Í kvøld. 19.30 skipar Greengate fyri inspiratiónskvøldi í Miðlahúsinum, har teirra øðrvísi ferðamál uttanlands eru á skránni. Her verða kveikjandi framløgur, ið bera brá av suðurlendskum olivenlundum og vínmarknaðum og eysturlendskum basarum.
Á inspiratiónskvøldinum fer samstarvsfelagin hjá GreenGate, danska Marianne Rasmussen, at greiða frá sansi- og vælveruferð fyri kropp og sál í samband við skeið í Provence. Á sansiskeiðnum fáa skeiðtakararnir innlit í, hvussu ein lærir seg sjálvan betur at kenna, og hvussu ein kann finna samljóð, standa ímóti trýsti og ávirka orsøkir til strongd í rokaliga gerandisdegnum. Vælveruferðin verður í apríl og oktobur í ár. Marianne fer at geva eina smakkiroynd uppá eina dreymaferð gjøgnum eina meditatiónsvenjing. Yogalærarin á skeiðinum í Provence, vitjar eisini Miðlahúsið og fer hon at gera eina lítla yogavenjing, sum øll kunnu luttaka í sigur Greengate í tíðindaskrivi.
Harafturat kemur William Smith at greiða okkum frá sínum upplivingum at ferðast í golfstatunum í Miðeystri. William, ið hevur búð og arbeitt í sultanstatinum Oman í nærum fimm ár hevur ferðast nógv í Emiratunum og í Oman.
Síðani ferðaskrivstovan GreenGate Incoming varð sett á stovn í 2001 hevur høvuðsfokus hjá fyritøkuni ligið í at marknaðarføra og selja Føroyar sum ferðamál uttanlands. GreenGate hevur nú avgjørt at víðka um síni tilboð og byrja var í fjør heyst at selja ferðir til føroyingin, ið ynskir annarleiðis ferðaupplivingar. Talan er ikki um vanligar charter-ferðir, men GreenGate bjóðar føroyinginum at fara longri út í heim á autentiskar og eksklusivar ferðir til óvæntað støð.
Høvuðsmálini hava síðani byrjanina verið at kenna tørvin hjá tí einkulta ferðandi og á tann hátt kunna geva nøkur framúr góð ferðaupplivilsir her á landi. Tað er sera týdningarmikið ? sigur fyritøkan í skrivinum - at hava hollan kunnleika til tey ferðaupplivilsir, ið hava verið bjóðað, soleiðis at kundin hevur kunnað kent seg tryggan á síni ferð til Føroyar. Hesi málini hava í dag skapt ein sterkan stovn við serkunnleika og djúpum innliti í nýggjasta marknaðarrákið, sum tað er í dag. Og tað er tann kunnleikan, GreenGate brúkar víðari í arbeiðinum at bjóða ævintýrsinnaða føroyinginum spennandi og øðrvísi ferðir langt út um landoddarnar.










