eisini arbeitt størsta partin av síni tíð í Etiopia. Beint tá var hon í Arba Minch, og hon koyrdi okkum.

 

Tjóðarmaturin indjera wátt

Um kvøldið vórðu vit boðin út til “indjera wátt”, sum er eitt slag av tjóðarrætti í Etiopia.

Hetta er breyð, sum verður gjørt úr einum korni, sum kallast teff. Deiggið, sum er tunt, verður gjørt við súrdeiggi dagin fyri og stendur alla náttina. Tað verður síðan bakað á eini stórari pannu. Hetta líkist mest pannukøkum, men hevur ein heilt annan smakk og er grátt á liti. Wátt kann gerast á ymiskan hátt. Tað mest vanliga er við sterkari piparsós saman við kjøti, høsnarungum, bønum og ymiskum grønmeti.

Pannukøkurnar verða lagdar á eitt stórt fat mitt á borðinum. Wátt verður stoytt í miðjuna. Fólkini, sum sita rundan um, taka nú hvør í sínum lagi eitt petti av pannukøkuni og dyppa tað í sósina. Hetta smakkar óføra væl og gevur eina kenslu av samanhaldi. Matfelagsskapurin hevur stóran týdning í Etiopia. Tað er tekin um vinskap.

Hendan rættin eta vit eisini heima í Føroyum við serstøk høvi. Føroyingar halda kanska wátt vera í so sterkt.

Tað eru sjálvandi ymiskir aðrir matvanar. Vit vóru ofta boðin inn til fólk og fingu bjóðað teirra mat. Eitt dømi er reydlig rót, sum er skorin sundur og kókað, og mais, sum er steikt í eldi. Afturvið fingu vit kaffi. Tað vil siga bløð av kaffi­trænum, sum var kókað saman við mjólk. Tað smakkaði ikki so nógv av kaffi, men var gott kortini.

Tey dyrka kaffi sjálvi, men oftast verða kaffibønirnar seldar. Reint kaffi hava tey illa ráð at drekka sjálvi.

Húsfólkið át saman við okkum. Tað hevur sín serliga dám at sita í smáttuni rundan um eld­in. Tá kenna vit ein serligan felags­skap, sum ber yvir landamørk og tungumál.

Annars er tað eisini ein part­ur av missiónsvirkseminum at læra mamm­urnar at gera fjøl­broytt­an mat. Ofta eru børnini niður­undir­komin, tí maturin er so einstáttaður.

 

Trongligt á marknaðinum

Vit vitjaðu marknaðin í Geresse. Har vóru nógv fólk, fleiri hundrað, so tað var sera trongligt.

Eftir vegnum gingu nógv fólk. Tey komu av marknaðinum á veg heim og høvdu ymiskt við sær.

Kvinnurnar høvdu alt í einum pjøka á bakinum, til dømis korn, kaffi, grønmeti og annað. Tær vóru í vøkrum litríkum kjólum við tí sermerkta vovna hvíta teppi­num um herðarnar og turriklæði á høvdinum. Tær vóru skóleysar ella í sandalum.

Menninir gingu í sandalum og kanska við spjóti í hond, leiðandi eina geit ella asna ella við eini hønu undir arminum. Teir vóru eitt sindur ymiskt ílætnir. Teir flestu vóru í stuttum buksum, troyggju ella jakka og summir við hatti. Fleiri við hvíta plagginum um herðarnar.

So við og við, sum fólkini av marknaðinum komu framvið, steðg­aðu tey á og prátaðu við okk­um. Nógv av teimum vóru trúgv­andi. Tey sungu eisini fyri okkum.

Tey góvu sær góðar stundir, hóast mong teirra høvdu tímar at ganga heim.

 

Heilsulæra

Nú eru vit aftur í 1990. Vit báðar Hanna, danska lærarinnan, komu úr Geresse til Galta fyri nøkrum døgum síðani.

Vit arbeiddu báðar á missións­støðini í Geresse, men komu til Galta við vissum millumbilum. Luthersk Missionsforening í Dan­mark hevur ábyrgdina av báðum støðum, men tað var eingin fast­búgvandi leiðsla í Galta beint tá.

