Úr India til Vágs í føðingardag

Tá ið indiski læknin, Ratnakant Patil, kom til Vágs í 1970, dámdi honum so væl, at hann segði eitt gott starv í New York frá sær og varð verandi í Vági. Eftir at hava verið burtur í 32 ár, hevur hann nú verið aftur í Vági - í føðingardegi hjá einum av sínum fyrrverandi sjúklingum

- Veðrið er ræðuligt!!
Hetta var fyrsti tankin, sum fór ígjøgnum høvdið á indiska læknanum, Ratnakant Patil, tá ið hann ein hásummardag í 1970 fyri fyrstu ferð steig fótin á land í Føroyum.
Ratnakant, ella Ratan, sum hann vanliga verður nevndur, hevði tikið av einum tilboði um at verða kommunulækni í Vági í tríggjar mánaðir, áðrenn hann skuldi taka við starvi í New York.
Men hóast veðrið var ræðuligt, dámdi honum so væl í Vági, at tað var skjótt, at hann segði starvið í USA frá sær og varð verandi.
- Fólkið var einastandi fitt og her var so friðarligt, minnist hann aftur á gamlar dagar, tá ið Sosialurin nú ein dagin hitti hann á máli, tá ið hann hevði eina lítla móttøku í gamla bústaði sínum í Vági, sum nú er ein partur av barnaansingini í Vági.
Tað vóru ikki færri enn eini 70 fólk og heilsaðu upp á indisku læknahjúnini, men tey vóru eisini vællýdd í Vági, tí tey hava altíð borið orð fyri at vera serstakliga fitt fólk, vinarlig, blídlig og opin fyri øllum nýggjum.
Tá ið Patil, sum hann vanliga er nevndur í Vági, hevði lokið prógv sum lækni og hevði arbeitt eina tíð, hevði síðst í sekstiárunum fingið starv í London, har hann arbeiddi í eitt ár.
Í 1970 hevði hann fingið starv sum lækni í New York, men hann skuldi ikki taka við fyrrenn seks mánaðir seinni.
- Sostatt hevði eg eitt glopp í kalendaranum upp á eitt hálvt ár, sum eg skuldi royna at fáa at ganga, sigur hann.
Hann sigur, at hann hevði altíð viljað sæð Norðurlond og ein dagin, hann blaðaði í einum læknatíðarriti, sá hann eina pikkalítla lýsing, har søkt varð eftir kommunulækna í Vági í Føroyum.
Hann hevði ikki minstu hóming av, hvat Føroyar var fyri nakað, men eftir at hava granskað eitt landakort, fann hann nakrar smáar blettir mitt í Norðuratlantshavi.
- Vit bæði, konan og eg, tosaðu aftur og fram um hetta og mest av berum forvitni vórðu vit samd um at royna.
Patil sigur, at sostatt søkti hann starvið - og fekk tað.
Men so hendi tað, at pápi hansara í India doyði og hann mátti fara heimaftur.
Hann sett seg so aftur í sambandi við setanarmyndugleikan og greiddi frá støðuni og at hann mátti fara heim í tríggjar mánaðir. Men var áhugi framvegis fyri at fáa hann til Vágs, kundi hann binda seg til starvið sum kommunulækni her í tríggjar mánaðir.
Patil sigur, at tá hevði ongin kommunulækni verið í Vági í næstan eitt ár, so tað var serstakliga stórur áhugi fyri at fáa hann til Vágs, hóast talan var um stutta tíð.
Soleiðis endaði hann -rættiliga tilvildarliga - í Vági.
Men longu á ferðini til Føroyar fór hann at ivast í, hvat hann nú hevði gjørt, tí hann møtti einum týskum ferðamanni, sum ikki kundi fata, at hann ætlaði sær til Føroyar at vera.
Men teimum dámdu so væl, at hann gjørdi av at siga læknastarvið í New York frá sær og verða verandi í Vági.
Sostatt varð Patil kommunulækni í Vági í samfull átta ár áðrenn hann flutti heimaftur til India.
Hann sigur, at tað var fyrst og fremst fólkið og friðurin, sum fekk hann at verða verandi.
- Vit vóru øll sum ein stór familja, sigur hann.
- Fólkini vóru so fitt og dámlig og her var so friðarligt, at vit gjørdu av at siga alt annað frá okkum, sigur hann.
- Veðrið og tær avmarkingar tað førir við sær, venur mann seg eisini við, leggur hann afturat.
Tey áttu eina lítla dóttir, Preety, sum varð eftir heima, men hon kom so til Føroyar, tá ið tey gjørdu av at verða verandi. Ímeðan tey vóru í Vági fingu tey so eina dóttir afturat, sum fekk navnið Payal.

Tikin á bóli
Patil viðgongur, at tað var strævið at vera kommunulækni í Vági, tí hann var einsamallur og hevði vakt døgnið runt, sjey dagar um vikuna.
- Tað var eitt rættiliga avbjóðandi arbeiði, sum hann málbar seg.
Og hann minnist eisini, at hann fekk eina harða byrjan.
- Ein av mínum allarfyrstu sjúklingunum var ein kvinna, sum hevði ilt í búkinum. Men tá ið eg kom heim til hennara, vísti tað seg, at hon var við barn og var komin til at eiga.
Patil sigur, at kvinnusjúkur eru hansara sergrein sum lækni. So hóast hann varð tikin á bóli og ikki hevði nakað serligt av útgerð við sær til eina føðing, visti hann, hvussu hann skuldi bera seg at, so hann tók ímóti barninum við sínum beru hondum og tað gekk alt uppá stás.
Men tá ið nalvastrongurn skuldi klippast, mátti hann í køksskuffuna eftir einum saksi.
Tá ið konan hevði átt, varð hon flutt á Suðuroyar Sjúkrahús.
Hann sigur, at yvirhøvur dámdi honum væl at vitja sjúklingarnar, fyrstu ferð, teir ringdu, tí hann vildi fegin læra teir at kenna.
Patil sigur eisini, at somuleiðis gjørdi hann av at hava viðtalu í Sumba av og á, heldur enn at allir sumbingar, sum høvdu ørindi til lækna, skuldu noyðast til Vágs hvørja ferð.

