John Arni og Heini! Jóan Hendrik vann annan dagin á rað - í gjár stóð ein alt meira mótfallin Tummas Martin fyri skotum, og hann tapti dekan og skjótt. Eyðun og Ólavur telvaðu javnt - her stóð púra fast allanvegin [...] hildið at hann fór at vinna. John Rødgård og Flóvin Tór Næs samdust skjótt um javnt! Tað er at undrast á, at John ikki leggur meira fyri at fáa Heina aftur. Kanska hevur hann ætlað at økonomisera við megini [...] saman. Harumframt telva Flóvin og Jóan Hendrik sínamillum, Tummas Martin skal í holt við Ólav, og Eyðun og Bernhard hittast yvir sama borð.
Niklas á Líðarenda ivaðist ikki og dømdi brotsspark. Bartal Eliasen sendi málverjan til aðra síðuna og bóltin til hina, og so var 1-1. Tá ið 18 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, legði ÍF seg á odda [...] vinstru, og Óli Johannesen fekk vinstra bein á bóltin, men Erling Joensen fekk hálvbjargað, og fuglfirðingar fingu so sparkað burtur. Fuglfirðingar settu punktum á, tá ið bert 1 minuttur var eftir av dystinum [...] kjaftasliti enn at spæla fótbólt. Dómarin hevði heldur ikki alt ov gott tamarhald á dystinum. Heldur ikki fekk hann tað við, at onkur á útskiftingarbonkinum hjá fuglfirðingum sendi eitt kavablak eftir øðrum li
tá tað snyr seg um útbúgving, bæði í barnaskúlanum og á teimum hægru skúlunum, men vit eiga at menna skúlan enn meir, so vit kunnu fylgja við á tøkniliga økinum, sum ferðast við MEGAferð. Tí er eisini [...] fiskivinnan á landi hevur góðar arbeiðsumstøður, har arbeiðsfólkið trívist, og lønin er góð. Landbúnaður Tað er einki at taka seg aftur í, at vit fáa nógv ov lítið burtur úr landbúnaðinum. Skulu vit fram á sjá [...] ábyrgd av tjóðini. Ja, vit eiga at seta okkum høg mál og miðvíst stevna fram á sjalvstýrisleið. Taka vit undir við Mikkjal á Ryggi, tá hann syngur ? Tey, sum Guds vilja gera og elska fólk og land, ta signing
spælarar við á Sumba-liðnum, og teir stóðu einki aftan fyri teir eldru á vøllinum. Hóast skerda Sumba-liðið byrjaði TB sera defensivt, men tvørámenn fingu fyrsta málið í dystinum, sum Eyðun »Gullok« Svalbard [...] Sumba á odda 4-2. Nú setti TB ferðina upp og kom longri fram á vøllin í eini seinastu roynd at venda dystinum, og tað gav úrslit, tá eini 20 minuttir vóru eftir, tá Óli Johannesen enn eina ferð var á rætta [...] hevði Sumba einki stig fingið í bólki 2 í kappingini um løgmanssteypið, men eitt nú móti ÍF á heimavølli og móti B36 á útivølli vóru tekin um, at sumbingar ikki fara at verða fastir stigleverandørar í ár. Og
Trý gospelkór luttaka. Eyðun á Lakjuni er leiðari hjá einum nýggjum gospelkórið úr Eysturoynni. Tey syngja onkran sang hjá Oslo Gosple Choir og hava eisini ein føroyskan sang við á skránni. Solistar eru [...] Sámal Gunnarson, trummir. Tey fara at syngja á enskum, tó verður ein sangur á føroyskum. »Aurora« var í Fuglafirði og hevði konsert á jólum, og í summar er ætlanin at fara uttanlanda til Danmark og Noreg at [...] hevur staðið á palli áður. Teir eru eisini við á fløguni »Rockur í Føroyum«. Birgir Sigurðson syngur. Sunnukvøldið fara fyrst fýra gentir úr Vágum at dansa til 2 sangir, og høvuðsnavnið á festivalinum
