Handilskjarnin umbygdur

Umfatandi broytingar eru framdar í Handilskjarnanum, nú umbyggingin er liðug. Handilin er nú býttur upp í eina damudeild og eina harradeild

 

Tey hava arbeitt bæði dag og nátt niðri í Handilskjarnanum seinastu vikurnar, og nú er endiliga komið á mál.

Mest merkisverda broytingin er, at handilin nú hevur eina damudeild og eina harradeild. Fyrr var hetta undir einari deild. Skódeildin er samstundis avtikin, men tey halda fram við at selja skógvar. Harraskógvar fáast í harradeildini, meðan damurnar kunnu keypa sínar skógvar ídamudeildini. Damudeildin er á aðru hædd, og harradeildin er á triðju hædd.

Handilskjarnin hevur sostatt fingið tveir nýggjar handlar, meðan tveir aðrir eru avtiknir.

Umframt tað at handlarnir eru umskipaðir, so er gólvið, ljósið og innbúgvið skift út og nýtt er fingið ístaðin. Eisini er nýggj kassaskipan, sum bindur allar handlarnar, bæði teir í Handilskjarnanum og í SMS, saman í eitt kervi.

? Tíðin var komin til, at vit framdu nakrar broytingar í handlinum. Tað er týdningarmikið at fylgja við í menningini, tí hon steðgar ikki, fyri tað um vit steðga upp, sigur Schumann Hjaltalin, stjóri í Handilskjarnanum.

Handilskjarnin fekk í hesum sambandi nakrar serfrøðingar á økinum at leggja hesar umbyggingarnar til rættis, so at úrslitið skuldi verið av tí frægasta.

Í sambandi við umbyggingina hevur Handilskjarnin meldað seg í donsku handilsketuna Tøjeksperten, sum ikki hevur verið í Føroyum seinastu tíggju árini. Hetta var ikki møguligt áðrenn umbyggingina, tí handilin hevði ikki uppfylt tær treytir, ið settar verða teimum, sum vilja við í handilsketuna.

Nú hevur handilin so fingið grøna stemplið, og tað fegnast eigararnir stórliga um. Teir siga, at teir nú leggja seg meira eftir at hava klæði í øllum støddum fyri at fáa ein breiðan kundaskara.

Tað hevur tikið handverkarum seks vikur at fremja umbyggingina, og handilin var stongdur í eina viku, áðrenn hann lat uppaftur í nýggjum hami.

? Tá handilin er stongdur í eina viku, so eru fólk spent eftir at síggja, hvat er komið burturúr, og tí hava vit havt nógv viðskiftafólk hesar seinastu dagarnar, sigur Schumann Hjaltalin.