Minst 10 orð dagin
Ein tann størsti trupulleikin, hann hevði, varð málið. Tí mátti hann hava tulk, sum sjúklingarnir kundu forklára støðuna fyri og sum síðani kundi týða til enskt fyri mær.
- Hetta var ikki ein støða, sum kundi halda fram, tí tað kundi eisini knípa at fáa sjúklingarnar at fortelja einum tulki, hvat teimum bagdu.
Tí setti hann sær fyri at læra føroyskt so skjótt sum gjørligt.
- Eg setti mær fyri at læra minst 10 nýggj orð um dagin.
Í hesum sambandi fekk hann undirvísing í føroyskum frá Robert McBirnie, men eisini børnini, sum komu at vitja, hjálptu honum væl.
- Eg minnist, at eg plagdu spyrja børnini, hvussu ymsir lutir itu á føroyskum, og alt í alt gingu tað einir tríggir ella fýra mánaðir, so kláraði eg meg so mikið væl á føroyskum, at eg kundi tosa við sjúklingarnar.

Ov sterkt til vágbingar
Komi, sum er kona Ratnakant, hevði eisini sínar avbjóðingar, tá ið hon kom til Vágs, tí hon er vegetarur og etur hvørki kjøt ella fisk.
Tað hildu vágbingar vera nokk so merkiligt, tí hesum høvdu teir ikki verið úti fyri.
Tað kundi vera nokk so tórført, tí í Vági var í høvuðsheitum bara eitt sindur av frystum grønmeti at fáa, umframt nakað av frukt.
Men hon kláraði seg, eisini tí at tey heimanífrá plagdu at senda henni ymsa frukt og grønmeti.
Hon borðreiddi eisini við indiskum mati fyri vágbingum og tað høvdu teir ikki smakkað fyrr. Men hon sigur, at teimum dámdu matin, bara hann ikki var ov sterkur, so hon mátti vera varin við chili og øðrum góðum.

Heim í føðingardag
Hesi 32 árini síðani Patil hjúnini fluttu aftur til India, hava tey mangar ferðir tosað um at koma aftur til Føroyar at vitja.
Tað er eisini týðiligt, at Føroyar hava rinið við tey, tí hóast tað ikki er gamal siður hjá teimum, hava tey øll árini, tey hava búð í India, hildið føroysk jól við jólatræi og gávum, fyri at hava eitt varðveita eitt fjálgt minni úr Føroyum.
Men so hendi tað, at ein av hansara gomlu sjúklingum, Kaspara Hjelm, fylti 80 og í tí sambandinum bjóðaði hon teimum í føðingardagin, sum varð hildin í Vági.
- Soleiðis kom tað í lag, at vit komu aftur.
Patil hjúnini hava havt samband við Kasparu alla tíðina og sostatt hava tey eisini verið javnan dagførd um støðuna í Vági og um, hvussu tað hevur gingist teimum ymsu fólkunum, so tey stóðu alt annað enn á berum, nú tey komu.
Nú tey hava verið heima, hava tey verið í ymsum bygdum, umframt at tey hava verið á sjúkrahúsinum, í eldrabýlinum og á læknamiðstøðini.
- Tað eru stór framstig hend hesi 32 árini og tað er gott at síggja, sigur Patil. Og nú eru tveir kommunulæknar, so tað er ikki so strævið longur, leggur hann afturat.
---
Hevði slóðbrótandi viðgerð við til Vágs
Tá ið indarin, Patil, var í Vági í sjeytiárunum, var hann eisini rættiliga slóð­­brót­andi í síni viðgerð.
Hann var í USA og lærdi seg akupunktur og hann var tann fyrsti í Føroyum, sum viðgjørdi pínu við akupunktur.
Hann er eisini reiðiliga vísur í, at hann var fyrstur í øllum danska kongaríkinum við hesi viðgerðini, tí hann heldur seg minnast, at tá á døgum fóru danir til Noregs at verða viðgjørdir við akupunktur.
Men hann segði, at myndugleikarnir vóru sera lagaligir, tá ið hann søkti um loyvi at viðgera við akupunktur.
Eg fekk at vita frá landslæknanum, at bara tað ikki órógvaði mítt dagliga yrki sum lækni, kundi eg eisini viðgera við akupunktur afturat.
Og tað vóru rættiliga nógvir sjúklingar, sum tóku av hesum nýggja tilboði við góðum úrsliti.
Nú Patil er farin aftur til India, hevur hann gjørt sína egnu klinikk í Bangladore, har hann gevur alskyns sløg av pínuviðgerð, men felags fyri alla viðgerðina er, at hann brúkar ikki heilivág og at hon hevur ongi hjáárin.
Talan er um ymisk sløg av akupunktur, umframt viðgerð við lasara, ljósi, radiobylgjum o.s.fr.
Hansara viðgerð er so framkomin, at hann í fjør fekk eina framtaksvirðisløn fyri sítt virksemi.
Nú hann hevur verið í Føroyum, hevur hann eisini verið á Landssjúkrahúsinum og hildið fyrilestur um alternativa pínuviðgerð.
Serliga hevur hann tosað um, hvussu sjúklingar sum hava mist følilsi í sambandi við sukursjúku, kunnu viðgerast við alternativari viðgerð, uttan at brúka heilivág.