Við nálum og berum hondum

Nýggj kiropraktor- og akupunkturstova

 

Fyri ikki so langari tíð síðani læt Ári Rasmussen upp nýggja kiropraktor- og akupunkturklinikk á Argjum og í Runavík. Hóast kiropraktisk viðgerð er elligomul, so er Ári bara sjálvur annar virkandi kiropraktorurin her á landi

Sveinur Tróndarson



Eftir at hava búleikast uttanlands í fleiri ár, vendi Ári Rasmussen í ár kósini móti Føroyum aftur. Útbúgving og royndir vóru komnar upp á pláss og tí hildu hann og konan, at tíðin var komin at seta føtur undir egið borð heima á klettinum, haðani tey bæði koma.

Húsini stóðu og bíðaðu úti á Argjum, og í fyrsta umfari kann tað tykjast sum ein sjálvfylgja, at tey bæði ? ella trý, um dótturin verður tald við ? skuldu aftur til Føroya. Men tá hugsað verður um, at Ári hevði egna klinikk í Noregi, við tveimum starvsfólkum, so kann tað kanska tykjast eitt sindur øvugt, at skræða alt upp við rót, og flyta heim.

Tí spurdu vit Ára, hví hann valdi at flyta heimaftur.

? Tað er nokk so einfalt tá til stykkis kemur. Konan og eg eru bæði føroyingar, og í so máta hevur tað altíð verið ætlanin at flyta heimaftur. Men tað er klárt, at tá ein hevur egna klinikk, og hevur verið so leingi á einum stað, sum vit vóru í Noregi, so er tað ikki ein avgerð, sum bara kemur av sær sjálvum. Hinvegin má eg so siga, at vit føroyingar hava tað soleiðis, at sjálvt um vit eru burtur í nógv harrans ár ? og trívast har vit eru ? so er tað ofta ein fyribilsloysn, greiðir hann frá.


Kiropraktor og akupunktør

Tá Ári fór av landinum, einaferð miðskeiðis í áttatiárunum, var tað við tí fyri eyga, at útbúgva seg til kiropraktor. Hansara val fall á lærda háskúlan í Odense og tað var eisini her, at hann fekk fyrsta partin av útbúgving sínari.

Seinni fór hann til Onglands, har hann gekk á Anglo European College of Chiropractic. Liðugur, fór hann at arbeiða við tí hann hevði lært, og tað merkir m. a. at hann hevur arbeitt sum kiropraktor í Onglandi og Svøríki, áðrenn hann flutti til Noregs, har hann hevur búð og arbeitt seinastu níggju árini. Fyrstu tíðina arbeiddi hann hjá øðrum kiropraktorum, men seinastu seks árini hevur hann havt egna klinikk, við tveimum kiropraktorumí starvi.

Kortini var hann ikki heilt liðugur at útbúgva seg, tí fyri umleið fýra árum síðani fór hann aftur á skúla, og hesaferð var málið at lesa til akupunktør á Norsk Akupunkturskole. Hetta er ein partíðarútbúgving, sum tekur trý og eitt hálvt ár, og hann var liðugur, sum akupunktør í vár.

Annars er kiropraktorútbúgvingin ein seks ára kandidatútbúgving, sum nú kann takast við lærda háskúlan í Odense. Tá Ári byrjaði kundi hann bert taka tað eina ári í Odense. Eftir tað lá leiðin til Onglands.

Nú er útbúgvingartíðin farin afturum, og framtíðin liggur í Føroyum. Nærri ásett á Argjum og í Runavík har Ári hevur innrættað sær viðgerðarstovur.


Viðgera vøddapínu

At sagt, at føroyingar eru ovvanir við kiropraktik, hevði helst verið ov nógv av tí góða. Einu tíðina vóru teir tveir, men seinastu árini hevur bert tann eini verið. Aðrastaðni ? eitt nú í Noregi ? eru nógv fleiri kiropraktorar, eisini um mált verður eftir fólkatalinum. Tí er hetta, samanborið við okkara grannalond, ein nokk so ókendur viðgerðarformur her á okkara leiðum og so er kanska ikki so fjart at spyrja Ára, hvat kiropraktikk er fyri nakað.

? Tað er ein viðgerðarformur, har vit viðgerða pínu í vøddum, sinum og liðum, greiðir Ári frá.

Hann sigur, at teirra arbeiðið er at viðgera vøddarnar og liðirnar við at strekkja teir og mýkja teir. Ymsir teknikkir verða brúktir, men endamálið er eittans, og tað er at fáa stívleikan og pínuna úr liðunum og musklum, og harvið at økja um rørsluna.

