I Am: Fyrsti gospelbólkur í prixfinaluni

Limirnir í I Am vandu nógv áðrenn undankappingina á Strondum, og tað var teimum afturlønt við einum 1. plássi. Nú undan finaluni snýr tað seg tí mest um at halda venjingini við líka fyri at røkka málinum á finaluni, ið er einki minni enn eitt 1. pláss. Vit hava hitt sangaran í I Am, Birgir Sigurðsson.

 

Hvussu hava tit fyrireikað tit tykkum til finaluna?

? Á tónleikasíðuni hava vit fyrireikað okkum við at framføra á nøkrum konsertum. Harafturat hava vit eisini verið á venjingarlegu á Eiði. Annars hava vit bara roynt at møtst við jøvnum millumbilum fyri at halda venjingini við líka. Vit hava valt at brúka nøkunlunda sama program sum vit høvdu á Strondum, tí tað vísti seg at fungera so væl, at tað ikki loysir seg at broyta tað. Skuldu vit broytt programmið hevði tað eisini kravt nógv meira venjing, sigur Birgir I. Sigurðsson.

Eftir at hava fingið løn fyri stríðið á undankappingini loyvdi bólkurin sær ein fjúrtan dagar langan steðg, men so var aftur farið í gongd.

Høvdu tit væntað at komið víðari í undankappingini?

? Nei, vit væntaðu einki. Tað tordu vit heilt einfalt ikki. Fyri tveimum árum síðan væntaðu vit at koma víðari, og tá fingu vit ein grúðuligan niðurtúr yvir at vit »bert« blivu nummar trý. So hesurferð vóru vit bara sera spentir og tað var ein øgiligur lætti at vinna.

Hvat er broytt hesi tvey árini?

? Fyrst og fremst eru vit allir blivnir nógv betri tónleikarar, og tað hevur sera nógv at siga í hesi kappingini. Harafturat hava vit broytt stílin nokkso fitt. Nú eru vit meira tungir og djúpir enn vit vóru fyrr.

? Eg dugi at síggja nú, at fyri tveimum árum síðan høvdu vit als ikki uppiborið at komið víðari, tí tá vóru vit heilt einfalt ikki nóg góðir. Og tá alt kemur til alt finnast ikki aðrar undanførslur fyri ikki at koma víðari. Man kann skylda upp á dómarar og ljóðútgerð so galið man vil, men tað er altso dygdin á tónleikarunum og bólkinum sum ger munin.

Sært tú nakran favoritt á finaluni?

? Ja, All That Rain. Teir hava eftir mínum tykki uppiborið at vunnið.

Men harvið er ikki sagt, at manningin í I Am vónar, at tað vera favorittarnir, ið vinna. Tann heiðurin vilja teir gjarna hava sjálvir.

? Tað er eingin ivi um at vit fara til finaluna fyri at royna at vinna hana. Tað er málið hjá okkum. Men vit vænta einki og vera ikki skuffaðir um vit ikki vinna. Hetta er jú ikki annað enn ein kapping og langt frá hæddarpunktið hjá bólkinum, hóast tað er fyrsta ferðin at vit luttaka.

Fyri at náa sínum máli fer I Am at gera rættiliga nógv burturúr pallframførsluni á finaluni. Bólkurin fer at hava egna scenografiútgerð við sær fyri at seta sín heilt egna dám á útsjóndina av pallinum, og fyri at fylla út á pallinum eins væl og í ljóðmyndini, fer bólkurin at hava backup sangarinnur og teir báðar Jón Gaasedal og Osbjørn Berndtsen við á pallinum.

Jón, ið spælir hammond orgul, og Osbjørn, ið syngur, spælir percussion og annars setir lív í pallframførsluna, vóru eisini við I Am í undankappingini á Strondum.

? Jón og Osbjørn hava verið við á finaluni fyrr, og tað er ein fyrimunur, tí vit eru jú grønir á tí økinum, sigur Birgir Sigurðsson.

Tá I Am fer á pallin í Norðurlandahúsinum 21. apríl verður tað fyrsta ferðin at ein andaligur bólkur luttekur á einari Prix Føroyar finalu. Og tað eru limirnir í I Am varugir við.

? Tað hevur nógv at siga fyri okkum, at vit fara til Prix Føroyar sum andaligur bólkur. Tað er eitt styórt herðaklapp at sleppa við til finaluna, og vit merkja tað sum eina viðurkenning av, at vit nú eru komnir upp frá at vera bara ein bólkur av kjallaratónleikarum til at koma á hædd við teir stóru gospelbólkarnar, sum hava verið í Føroyum ígjøgnum tíðina. Tað hevur heilt nógv at siga fyri okkum, sigur Birgir Sigurðsson, sangari í I Am.