Tá ið eg var her, plagdi eg saman við einum sjúkrahjálpara á klinikkini at fara út í onkra bygd við heilsulæru. Ein dagin fóru Engeda og eg til Geila, sum er umleið 8 km frá Galta. Bygdin liggur 700 metur lægri enn vit, so tað var undanbrekka allan vegin hagar. Veðrið var av tí fagrasta, tá ið vit fóru til gongu tíðliga um morgunin. Útsýnið er sera vakurt, so tað var ein frøi at síggja Guds undurfulla skaparverk.

Framkomin vórðu vit boðin inn til eini trúgvandi hjún. Har fingu vit kaffi við breyði og meis afturvið.

 

Tørvur á upplýsingi

Formaðurin í bóndafelagnum rópti í hátalara, at nú skuldi vera heilsu­læra, og øll máttu koma. Veðrið var gott. Øll sótu undir ein­um træi. Nógv var á skránni, og nógvir spurningar vóru báðar vegir.

Har er stórur tørvur á upplýs­ingi. Sum aðra staðni er tað so­leið­is, at tá ið fólk hava høgan fepur, leyst lív og spýggju hava tey ta fatan, at tað er skeivt at geva teimum nakað at drekka. Tað eru óivað nógv, sum doyggja av hesi orsøk, og serliga eru tað børn.

Tá ið tey hoyrdu, hvussu umráð­andi tað var at drekka nógv í slík­um førum, vórðu tey bilsin.

Hava tey ilt í hálsinum, verður úlvurin skorin. Tannrøturnar verða pilkaðar úr pinkubørnum, tá ið tey hava fepur. Hetta virkar alt øvugt og gevur búkilsku, leyst lív og spýggju.

Drekkivatnið verður oftast borið úr ánni, sum ikki er rein. Hetta elvir eisini til sjúkur.

Tey flestu hava ormar í innvøli­num. Summir teirra eru skaðiligir og elva til blóðmangul.

Nógv børn eru niðurundirkomin, tí tey fáa ikki nóg mikið at eta ella ikki fáa rættan mat. Nógv hava tuberklar og smitta onnur. Tað sama er við AIDS, sum fyrr er greitt frá.

Vit tosaðu um hetta og mangt annað.

Eg legði til merkis ein eldri mann, sum fylgdi væl við tí, sum varð sagt. Hann setti eisini fleiri spurningar. Fólk eru fegin um at fáa at vita, hvat tey skulu gera og ikki gera í ymiskum førum. Vit mugu tó rokna við at skula endurtaka hetta næstu ferð, vit koma. Ikki fyrr enn tey síggja úrslit av tí, sum vit læra tey, vilja tey trúgva tí.

Tá ið vit góvust, vóru skýggj komin á luftina, og tað regnaði í fjøllunum eystanfyri.

Nevndu hjún bjóðaðu okkum inn aftur. Vit vóru ikki meira enn innkomin, tá fór at oysregna. Tað lak gjøgnum strátakið, so vit máttu flyta okkum stað úr staði. Matur var borin inn, søt eplir og kaffi. Húsmóðurin reisti seg og bað borðbøn. Vit sótu og prátaðu okkurt um ein tíma, tá sleit í. Engeda reisti seg so og bað eina bøn, áðrenn vit fóru.

Gøtan, sum vit gingu eftir um morg­unin, var brøtt og ring at ganga í runu og hálku móti brekku.

Vit gingu tí eftir koyrivegnum, sjálvt um tað tók longri tíð. Italien­ararnir gjørdu vegin, tá ið teir her­settu landið 1936-41. Lítið og einki er gjørt við hann, men tó er hann frægari enn gøtan. Vegur­in var heldur ikki so brattur sum gøtan og er tí lættari at ganga.

Eingin bilur hevði heldur kunn­að komið til Galta, sum vegurin var aftaná regnið.

Alt gekk væl, og vit komu heim í øllum góðum. Her er nógv gott vatn í Galta, so tað var gott at kunna vaska rununa av sær, fáa sær ein bita og hvíla eina løtu.

