Við eiðismonnum eftir harum

Nú olja er funnin, verður dúgliga tosað um, at føroyingar hava fingið oljufepur. Oljufepur ella ikki. Tveir mánaðar av árinum herjar harufepurin, og hann rakar hundraðtalsmenn, sum seta alt annað til viks fyri at fara at skjóta haru

At harufepurin bara herjar tveir mánaðar av árinum, er kanska at gera í so lítið av. Á Eiði, har haruhagarnir verða seldir á uppboðsølu, byrjar fepurin nakrar vikur áðrenn. Tað verður dúgliga tosað um hvør ætlar sær at skjóta í ár, og hvønn haga viðkomandi kundi hugsað sær at skotið í. Og hvussu nógv hagarnir fara at kosta.
Sum oftast eru tað ungir menn, sum eru nógvir í tali, ið keypa teir dýrastu hagarnar. Og sum oftast eru teir bestu. Og soleiðis var tað eisini í ár, tveir teir størstu hagarnir vóru teir dýrastu og alt ungir menn, sum keyptu hagarnar.
Lagt væl tilrættis
At menn vóru spentir áðrenn fyrsta harudag, var ikki til at fara skeivur av. Longu kvøldið fyri var avtalað at møtast hjá einum av harumonnunum. Av tí at hagin fyri Norðan Á er so stórur, er umráðandi at væl verður lagt til rættis, hvussu gangast skal, um full úrtøka skal fáast burturúr.
Níggju mans eru saman í ár um at keypa hagan, og tað liggur so væl fyri at átta av teimum hava møguleikan at fara at skjóta fyrsta harudag.
Avtalað var, at tríggir mans skuldu fara ein tíma undan hinum, soleiðis at teir skuldu hava møguleikan at sita fyri, tá ið teir møttust aftur. Hesir tríggir skuldu troyta tann norðasta partin av haganum meðan hinir fimm skuldu verða heimanfyri.
Væl var eisini lagt til rættis hvør skuldi fara hvar, greiða skuldi fáast á hvørjir teir tríggir, sum skuldu fara undan hinum, og hvussu hinir fimm skuldu manna seg. Av tí, at onkrir vóru við fyri fyrstu ferð, var neyðugt at býta menninar sundur, soleiðis at onkrir av teimum garvaðu vóru ímillum nýbyrjarnar.

