alifirðirnar. Í Noreg er ætlanin at selja alifirðir. Í Føroyum selja vit ikki ognarrættin til alifirðirnar, men lata brúksrættin fyri 12 ár í senn. Hesin brúksrætturin verður latin ókeypis í løtuni. Men [...] ein einstøk fyritøka skal fáa monopolstøðu í alivinnuni. Málið er sera aktuelt, tí ein fyritøka er í løtuni sera aktiv á marknaðinum og roynir at keypa seg inn í fleiri alivirkir. Hetta hevur ført til eina [...] sjálvandi. Nú verður so eisini tosað um at seta í verk eina antitrust lóg í Føroyum. Sipað verður her til amerikansku antitrust lógina (The Sherman Act), sum var sett í gildi fyri at verja amerikanska brúkaran
veita fjarskiftistænastur í Føroyum. Men áhugin fyri at seta pengar í nýggju vinnuna var stórur, og 14. juni í fjør varð Alnót umskipað til eitt partafelag við 10 milliónum í eginpeningi og væl størri [...] rundsagir og arbeiðandi handverkarar á loftinum í fyrrverandi IDÉ-húsinum á Óðinshædd í Havn, fyrireikar telefelagið Alnót eina innrás á føroyska fjarskiftismarknaðin. Í tí einasta liðugt innrættaða rúminum stendur [...] a upp, samstundis sum vit hava fingið avtalur í lag við allar partarnar, ið eru involveraðir her í byrjunararbeiðinum, sigur stjórin. Nú er grundstamman í organisatiónini fingin upp á pláss, og hugsjónin
frá mentanarsendingum í Sjónvarpinum, hevur eitt skifti verið skrivari hjá LISA, tað er Listafólkasamband Føroya. Men nú gevst Malan sum skrivari og fer aftur í gamla mentunarstarvið í Sjónvarpinum. Um orsøkina [...] løtu, lovar fráfarandi skrivarin. ? Hvussu kanst tú í stuttum lýsa LISA? LISA er meginfelagið hjá øllum listafólkafeløgunum í landinum og hyggja vit í lógirnar, so kann endamálið lýsast við hesum setningum: [...] umboða limirnar alment í almennum málum, sum hava felags áhuga. Eitt av aðalmálunum hjá LISA er at arbeiða fyri at fáa til vega karmar, sum føroysk listafólk kunnu trívast og virka í. Í hesum sambandi nevnir
fyrstu hædd í Dr. Jakobsensgøtu 18 heldur fyritøkan Munin til. Fyritøkan er býtt í tvær eindir. Tann eina eindin fæst við at menna eitt telduforrit, sum hevur til endamáls at skráseta allar Føroyar í digitalum [...] Hin eindin fer at selja skrivstovuinnbúgv, og tað var í hesum sambandi, at Munin hevði móttøku í hølunum hósdagin. Handilin er einaumboð uppá EFG í Føroyum og fer at selja hetta merkið. Eigarar av fyritøkuni [...] einum staðarnavni í Føroyum, nevnt Høvdin. Skjótt og lætt fann forritið fimm staðarnøvn í Føroyum við tí navninum. Eisini ber til at leita eftir øllum vatnveitingum ella øðrum líknandi í Føroyum, og tað
blokkstuðul í 4 ár ? sjálvandi bert um talan verður um eitt JA á fólkaatkvøðuni. Hetta merkir, at vit farmhaldandi skulu verða í ?ríkisfelagsskapinum? í átta ár ? uttan blokkstuðulin; tá vildu vit verið í einari [...] háttur at hótta framburðinum í hesum landinum og stuðla aftuhaldinum finst neyvan í okkara parti av heiminum; so kann Danmark hava heimsins besta demokrati, um teir leggja í, hetta talar fyri seg. Danski [...] áðrenn bjørnin er skotin?. Tað var kanska eisini hugsandi, at nøkur í hesum landinum hveppa seg við at atkvøða JA, eftir at Nyrup ?í gendsidig respekt?, beinleiðis hótti føroyingar, og samtíðis gav andstøðuni