Nakrar dagar seinni kom fyrr umtalaði eldri maður frá Geila hig­ar til viðgerð á klinikkini. Eg spurdi, um hann mintist nakað av tí, sum vit førdu fram. Jú, tað gjørdi hann og endurgav nógv av tí.

Eg segði við hann, at nú mátti hann læra hini í bygdini um tað, hann hevði hoyrt, og tað lovaði hann eisini at gera.

 

Innvølurin í geitini merkti hjúnarskilnaður

Í Galta gekk arbeiðið sína gongd. Tað kom væl av fólki at hoyra Guds orð. Á klinikkini vóru eisini fleiri sjúklingar komnir til trúgv.

Ein av hesum var ein maður, sum var borin til klinikkina. Hann var álvarsliga sjúkur og hevði einki skil. Skyldfólk hansara høvdu ofrað hønir og eina geit til satan fyri at fáa hjálp. Men hann bara versnaði.

Tá ið hann fór heim aftur frísk­ur, boðaði hann frá, at hann sam­an við øllum sínum húsi vildi vera kristin.

Ein annar maður í besta aldri var borin til Galta langvegis frá um somu tíð. Hann hevði ligið heima eina tíð. Hann segði seg hava ofrað sjey hønur og eina geit til satan fyri at verða frískur. Teir, sum flettu geitina fyri hann, søgdu, at tað vóru merkir á innvøl­unum á geitini, sum merktu, at hann mátti senda konuna frá sær. Hann so gjørdi, og konan fór frá honum og fýra smáum børnum. Konan gifti seg síðan við einum øðrum.

Hesin maður sat nú eftir sjúkur við børnunum. Hann vildi eisini trúgva á Jesus.

 

Ikki bara at siga tað at punktera

Vit vóru nú aftur í Arba Minch og vóru á ferð til Galta. Vit komu til býin Wolaita, hagar tað eru 110 km, og tá eru 180 km eftir til Galta. Komin seks kilometur frá býnum punkteraði eitt av hjólunum. So var at skifta hjól. Tá vísti tað seg, at tað var ov lítið av luft í eykadekkinum, sum eisini lak. Vit kláraðu kort­ini at koma aftur til Wolaita, áðrenn dekkið var heilt tómt. Elektrisi­tetið í býnum var tá farið, so hvørki bensin­pumpur ella luft­pumpur virkaðu. Á einum verkstaði fingu vit kortini vælt um slang­urnar og pumpa luft í tær við handakraft. Alt hetta tók hálvan triðja tíma.

Vit fóru avstað aftur, men komnar 20 km á leið punkteraði hjólið aftur. Vegirnir vóru jú so sera ringir og fóru illa við dekkunum. Vit máttu so venda aftur til Woilata. Aftur tók tað hálvan triðja tíma til klárt var at fara avstað aftur. Tá vit nú høvdu koyrt 40 km punkteraði aftur. Vit skiftu hjól og hildu fram. Skjótt merktu vit aftur, at ikki alt ruggaði rætt. Tað vísti seg, at hjólið lak eitt sindur. Tað vóru nú 15 km til næsta bý, har vit kanska kundu fáa hjálp. Hetta var spennandi, og tá ið vit komu til hotellið í Selam Ber, sum var ein lítil býur, var hjólið flatt. Nú var klokkan 10 um kvøldið, so vit gistu á hotellinum. Einki verkstað var í býnum, so vit vistu ikki, hvussu tað fór at ganga at sleppa víðari. Tað oysregnaði alla náttina. So vit hugsaðu eisini um, hvussu tað mundi fara at ganga at sleppa um ánna, áðrenn mótbrekkan til Galta byrjar. Har kundi ofta vera leingi at bíða. Eingin brúgv var.

Morgunin eftir vóru vit tíðliga á fótum. Nú var turt, og sólin skein. Ein á hotellinum segði okkum frá einum staði, har teir boraðu eftir vatni. Kanska kundu teir hjálpa.

Jú, hetta lat seg væl gera, og hotelleigarin vildi eisini hjálpa. Tað var ómøguligt at fáa teir at taka nak­að fyri arbeiðið, teir høvdu gjørt. “Eina aðra ferð verða tað kanska tit, sum hjálpa okkum, tá ið vit hava trupul­leikar,” søgdu teir.