? Ein annar týdningarmikil partur av okkara arbeiðsøki er at geva sjúklingunum góð ráð um arbeiðsstøður, venjingar og hvat tey kunnu gera fyri at forða fyri, at tey fáa sama »feilin« aftur, leggur Ári afturat. Umleið 80% av okkara sjúklingum hava høvuðpínu, ilt í nakkanum, økslini, millum herðabløðini, í mjadnunum og í lendunum, t.v.s heilt vanligar lenda-, rygg- og nakkapínur. Hini 20% hava ilt í øðrum liðum so sum knø-um og albogum.

Tá tosað verður um kiropraktor viðgerð, verður ofta tosað um, at tað brakar og knakar. Hevur hetta kanska við sær, at fólk ikki tora til kiropraktor?

? Eg veit, at tað eru fólk, sum ikki tora til kiropraktor, tí at tey vænta at fáa ilt. Samstundis má eg tó siga, at eg veit ikki um nakran, sum er givin við viðgerð, av teirri orsøk at tey hava fingið ilt ella ikki hava tolt viðgerðina. Sjúklingarnir fáa ikki ilt tá vit viðgera liðirnar, men sjálvandi kennist tað sárt, tá vit viðgera vøddar, sum kanska hava verið spentir í langa tíð. Hetta hvørvur tó ofta eftir nøkrum viðgerðum, sigur Ári.


Skjót viðgerð er týdningarmikil

Tá vit spyrja Ára, nær fólk koma til viðgerð hjá einum kiropraktor, sigur hann, at tað er ymiskt, men at tey í høvuðsheitum kunnu býtast í tríggjar bólkar. Ein, sum hevur »akutta« pínu, t.d. heksaskot ella hald í nakkanum, sum fer so inn á bein, at alt annað má bíða. Hesi koma alt fyri eitt, tá tey merkja pínuna.

? Næsti bólkurin eru tey, sum hava havt pínu afturvendandi í fleiri ár. Hesi kenna loppurnar á gongulagnum, um vit skulu siga tað so, og hava lært, at um tey fáa viðgerð stundisliga, fer pínan skjótari vekk. Triði bólkurin, sum er ein alt ov stórur bólkur, umfatar tey, ið hava havt ilt í longri tíð. Tað vanliga er, at tey ikki hava havt ólýðandi pínu, hon er komin og farin, vorðin verri tá tey leggja ov nógv fyri, og onkur sigur eisini, at tey hava vant seg við pínuna. Grundin til at hesi taka stig til at koma til viðgerð er oftast, at pínan er vorðin verri ella, at tey hava fingið nokk og at nú skal okkurt gerast, greiðir Ári frá.

Hann leggur afturat, at tað hjá teimum, sum hjá øðrum viðgerðarum, hevur stóran týdning, at sjúklingarnir koma alt fyri eitt, og ikki bíða, tí skjótari viðgerðin verður latin, betri og skjótari síggjast úrslitini.

Í samrøðu við ein kiropraktor er tað nærliggjandi at spyrja hví teir taka røntgenmyndir.

Ári sigur, at tað er rætt, at kiropraktorar ofta taka røntgenmyndir, men undirstrikar at tað ikki er neyðugt at taka myndir av øllum sjúklingum. Ofta geva aðrar kanningar fleiri og týdningarmiklari upplýsingar. ? Vit mugu hava í huga, at vanligar røntgenmyndir »bert« vísa beinagrindina, t.v.s ikki musklar, sinir, diskar, og líknandi. Blóðroyndir og ymisk sløg av skannarum geva upplýsingar um økir, sum røntgen ikki sær, sigur hann og leggur afturat, at hann eftir at sjúklingurin er kannaður fyrstu ferð, ger av hvørjar víðari kanningar møguliga eru neyðugar.


Eykaviðgerð við nálum

Sum nevnt frammanfyri, er Ári, umframt at vera útbúgvin kiropraktor, eisini útbúgvin akupunktør. Vit spurdu hann, hví hann fór undir hesa útbúgvingina.

? Í Noregi arbeiddi eg nógv saman við tveimum fysioterapeutum, har annar eisini var akupunktør. Hann eggjaði mær at fara undir at lesa til akupunktør, og fyri at siga tað, sum tað er, so var eg lættur at yvirtala, tí tað var greitt fyri mær, at viðgerðin gav nakað, sum hvørki fysioterapi ella kiroptaktikk geva, sigur Ári.

