DAGSTOVNAR
Í hesum árinum fáa tey elstu børnini undir skúlaaldur pláss í útibarnagarðinum, ið verður bygdur á Miðalsbrekku í Vestmanna. Vestmanna kommunu fer nú undir at byggja eini hús í einari hædd, sum verða gjørd til endamálið. Umframt pláss til børnini í útibarnagarðinum, verður spælistova gjørd til tey nógvu børnini í dagrøktarskipanini í bygdini. Felagskøkur verður eisini eins og hvør bólkur av børnum fær eitt vátrúm og wc. Ein eykastova verður gjørd til starvsfólkini á stovninum soleiðis at hesi kunnu fara til viks við einum ella fleiri børnum.
- Tað vísir seg, at tey elstu børnini í dagrøktini støðast illa síðsta árið áðrenn tey fara í skúla. Útibarnagarðurin verður fyrst og fremst til tey. Samstundis mugu vit hava eina skipan, ein frítíðarskúla, til børnini í 1. og 2. flokki, sum kann taka ímóti teimum eftir skúlatíð. Hesi fara í dag í dagrøkt, men tá ið tey ikki støðast har í dag, eru vit noydd at gera eina skipan sum loftar teimum. Henda skipanin verður helst klár í komandi ári, sigur Gunn Joensen, bygdaráðsforkvinna í Vestmanna.
Hvussu tíðarætlanin fyri byggingina av útibarnagarðinum sær út, veit bygdaráðsforkvinnan ikki í løtuni. Arbeiðið er júst boðið út, men hon roknar og vónar, at børnini sleppa inn í stovnin í hesum árinum. Kommunan hevur sett slakar tvær mió. krónur av til endamálið í fíggjarætlanini í ár, og tað skal vera nóg mikið, verður sagt.
Í dag eru 63 børn í dagrøktarskipanini í Vestmanna, men fyrsta dagin, tá ið ein dagrøktari kemur afturat, verða fleiri børn tikin inn. Nøkur fá standa á bíðilista. Ynskið hjá foreldrum í Vestmanna er, at ein barnagarður verður bygdur.
- Kommunan fer undir at byggja ein barnagarð og vit arbeiða fram ímóti tí málinum. Barnagarðurin verður bara ikki veruleiki nú, kanska ikki fyrr enn um nøkur ár. Hinvegin er møguligt, at vit longu í komandi fíggjarári fara at síggja eina byrjan til eina bygging. Vit hava mett, at størstu børnini í dagrøktarskipanini skulu raðfestast fyrst. Fíggjarkarmurin er framvegis trongur og nógv liggur á láni, eitt nú betri vatnviðurskifti og eldrarøktin, sigur Gunn Joensen.