Tað gekk væl at koyra til Savla. Har hevði ikki regnað, og tá ið vit komu fram til ánna var eingin trupulleiki at koyra yvirum. Tá ið vit komu nakað niðan í brekkuna, virkaði fýrahjólstrekkið ikki. Men tað gekk kortini at koma fram. Tá høvdu vir koyrt um 350 km frá Geresse eftir vánaligum vegum.

 

Í vandum við ferðing og yvir áir

Vegirnir vóru ofta so ringir nógva staðni úti um landið, at teir neyvan kundu kallast vegir.

Tá ið turt var, og tað var koyrt hóliga, gekk tað við einum Landrover. Men tá ið regnið kom, var alt ein evja nógva staðni. Ofta svóvu vit í bilunum, tá ið tað var blivið myrkt, og tað fór at regna. Tá slapst ongan veg.

Um morgunin sást alt betur. Tá var farið at grava fyri at fáa bilin leysan aftur. Tá kundi eisini bera til at finna eina aðra loysn sum at koyra ein annan veg.

Eg minnist einaferð Hanna og eg vóru á ferð frá Geresse til Galta. Hetta var ein styttri og minni brúkt leið enn greitt er frá frammanundan. Hanna dugdi væl at koyra, men ikki var lætt at stýra bilinum, táið við komu í ta svørtu moldina, sum var hál sum grønsápa.

Eina ferð fór bilurin á glið og fór út um tað, sum skuldi vera vegur. Vit steðgaðu á tromini á fjallarøðini. Annað bakhjólið stóð á sjálvari eggini. Haðani var stórt dýpi við skógarvøkstri oman eftir.

Her væntaði lítið í, at vit fóru út av. Vit sluppu okkum út úr bili­num. Hvat var nú at gera? Langt var til bíggja og eingin hugs­ing­ur var um at ganga. Enn var dagur og ljóst. Tað regnaði. Eftir vegn­um høvdu vit ikki sæð nógv fólk. Her virkaði so friðarligt eisini.

Viðhvørt vísir tað seg, sum at fólk koma upp úr jørðini. Knappliga komu nakrir menn gangandi. Teir høvdu kanska hoyrt bildunið. Vit fingu teir til at hjálpa okkum. Eitt tog lá í bilinum. Tað festu vit í bilin. Hanna setti seg nú inn í bilin, og trýsti speedaran í botn niðan frá eggini, meðan vit togaðu. Hetta var spennandi. Tað kundi ganga báðar vegir.

Takk havi Gud, vit komu niðan aftur á vegin í øllum góðum. So var at halda áfram. Nú var myrkt og ferðin gekk spakuliga.

Ikki langt frá Galta var eitt vandamikið pláss, sum vit visti um. Stórur partur av vegnum var mágaður burtur, so hann var vorðin sera smalur. Eisini her var djúp avgrund niðurfyri. Fleiri ólukkur vóru hendar har. Gud havi lov og prís, eisini her komu vit óskaddar yvirum. Tað mundi vera nærri midnátt, tá ið vit komu fram til Galta.

Fleiri av áunum, sum vit máttu koyra yvir um, tá ið vit skuldu onkunstaðni, vóru í turkatíðini lítlar, ja, summar vóru nærum turrar. Men í regntíðini flóta tær yvir, tá ið vatnið kemur rennandi oman úr fjøllunum.

Um nógvar áir er eingin brúgv. Vit hava sostatt ofta sitið í tímavís og bíðað til vatnið minkar aftur so mikið, at roynt verður at koyra yvirum. Tað er altíð spennandi, tá ið streymurin er so harður. Guds varðveitsla hevur fylgt okkum allan vegin. Ærað veri hansara navn.

 

Heilsulæra í skúlunum

Berhane, sum var sjúkrahjálpari á klinikkini í Galta, og eg vóru í skúlanum í býnum seinnapartin og høvdu heilsulæru fyri næming­um i 7. og 8. flokki. Nógvir av næmingunum vóru vaksin fólk. Tey høvdu ikki høvi at ganga í skúla sum børn, tí eingin skúli var. Fleiri settu fram spurningar.

