Í samband við útbygging hjá SEV í Eysturoy, førir el-felagið fram, at teir fáa mest orku burtur úr minstu íløgu, um farið verður eftir vatninum, sum rennur í Vesturdalsá. Í hesum sambandi førir SEV eisini [...] til smoltið, sum svam í hyljunum, tí Vesturdalsá rann drúgvast í Fjarðará. Til tíðir var tað ikki nokk at demma fyri, so lítið av vatni er í ánni alla summarhálvuna. Við hesum í huga, verða 25-30% av vatninum [...] tað lív, sum er eftir í ánni. Áin kemur at liggja sum ein rotin køstur meginpartin av árinum, vegna tæðing og øðrum, sum kemur frá fjósunum, ið liggja fram við ánni. Fjósini eru trý í tali. Fjósini sleppur
og praksis. Alla aðrastaðni í heiminum verður postur útborin fyrrapartin á degi. Men Postverkið skal framvegis rekast handilsliga, og hetta merkir, at vinningur helst skal vera av eini hvørjari tænastu [...] er 20. og ikki 19. At bløðini liggja so leingi hjá Postverkinum áðrenn útbering kemst av tí einfaldu orsøk, at tey eru prentað so langt frammanundan. Um ? sum alla staðni í heiminum ? deadline verður flutt [...] Magnus Jørgensen álitismaður, Postboðbólkurin í Havn Fleiri arbeiðsbólkar hjá Postverkinum hava seinastu árini arbeitt við, hvussu henda blaðútbering kann gerast betri og bíligari. Prísinum viðvíkjandi
gera meira við fiskivinnuna á sjógvi í hesum brævi, tí samrøðan í D&V 7/4 var einamest um alivinnuna. Har eru tó ivamál í sambandi við útsagnir um tilfeingisgjaldið í hesari vinnuni, ein kundi umrøtt nærri [...] hava tó ikki valmøguleikan at fara í onnur lond og velja tí at flyta sítt virksemi í aðrar vinnur. Hinvegin er alivinnan í teirri støðu, at hon kann velja at gera íløgur í Føroyum, Skotlandi, Íslandi o . [...] Aftur til dømi við íløgum í Skotlandi. Tað vil siga, at íløgan í Skotlandi hevur hægri vinning eftir skatt, um skatturin/avgjøld verða ov høg í Føroyum (kapitalvirðið verður hægri í Skotlandi har avgjøld og
onnur, sum eru um børnini, hvussu illa skipanin riggar í dag. Familjur og børn eru í neyð, tí tey fáa ikki neyðugu hjálpina beinanvegin. Hendan gongdin ger, at børnini mistrívast í gerandisdegnum og ger, at [...] læran skal skipast, og hvør hjálp er tann rætta. Sernám hevur ein ráðgevandi leiklut, sum als ikki er nøktandi í dag. Serkunnleikin má liggja úti í økjunum, úti á skúlum og stovnum. Haraftrat standa vaksin [...] á fleiri økjum enn eru alt ov langir Vit í Javnaðarflokkinum hava víst á avbjóðingina leingi, landsstýrismaðurin hevur verið frammi fleiri ferðir, og tinglimir í samgonguni siga tað sama. Latið okkum gera
frammanundan, uttan heldur tí, at tað er í so hált úti í dag. Krákurnar savnast í flokk her uttanfyri. Skuggin er komin nakað væl niðan um vegin hinumegin og ikki verður leingi, til tað skýmir. Klæðini hanga á [...] onkrum etandi einastaðni har uppi í bønum. Telefonin ringir. Tað er onkur, sum ger vart við, at tey hava ikki fingið blaðið seinast, tað varð borið út. Nú er redaktión komin í oynna, og so er sjálvsagt at venda [...] rætta staði beinanveg. Og so sveima vit víða í samrøðuni, og hesin, sum ringt hevur, veit at siga frá tíðindum, sum ivaleyst eisini hava áhuga aðrastaðni í landinum, enn júst her, tey nú eru hend. Samrøðan
