Malan aftur í sjónvarpið

FRÁ LISA TIL SVF. Malan Johannesen gevst at skriva fyri Listafólkasambandið

og fer aftur í Sjónvarpið

 

starvskifti



Malan Johannesen, sum vit kenna frá mentanarsendingum í Sjónvarpinum, hevur eitt skifti verið skrivari hjá LISA, tað er Listafólkasamband Føroya. Men nú gevst Malan sum skrivari og fer aftur í gamla mentunarstarvið í Sjónvarpinum.

Um orsøkina til hetta skiftið frá skrivandi mentan til myndandi mentan, sigur Malan, at tá hon søkti starvið í LISA, var tað fyri at taka av einari avbjóðing, sum hon helt vera spennandi.

Ikki tí, tað var hon eisini, sigur Malan, men eg havi ikki so góða heilsu og tað noyðist eg at laga meg eftir. Avbjóðingin varð í størra lagi, leggur hon afturat.

Arbeiði LISA hevur gingið væl, heldur Malan Hetta er eitt nýtt starv og tað var spennandi at sleppa at leggja lunnar undir nakað, sum ikki hevur verið fyrr.

Mær dámar væl at samstarva við onnur og tað er tað, sum arbeiðið í LISA í stóran mun snýr seg um, undirstrikar Malan. Eisini hevur tað verið stuttligt at hjálpt til at leggja heimasíðuna hjá LISA til rættis. Hon kemur á netið hvørja løtu, lovar fráfarandi skrivarin.

? Hvussu kanst tú í stuttum lýsa LISA?

LISA er meginfelagið hjá øllum listafólkafeløgunum í landinum og hyggja vit í lógirnar, so kann endamálið lýsast við hesum setningum: at kveikja og stimbra føroyska list og mentan, at fremja samstarv millum føroysk listafólk og millum tær einstøku listagreinarnar, at virka fyri áhugamálum og rættindum limanna og at umboða limirnar alment í almennum málum, sum hava felags áhuga.

Eitt av aðalmálunum hjá LISA er at arbeiða fyri at fáa til vega karmar, sum føroysk listafólk kunnu trívast og virka í.

Í hesum sambandi nevnir Malan, at mentanarnevndin hjá Løgtinginum hevur vent sær til LISA eftir viðmerkingum til uppskotið til lógina fyri Mentanargrunn Landsins, sum var samtykt í fjør.

LISA hevur eisini skyldu til at innstilla limir til ymiskar nevndir, sigur Malan. Millum aðrar hana, sum letur nógv umrøddu Mentanarvirðisløn Landsins, og so skal felagsskapurin eisini innstilla tveir limir í nevndina fyri Mentanargrunn Landsins.

Vit hava eitt tætt samstarv við Mentamálastýrið, sigur fráfarandi skrivarin. Tað kann vera um mál, sum viðvíkja listafólkum, umframt at tað javnan verður heitt á okkum um upplýsingar um alt møguligt, sum hevur við list og mentan at gera, sigur Malan.

Vit hava eisini samstarv við listafólkafelagsskapir í hinum Norðurlondunum og úti í heimi. Skrivstovan hjá LISA skal harafturat vera ein upplýsingarmiðstøð fyri limafeløgini og øll onnur við, sigur Malan, sum leggur afturat, at øll eru vælkomin at venda sær til LISA. ? Vit hava møguleikar fyri at fáa til vega tilfar um mangt og hvat, sum meiri enn so kann vera forvitnisligt og hent!

- Hvat fert tú nú at gera?

Eg fari aftur í mítt gamla starv í SVF.

Hvat ert tú fegnast um av tí, tú higartil hevur arbeitt við?

Tað sum mær dámar best at arbeiða við er at formidla ? hetta at seta ljós á fólk, sum hava nakað uppá hjartað, sigur Malan og leitar aftur til tíðina við mentanarsendingum í Sjónvarpinum, sum onkrar nýliga hava verið endursendar.

? Tað lá væl fyri, tá ið eg arbeiddi við mentanarsendingum í SVF, tað var ein natúrligur partur av starvinum og ótrúliga spennandi arbeiði at gera, sigur Malan, sum eisini hevur verið lærari. ? Mær hevur dámað væl at undirvísa. Tað er eisini eitt slag av formidling, haldi eg.

? Eg havi verið ógvuliga fegin um eisini at vera LISA-umboð í Mentanargrunni Føroya Løgtings í fleiri ár. Tað er hugaligt at síggja, at nógv sum hava fingið stuðul úr grunninum til sítt fyrsta avrik, so við og við hava ment seg til fín listafólk, sigur Malan.

? Tá ið tú fæst við sovorðið sum eg havi gjørt eisini her í LISA, so fært tú so við og við fatan av, hvussu týdningarmikið tað er fyri eitt listafólk at sleppa at skapa. Tað kann summatíðir vera ringt at skilja fyri okkum gerandisfólk, men eg má siga at eg havi fingið stóra virðing fyri hesum fólkum. Vóru tey ikki so áhaldandi í síni skapanartrongd og virkisgleði, so varð deydligt og tómt á hesum klettum, heldur Malan fyri nú hon leggur frá sær í Skansastovu, har felagsskapurin LISA heldur til á ovastu hædd.

Hiðani ynskja vit Maluni góða eydnu!