Berhane kenni eg frá tí, hann var smádrongur í Konso. Hann er sonur til ein av prestunum har. Hann hevur ábyrgdina av klinikkini. Kona hansara Worge er eisini frá Konso. Tey eiga tvær smágentur.

Berhane og eg vóru nakrar dagar seinni aftur í skúlanum við heilsulæru fyri 1-6. flokk. Har vóru fleiri hundrað næmingar.

 

Barnakonukanningar

Nú eri eg í Geresse. Kasech, bíbliu­kvinnan, orðið merkir kvinnu­ligur evangelistur, og eg fóru ein av døgunum til Geila. Tað eru um tveir tímar at ganga. Fyrst fóru vit í skúlan at hava heilsulæru. Aftaná hildu vit fram undir einum træi, har ein hópur av fólki var samankomið. Síðan fingu vit loyvi at peika teimum á Jesus sum tann stóra læknan.

Vit høvdu givið boð um, at kon­ur, sum vóru við barn, skuldu koma til Geila hendan dagin, so vit kundu kanna tær. Nakrar og tjúgu vóru komnar. Tað er langur vegur hjá teimum at ganga til klinikkina í Galta. Tí er tað ein lætti at vit koma higar. Tað eru tey glað og takksom fyri. Tíverri doyggja nógvar konur her í landi­num í barnsferð. Sostatt hevur hetta arbeiði stóran týdning.

Her á missiónsstøðini var vikuliga kvinnumøtið henda dagin. Tær gjørdu hondarbeiði, sum síðan varð selt. Ágóðin fór til Guds ríkis arbeiði. Tær reinsaðu og spunnu bummull á hondsnældu, sum síðan varð vovið til teppi. Hanna talaði Guds orð til teirra henda dagin.

 

Gud elskar ein glaðan gevara

Tað er sunnudagur. Tað hevur regnað alla nátt, so eg helt ikki, at nógv fólk fór at koma í kirkju í dag. Men beint áðrenn kirkjutíð sleit í. Tað vardi ikki leingi, til kirkjan var fullsett.

Sangkórið sang bæði undan og eftir taluna. Nú var vikuliga innsavningin til Guds ríkis arbeiði tikin upp. Summi góvu pening, onnur vørur sum sukurrør, smør og krukkur við súrari mjólk. Hetta varð selt beinanvegin.

Til seinast kom ein kona inn eftir gólvinum leiðandi eina lítla geit. Geitin varð lyft upp á talara­stólin, so øll kundu síggja hana. Har stóð hon so still og fitt og hugdi yvir kirkjufólkið. Hon var seld fyri hægsta boð, 24 etiopiskar birr, um 90 føroyskar krónur. Hetta er ikki stór upphædd í Føroyum, men tað er nógv her, har fólk eru veruliga fátæk.

Annars er stórur hugur at geva til missiónina. Ein søga er um ein mann, sum vanliga gav missiónini í mun til tað, sum hann fekk fyri grøðina. Eitt ár kom ein minni upphædd enn frammanundan, tí tað sá ikki so væl út fyri grøðini. Men seinni kom ein upphædd afturat, tí grøðin hildnaðist betri enn væntað.

 

Tamt hátíðarhald

Eg eri nú í Geresse. Tann 12. septemb­er 1990 var 16 ára minning­ar­dagur fyri kollveltingina í 1974. Hesa ferð varð ikki so nógv gjørt burtur úr degnum, sum vanligt hevur verið í farnum árum. Býurin var skrýddur við fløggum. Fyrr hevur annað hvørt flagg verið reytt og etiopiskt. Hesa ferð veittraðu bert tey etiopisku. Einki sást til tey reyðu fløggini. Kollveltingin var nú eisini við at syngja sítt seinasta vers, og hetta sást eisini aftur á hátíðarhaldinum.