á tær 5, 4 mia. kr, sum skuldin tá var, við uml. 7% í rentu í 20 ár og seta hetta í mun til restskuldina í dag upp á 4 mia. kr við 5% fastari rentu í 20 ár, so er sparingin 2,1 mia. kr. Fíggjarligi parturin [...] til færøsk økonomis bærekraft.?. Men í hesum mandati stendur ikki eitt orð um, at stjórnin skal endurgjalda landsstýrinum nakað í bankamálinum. Tí er sjónarmiðið í Danmark, at pengarnir eru latnir sum [...] óloystar spurningar í føroyska samfelagnum. Høvuðspartarnir í avtaluni eru bankamálið, skuldarspurningurin og ríkisstuðulin. Hesir mugu nú sigast at vera endaliga avgreiddir, og tað í sjálvum sær, at mál
rygginum av at liggja í seingini« ? Í flestu førum vísir tað seg at vera skeivt at leggjast í seingina, tá ein hevur pínu í rygginum. Loyvir pínan tí, skal sjúklingurin upp at ganga. »Um kiropraktorviðgerð ikki [...] sjúklingum hava høvuðpínu, ilt í nakkanum, økslini, millum herðabløðini, í mjadnunum og í lendunum, t.v.s heilt vanligar lenda-, rygg- og nakkapínur. Hini 20% hava ilt í øðrum liðum so sum knø-um og albogum [...] Hetta kemst í grundini av, at vit hava ymiskar útbúgvingar og harvið ymiskar meiningar um hvussu viðgerðin skal fara fram. Tað merkir so eisini, at vit geva sama sjúklingi ólíka viðgerð. Men í veruleikanum
skotið í. Og hvussu nógv hagarnir fara at kosta. Sum oftast eru tað ungir menn, sum eru nógvir í tali, ið keypa teir dýrastu hagarnar. Og sum oftast eru teir bestu. Og soleiðis var tað eisini í ár, tveir [...] Á er so stórur, er umráðandi at væl verður lagt til rættis, hvussu gangast skal, um full úrtøka skal fáast burturúr. Níggju mans eru saman í ár um at keypa hagan, og tað liggur so væl fyri at átta av teimum [...] dagur. Teir, sum eru við í dag, og sum hava skotið harur fyri norðan fyrr, siga at tað plagar ikki at verða nógv hara í Øksnaðardali, og so var heldur ikki hesuferð. Bert ein í dalinum. Men nógv er eftur
aftur innanfyri og trappurnar gingu líka út í tað kalda myrkagrøna vatnið inni í hellinum. Sólin sá inn gjøgnum eina rivu í loftinum, og vit svumu runt og snorklaðu í tí djúpa hylinum. Har var ongin útskifting [...] ein strond skaraði framúr, hon kallaðist Sunset Beach. RISAKRABBAR Í SMÁTTUNUM Vit fingu eina smáttu at búgva í, og fyri at tað ikki skal vera lygn, so lá hon beint á strondini við útsýni yvir havið. Av [...] gerast. Okkara fyrsta nátt í smáttuni var sindur skelkandi. Halla fór tíðliga í song og John var sitandi eina løtu og prátaði við nakrar danir vit høvdu hitt. Sum sagt var onki ljós í smáttuni, so tað var bara
at endurvinna vatn í alivinnuni, og tað gera vit í stóran mun í Føroyum. Vit hava fiskin leingi á landi í smoltstøðum fyri at verja hann sum longst móti lús, og tað krevur nógv vatn. Í Føroyum hava vit ikki [...] royna vit at fáa greiði á, hvussu sjúkur eru komnar inn á smoltstøðirnar, og hvussu tær hava rótfest seg har. - Í dag eru smoltstøðirnar innilokaðar, men fyrr vóru smoltini í opnum kørum uttandura, og kanska [...] luftbitlar ber til at staðfesta, um ávísar smittur liggja og sirkulera í luftini, greiðir Debes H. Christiansen frá. RASOPTA verkætlanin er býtt upp í tríggjar partar, ið hvør fevna um fleiri ph.d. verkætlanir