Veðrið hóttir
Men størsta forðingin fyri, at tað skal eydnast hjá okkum at sleppa avstað, er veðrið. Veðurforsøgnin lovar nógvan vind av útsynningi og regn. Men menn vilja gjarna sleppa ein túr í hagan, tí fyrsti dagur er nakað serligt. Tí eru menn ikki nøgdir við bert eina veðurforsøgn, nei, best man fara at vita hvat tað islendska veðurkortið á internetinum sigur um veðrið í Føroyum fyri dagin.
Teir spáa eisini eitt sindur av vindi, men vænta, at tað fer at verða turt til umleið tvey tíðina. So allir velja at trúgva tí íslendska veðurkortinum og vóna, at veðrið fer at halda sær. Avtalað verður, at teir fyrstu skulu fara klokkan hálvgum sjey og hinr ein tíma seinni.
Tann stóra løtan upprennur
So er dagurin endiliga komin, tá ið farast skal avstað. Undirritaði skal vera ímillum teir fimm menninar, sum hava fingið til uppgáva at verða heimanfyri. Veðrið er hampuligt hendan morgunin, men tað er eitt sindur av vindi. Vit koyra so langt niðan, sum vit kunnu, og tað bæði hoyrist og sæst, at menn eru spentir hendan morgunin.
Tá vit eru komnir á staðið, har vit skulu byrja at ganga, og bilurin er parkeraður, gera menn seg klárar. Allir eru væl ílætnir og væl útgjørdir, allir hava tikið ein bita við og okkurt at leska sær á við. Dagurin kann jú gerast langur og tá er gott at fáa ein bita tá ið møðin setur inn. Eisini eru patrónbeltini fylt upp. Onkur hevur eisini gjørt sær ein øðrvísi fetil enn teir gomlu brúktu, eina langa fótbóltshosu fylta við skúmgummi. Høvdu teir gomlu vitað.
Vit síggja einki til hinar, sum eru farnir undan okkum. Teir skuldu ganga niðan á skoragøtu, har teir settu seg at bíða til tað var skjótingarljóst og síðani hildu leiðina norðurígjøgnum. Vit fara við góðum treysti avstað. Tað tekur eina løta at ganga niðan, vit skulu ganga niðan í øksunardal sum liggur norðan fyri Slættaratind. Men vit mugu halda okkum norðan fyri ánna í dalinum, sum er markið ímillum hagarnar fyri norðan Á og norðanval.
Nógvur vindur
Tá ið farið verður ein tílikan túr, verður altíð samanborið við okkurt gott ár ella góðan dag. Og so var eisini hesuferð. Á veg niðan bleiv nógv tosað um fyrsta harudag í fjør, tá fingu teir 47 harur. Men sjálvt um vónirnar at fáa 47 harur í hesum veðrinum ikki eru so góðar, so eru teir flestu bjartskygdir um, at hetta fer at verða ein góður dagur.
Teir, sum eru við í dag, og sum hava skotið harur fyri norðan fyrr, siga at tað plagar ikki at verða nógv hara í Øksnaðardali, og so var heldur ikki hesuferð. Bert ein í dalinum. Men nógv er eftur at ganga.
Tá ið dalurin er gingin og vit hava hvílt okkum eina løtu, manna vit okkum av nýggjum. Vit skulu ganga fram á Bláaberg, niðan á Gráfelli og so heim eftir aftur, runt um manssetrið inn í svínabotn og norð á Rustina, har hinir tríggir menninir skulu sita fyri, um alt gongur sum tað skal.
Sum hermenn fara vit ígjøgnum hagan, eitt byrsumál ímillum okkum og nú ber betri til. Nógv skot eru at hoyra, onkur bummar og onkur fær haru, ja nú er tað rættiliga blivið spennandi eftir at havi gingið leingi uttan at hava fingið nakra haru.
Eisini byrjar túrurin at blíva tungur, allir hava haru á rygginum og byrja at blíva svangir. Tá vit so nærkast svínabotni, seta vit okkum niður at hvíla okkum og fáa ein bita. Nú er ikki langt eftir norð á rustina, og vit sita eina góða løtu, tí vit ætla, at hinir skulu hava ein møguleika at koma uppá pláss, so vit ikki eru ov skjótir. Men tað sum vit ikki vistu var, at, teir sótu eisini og bíðaðu eftir okkum. Tá ið so tolið hjá teimum einaferð er uppi, skjóta teir uppí loft fyri at fáa okkum at varnast teir. Og so ræður um at fara til gongu aftur.
Vit eru nú fýra, tann eini maðurin hevur sitið fyri í eini gjógv og skal so møta okkum aftur í Svínabotni. Hann hevur gjørt eitt gott hál, hevur seks harir á rygginum, tá vit síggja hann aftur. Hann blakar onkra av sær til onkran av hinum, sum ikki hevur so nógvar.
Men vit eru spentir at vita, hvussu nógvar harur hinir menninir hava. Sjálvir hava vit fimtan og sum oftast plagar tað at liggja væl fyri hjá teimum norðanfyri.
Men soleiðis er ikki hesaferð. Teir hava bert tríggjar. Líkindi hava ikki verið nakað serlig, nógvur vindur hevur verið, so teir fóru ikki so langt niðan sum teir ætlaðu.
Vælnøgdir hóast alt
Nú er klokkan blivin eitt, men einki regn hevur verið enn. Men tað kundi sæð út sum tað fer at regna nakað skjótt. So vit gerast samdir um, hvussu vit skulu manna okkum av veg heimaftur.
Tá vit so hava gingið ein tíma, kemur regnið, júst sum veðurkortið spáddi. So allir noyðast at taka til takkar við einum karmi. Men tað eyðnaðist at fáa nakrar harur aftrat, so talið kom uppá 21 harur. Sum var mett ikki at verða so galið.
Nú fara so allir vátir og kaldir til hús og fáa turt uppá kroppin. Seinni um kvøldið verður gjørt av at hittast hjá einum harumanni, har tað varð borðreitt við feskum lambskjøti og øðrum góðum. Og sum vera man, bleiv reypað til langt út á náttina. Men hugnaligt og stuttligt var tað.