allar handlarnar, bæði teir í Handilskjarnanum og í SMS, saman í eitt kervi. ? Tíðin var komin til, at vit framdu nakrar broytingar í handlinum. Tað er týdningarmikið at fylgja við í menningini, tí hon steðgar [...] selja skógvar. Harraskógvar fáast í harradeildini, meðan damurnar kunnu keypa sínar skógvar ídamudeildini. Damudeildin er á aðru hædd, og harradeildin er á triðju hædd. Handilskjarnin hevur sostatt fingið [...] Hjaltalin, stjóri í Handilskjarnanum. Handilskjarnin fekk í hesum sambandi nakrar serfrøðingar á økinum at leggja hesar umbyggingarnar til rættis, so at úrslitið skuldi verið av tí frægasta. Í sambandi við
fæst í einari hugleiðing, sum Óli Breckmann skrivaði í eitt av bløðunum, sum komu út undir FM-einstaklingakappingini í Havn í 1998. Greinin er grundað á endurminningar úr Vestmanna fyrrapartin í sekstiárunum [...] føroyskir topptelvarar av bygd og úr bý í dag sleppa at royna seg í altjóða talv-OL kring knøttin, upplivdi tú tindin í føroyskum talvkynstri í kappingini millum bert tvey lið í øllum landinum inni á Hotel Vestmanna [...] Breckmann?"í framlopi" 1998) Fyrsti føroyameistarin Eitt nýtt skeið tekur seg upp í føroyskari telving í sjeytiárunum. Talvsamband Føroya verður stovnað í 1970, føroyingar fara við egnum landsliði í olympiskar
ógvuliga álvarsamur á at líta, í myrkum hálvsíðum jakka, í turriklæði vundið fleiri ferðir um hálsin, ein rættur bohemur, hugsi eg við mær, ikki í hatti, sum eg hevði væntað, men í keppi. Og eg hugsaði, her [...] hevur fingið í trý ár. Í telefonini vildi hann hava at vita, hvar eg búði, og greiddi eg honum gjølla frá tí, segði, hvussu hann skuldi ferðast, at hann helst noyddist at skifta buss í Leirvík, og at [...] við tað fyrsta steðgistaðið í bygdini beint innan fyri Gjógvará. Haðani eg búgvi er stutt at ganga yvir til steðgistaðið, og eg helt meg vera í góðari tíð, tá ið eg stakk meg í stivlarnar og skundaði mær
Sigurðsson. Tá I Am fer á pallin í Norðurlandahúsinum 21. apríl verður tað fyrsta ferðin at ein andaligur bólkur luttekur á einari Prix Føroyar finalu. Og tað eru limirnir í I Am varugir við. ? Tað hevur [...] leikarum til at koma á hædd við teir stóru gospelbólkarnar, sum hava verið í Føroyum ígjøgnum tíðina. Tað hevur heilt nógv at siga fyri okkum, sigur Birgir Sigurðsson, sangari í I Am. [...] ni loyvdi bólkurin sær ein fjúrtan dagar langan steðg, men so var aftur farið í gongd. Høvdu tit væntað at komið víðari í undankappingini? ? Nei, vit væntaðu einki. Tað tordu vit heilt einfalt ikki. Fyri
DAGSTOVNAR Í hesum árinum fáa tey elstu børnini undir skúlaaldur pláss í útibarnagarðinum, ið verður bygdur á Miðalsbrekku í Vestmanna. Vestmanna kommunu fer nú undir at byggja eini hús í einari hædd, sum verða [...] stovnin í hesum árinum. Kommunan hevur sett slakar tvær mió. krónur av til endamálið í fíggjarætlanini í ár, og tað skal vera nóg mikið, verður sagt. Í dag eru 63 børn í dagrøktarskipanini í Vestmanna, men [...] teimum eftir skúlatíð. Hesi fara í dag í dagrøkt, men tá ið tey ikki støðast har í dag, eru vit noydd at gera eina skipan sum loftar teimum. Henda skipanin verður helst klár í komandi ári, sigur Gunn Joensen