? Allir viðgerðarhættir hava sína styrki og veikleikar, og hjá okkum viðgerðarum, er alneyðugt, at vit eru tilvitandi um hetta. Bert á tann hátt kunnu vit veita sjúklingunum ta røttu viðgerðina, leggur Ári afturat.

Við akupunkturi viðgerð Ári serliga pínu, tað vil siga, migrenu, akslapínu eins og mjadna- og ryggjapínu, og tað hevur víst seg at hava góð úrslit.


Samstarv hevur týdning

Seinastu mongu árini er talið av fysioterapeutum vaksið almikið her heima, og vit kunnu tí ikki lata vera við at spyrja, um tað í veruleikanum ikki er samanfall millum tað, sum kiropraktorar gera og tað, sum fysioterapeutarnir gera.

Ári viðgongur, at yrkisbólkarnir liggja tætt í ávísum førum.

? Men tað er tó munur á. Vit hoyra javnan um fólk, sum antin hava fingið viðgerð hjá fysioterapeuti ella hjá kiropraktor uttan úrslit. So verður hin viðgerðin roynd og so ber betur til. Hetta kemst í grundini av, at vit hava ymiskar útbúgvingar og harvið ymiskar meiningar um hvussu viðgerðin skal fara fram. Tað merkir so eisini, at vit geva sama sjúklingi ólíka viðgerð. Men í veruleikanum merkir tað bara, at sjúklingurin fær fleiri tilboð, og í síðsta enda, skuldi tað verið til tað betra, sigur Ári.

Nær skal ein so fara til fysioterapeut og nær skal ein fara til kiropraktor?

? Í veruleikanum haldi eg, at tað er samarbeiðið, sum hevur størstan týdning. Øll tey seks árini eg arbeiddi í Noregi, hevði eg tætt samstarv við læknar, fysioterapeutar og akupunktørar. Vit tosaðu um ivamál, sum stungu seg upp í sambandi við viðgerð av ymsum sjúklingum, og tað gav eitt gott úrslit.

? Tí tað er upp til okkara, sum arbeiða við hesum, hvønn dag, at avgerða hvørja viðgerð tann einstaki sjúklingurin skal hava. Onkuntíð gevur t.d. fysioterapi betri úrslit, onkuntíð kiropraktikk og onkuntíð er tað ein blandingur av báðum, sum skal til, og tí hevur tað so stóran týdning, at viðgerðararnir samstarva, heldur Ári.

??????????????????????????????????????



Mytur


»Tú mást læra teg at liva við pínuni«

? Hesi ráð eru givin alt ov ofta. Tey flestu kunnu fáa hjálp í dag.


»Eg havi ilt í rygginum, tí tað eina beini er styttri enn hitt«

? Eingin er symmetriskur, men vanliga klára ryggurin og kokan at laga seg eftir at annað beini er styttri.


»Eg havi ilt í beinunum, tí havi eg diskusprolaps«

? Hóast sjúklingurin hevur pínu í beininum, so er tað ikki vist, at hann hevur diskusprolaps. Ofta vísir tað seg, at pína í vøddum, koku eins og onnur sløg av ryggjapínu, kunnu geva pínu út í fótin.


»Tú verður frískur í rygginum av at liggja í seingini«

? Í flestu førum vísir tað seg at vera skeivt at leggjast í seingina, tá ein hevur pínu í rygginum. Loyvir pínan tí, skal sjúklingurin upp at ganga.


»Um kiropraktorviðgerð ikki virkar eftir tveimum ella trimum ferðum, so er nyttuleyst at halda fram.«

? Ja, hetta hoyra vit viðhvørt. Hetta kemst helst av, at nøkur sløg av ryggjapínu bert krevja heilt fáar viðgerðir. Men hevur sjúklingurin gingið leingi, so krevur tað drúgvari viðgerð.


»Kiropraktorar viðgera bara beinagrindina«

? Kiropraktorar hava útbúgving at kanna og viðgera liðir og musklar, sum ikki virka, sum teir skulu. Liðviðgerð er vøddaviðgerð, og umvent. Vøddarnir slappa bert av um liðirnir virka eftir vild. Tí viðgerða flestu kiropraktorar liðir og vøddar.



Visti tú at?

? tú hevur 400 vøddar

? beinagrindin telur 214 knotur

? kiropraktikk er ein seks ára útbúgving

? tær ikki nýtist ávísing frá lækna fyri at sleppa

til kiropraktor

? eftir at tú ert fyltur 40 ár minka møguleikarnir fyri

bráðfeingis hald í rygginum

? 80 prosent av norðbúgvum fáa ilt í ryggin minst

eina ferð í lívinum