 

 

_____________________________

 

 

 

Lemma gjørdist svíkjari fyri verðsligari virðing

 

I eini skipan sum teirri kommunistisku verður ein ofta svikin av teimum, ein hevur álit á. Hetta høvdu vit nógv dømi um. Eitt av teimum var Lemma

 

Lemma kom á sjúkrahúsið í Yirgalem sum sjúklingur í 60-unum. Hann fekk viðgerð og gjørdist frískur.

Hann hevði nakað av skúla­gongd. Tískil fekk hann skrivstovu­arbeiði á sjúkrahúsi­num. Hann kom longur og longur upp í tign og gjørdist starvsfólkaleiðari.

Hann hevði tey evni, at hann dugdi væl at smikra. Hann rósti øllum og helt við øllum uttan mun til teirra sjónarmið.

Tá ið kommunistarnir komu til ræði í Etopia, vónaði hann at gerast limur í kommunista­flokki­num. Hetta kundi vera eitt springbretti at koma enn longur fram í samfelagnum.

Tað var ein serligur heiður at gerast limur í flokkinum. Sjónliga merki fyri hesum var ein serligur “heiðursuniformur”, sum gav eina rættiliga tign í samfelagnum. Tað vóru á sjúkrahúsinum nøkur, sum høvdu slíkar uniformar. Lemma sá fram til dagin, tá ið hann kundi ganga runt í hesum klæðum.

Tað bar tó ikki til at lima seg inn í ein kommunistiskan flokk. Ein skuldi gera seg verdugan at verða boðin uppí flokkin. Í minsta lagi skuldi vísast rætt kollveltingarligt sinnalag!

Starvið hjá Lemma á sjúkra­húsinum gav honum eisini møgu­leikan at gera seg verdugan til slíkan limaskap.

Øll kristin vóru mett at vera antikollveltingarlig. Tí dámdi heldur ikki floksleiðsluni, at tað var so nógv kristiligt virksemi á sjúkrahúsinum, sum jú staturin átti, men missiónin rak.

Við ymiskum slagi av ágangi var tað eydnast at avmarka hetta virksemi, men kortini var hildið fram við kvøldmøtum og morgun­andaktum, sjálvt um fá komu.

 

Lemma gjørdi seg verdugan til limaskap í flokkinum

Hetta var møguleikin hjá Lemma. Hann fór á floksskrivstovuna og greiddi frá hesum andaktum. Hann hevði eisini við sær ein lista yvir tey, sum luttóku á hesum samkomum.

Hetta kom væl við hjá floks­leiðsluni. Stutt eftir fingu starvs­fólkini á sjúkrahúsinum boð um at møta upp á floksskrivstovuni. Floksleiðarin átalaði hetta virk­semi. Hann duldi ikki fyri, at hann visti eisini um fleiri teirra, sum luttóku.

Men nú skuldi tað vera endi á hesum. Tey fingu løn fyri at hjálpa teimum sjúku og ikki fyri trúboðaravirksemi! Hildu tey fram við hesum, fór tað at fáa avleiðingar! Eingin tordi at koma aftur til hesar andaktir.

Hetta var tað, sum skuldi til fyri at gera Lemma verdugan til limaskap í flokkinum, og hann fekk sín heiðursuniform!

Roynt var seinni at fáa hesi kravboðini broytt aftur. Norski læknin á sjúkrahúsinum Sigmund Lende gjørdi av at fara at tosa við hægri floksleiðsluna í økinum. Tilvildarliga skuldi Lemma eisini ørindi til somu leiðslu og helt, at teir skuldu fylgjast. Hetta var annars als ikki tilætlað, men vísti seg kortini at vera til gagns.

Lende framførdi síni ørindi, og tá gjørdist Lemma lotur, tí henda støð­an var júst honum fyri at takka.

Men júst hesin floksleiðarin var sera rímiligur. Hann helt, at sjálv­sagt kundu tey halda andaktir, um hetta ikki var í arbeiðs­tíð, og teir annars ikki bland­aðu seg uppí politikk. Sloppið var.

 

So falskur var Lemma

Aftur vísti Lemma, hvussu falskur hann var. Tá ið teir báðir vóru komnir útum sigur hann: “Nú gjørdist eg glaður”. Lemma var sær sjálvum líkur og visti nokk ikki, at Sigmund kendi alt til hansara dupultspæl.

