Magnus Jørgensen
álitismaður, Postboðbólkurin í Havn
Fleiri arbeiðsbólkar hjá Postverkinum hava seinastu árini arbeitt við, hvussu henda blaðútbering kann gerast betri og bíligari.
Prísinum viðvíkjandi hevur tað verið soleiðis, at tá Postverkið hevði játtan á fíggjarlógini og eisini eftir at hon var strikað, hevur Postverkið eftir eini løgtingssamtykt goldið fyri hvørt eintak av Sosialinum og Dimmalætting, ja útvið 2 kr. fyri hvørt eintakið. So her hevur verið talan um einvegis tænastu so tað forslær. Tá Postverkið síðani eftir vanligum marknaðartreytum dittaði sær at taka pening fyri blaðútberingina, skiltu bløðini brádliga einki og fóru í hernað ímóti blaðútberingini við hóttanum um bæði eitt og annað. Tað síðsta var, at postberarar skuldu ganga við posti um kvøldið (nær skulu skrivstovur fáa post?) í myrkri við lummalykt. Her lekur álvarsliga millum teori og praksis. Alla aðrastaðni í heiminum verður postur útborin fyrrapartin á degi.
Men Postverkið skal framvegis rekast handilsliga, og hetta merkir, at vinningur helst skal vera av eini hvørjari tænastu, Postverkið veitir, og at allir sáttmálar verða hildnir.
Blaðútberingin er í dag saman við postútberingini, sum byrjar fyrrapartin hvønn dag, og sum á flestu umdømum kring landið endar við vanligan dag umleið kl. 13 ella fyrr. Hetta er ein góð tænasta, har flestu fólk hava fingið bæði postin og bløðini áðrenn døgurða.
Hjalgrím ynskti eina seinrapartsútbering við bløðum. Hetta merkir eina stóra eykaútreiðslu hjá Postverkinum, sum blaðútgevararnir sjálvandi verða noyddir at gjalda fyri. Men um stuðul verður veittur, kann henda blaðbering skipast uttan eykakostnað.
Okkara uppskot til bløðini er, at tey koma út tann dagin, tey eiga at koma út, t.v.s. at tann 20. er 20. og ikki 19.
At bløðini liggja so leingi hjá Postverkinum áðrenn útbering kemst av tí einfaldu orsøk, at tey eru prentað so langt frammanundan. Um ? sum alla staðni í heiminum ? deadline verður flutt til t.d. kl. 21 og bløðini koma út á miðnátt, slepst undan hesi longu bíðitíð hjá Postverkinum og tá kunnu vit tosa um veruliga kapping millum Sjónvarp, Útvarp og bløðini.
Í Sosialinum leygardagin 21.10 er grein um evnið. Har verður ført fram, at blaðútbering og lýsingar eru grundstuðulin undir inntøkum Postverksins. Í ársroknskapinum fyri 1999 stendur, at brøv góvu 32,9 mill. tilskriftarleysar sendingar 3,2 mill. og bløð 3,7 mill. kr. So bløð og lýsingar eru »peanuts« í mun til brøv, pakkar og peningasendingar.