Sigmund fekk so høvi til at áleggja Lemma at skriva eina plakat um, at nú kundu hesi møtir vera aftur. Ja, tað skuldi hann gera. Hann hevði sjálvur hoyrt boð­ini frá flokk­inum! Tað var eisini fult av fólki til komandi andaktirnar.

Hjá Lemma kundi bert ganga niður á bakka. Tá kommunisman fall, fór hann eisini niður í tign. Hansara heiðursuniformur varð ikki nógv verdur eftir hetta. Hetta kom hann eisini at merkja frá sínum arbeiðsfeløgum. Hann fekk eisini truppulleikar við tí váta slagnum.

Seinni byrjaði hann kortini at koma aftur til morgunandaktirnar. Hann gjørdist sjúkur og doyði stutt eftir.

Lemma var ein vælmeinandi medarbeiðari, men hann var ein, sum eisini valdi løtuvinning fram um tað meira varandi.

 

 

 

______________________________

 

 

 

 

 

 

Ómøguligur hotellstjóri settur fastur

 

Tað kann nógv ringt sigast um eitt einaræði sum tað etiopiska. Men her er ein stuttlig søga um, at tað kann eisini nytta fáast burtur úr eini slíkari skipan. Hesa frásøgn hevur Sigmund Lende í bók síni Dobbel Ild

Yirgalem hospitalið liggur 2-3 tríggjar kilometrar uttan fyri býin. Tað liggur júst har, tí har er nóg mikið av vatni. Vatnið verður pumpað upp í ein stóran tanga, og haðani verður tað leitt til tær ymisku deildirnar á sjúkrahúsinum.

Beint við er eisini eitt hotell, sum fær vatn frá somu keldu.

Hospitalið hevði brúk fyri meira av vatni og hevði tí eisini brúk fyri størri pumpumegi, og til hetta skuldi serlig útgerð knýtast at anlegginum.

Men her fingu tey ein trupul­leika, sum tey ikki høvdu roknað við. Stjórin á hotellinum var ræddur fyri, at hetta fór at taka vatn frá hotellinum. Hann forðaði fyri, at arbeiðið hjá hospitalinum kundi verða gjørt við at reka arbeiðsmenninar burtur.

Fólk frá sjúkrahúsinum royndu at tosa hann til rættis. Víst varð honum útrokningar, sum vístu, at tað var nóg mikið av vatni til allar partar. Men hetta var sum at sletta vatn á gás. Hann var hvørki til at høgga ella stinga í.

Trupulleikin var eisini tann, at ein verkfrøðingur úr Noregi skuldi koma og gera seinasta arbeiðið við vatnverkið ein ávísan dag. Tað vóru eisini norðmenn, sum høvdu stuðlað verkætlanini.

Her mátti nakað gerast, og hetta gjørdist ein “seretiopisk” loysn. Sigmund Lende uppsøkti tískil floksleiðaran í økinum, sum hann kendi væl. Hesin hevði ofta vitjað á sjúkrahúsinum. Hann greiddi frá støðuni og gjørdi kanska eitt sindur ov nógv av. Hann segði, at hetta var við at gerast eitt alment mál í Noregi orsakað av norska stuðlinum.

Floksleiðarin smíltist fyri seg sjálvan. Hann skilti væl trupul­leik­an, og hetta skuldi hann greiða heilt skjótt.

Morgunin eftir kom ein politi­bilur eftir hotellstjóranum, og hann varð settur í geglið. Hetta fingu tey boð um á sjúkra­húsi­num, og arbeiðið við vatni­num kundi halda á. Norski verkfrøðing­urin kom og gjørdi alt liðugt til tíðina.

Dagin eftir, at hann var farin avstað aftur, varð stjórin á hotellinum sleptur leysur. Hann fekk ongantíð høvi til at klaga um tørvin á vatni.

Hospitalið sendi síðan eina tøkk til floksleiðaran!

 

 

 

 

 

 

Komandi partur

Nú fer at nærkast endanum á tí ræðustýrinum hjá Mengistu Haile Mariam. Hetta kemur Elsa eisini at merkja.