landsstýrismaðurin í mentamálum setti á sumri í 1995 eina nevnd at gera eitt álit, sum skal vera grundarlag undir almenna mentunarpolitikkinum, tí hann ásannaði tørvin á einum miðvísum mentunarpolitikki. Álitið [...] Vit kalla okkum eitt mentað fólk, ein serstøk tjóð, og fara fegin á fremmandan pall í útlandinum at vísa føroyska búnan og dansin fram fyri tí bilsna útlendinginum. Men vit hava ongan yvirornaðan ment [...] yvirornaða politikkin og fyri at kunna gera okkum eina mentunarpolitiska strategi, mugu vit kenna støðuna á økinum. Og hana hava vit í veruleikanum ikki kent fyrr enn vit fingu hetta álitið. Størsti týdningurin
kappingini. Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum á Tvøroyri, var støðan 2-0 til ÍF, men so fekk TB minkað til 1-2, og í 90. minutti javnaði Eyðun »Gullok« Svalbard, men tá var ov seint hjá tvørámonnum [...] ÍF setti stig til móti Sumba. TB-ÍF 2-2 (0-1) 0-1: Egil Zachariasen 0-2: Bárður á Lakjuni 1-2: Óli Johannesen 2-2: Eyðun Svalbard Sumba-B36 0-7 (0-4) 0-1: Bjarni Prior 0-2: John Petersen 0-3: Tomislav [...] í kappingini um løgmanssteypið, sleppa víðari í fjórðingsfinaluna. Sunnudagin spældu TB og ÍF javnt á Sevmýri, og tað var nóg mikið hjá ÍF at tryggja sær 2. plássið í bólkinum, meðan TB endaði sum nummar
vóru møtt úti á Glyvursnesi, fóru teir ungu menninir til verka. Ein dukka, ið skuldi verða ímynda sjúklingin, varð løgd beint undir einum bergi, sum mundi verða eina 10 – 12 metrar til hæddar. Á eggini í erva [...] so lagt sjúklingin á børuna, og so bleiv annar maðurin og børan loraði upp aftur í øllum góðum. Í hesi bjargingarroyndini høvdu teir valt, at staðið, sum sjúklingurin varð drigin upp á, skuldi eitast at [...] roynt nógv ymiskt, m.a. rapelling, sum tað eitur á fakmáli, tá ið ein fer niður við línu o.s.fr.. Haraftrat hevur Toni eisini, saman við øðrum, klintrað upp á Mont Blanc. Hann sigur við Sosialin, at hann fyri
Jacobsen, javnaðarflokkurin, og Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, tjóðveldisflokkurin, í Suðurstreymoy, Marjus Dam, sambandsmaður í Vágum, Páll á Reynatúgvu og tjóðveldismaður í Sandoy. Teir, sum viðhvørt [...] Jacobsen og Eyðun Viderø vóru í tinginum, meðan ávikavíst Annfinn Kallsberg, Edmund Joensen, Óli Jacobsen, Ivan Johannesen og John Petersen vóru í landsstýrinum. Øll hesi fimm bjóðaðu seg fram aftur á valinum [...] tólvta yrkadagin (leygardagur ikki íroknaður), eftir valdagin. Tað vil siga, at tey 32, sum vórðu vald á valinum í fyrradagin, skulu møta í tinghúsinum týsdagin 19. mai klokkan 10. Tá ið valbrøvini eru góðkend
monnum í ár er eisini ein av teimum tættastu á árinum. Tað er suðuroyaruppgerðin millum TB og VB, sum verður á Sevmýri í kvøld. Tað stendur altíð nógv upp á spæl, tá hesi liðini hittast, og dysturin í kvøld [...] Suðuroynna. Eyðun Jacobsen hjá VB hevur havt eina fipurspreinging at dragast við, men tað er hann komin yvir, og sostatt kunnu vágbingar stilla við sterkasta liði. Tað kann TB eisini. Spælararnir á Tvøroyri [...] í oynni. Um hesa tíðina fyri tveimum árum síðani, tá landskappingin 1996 byrjaði, hittust TB og VB á Tvøroyri, eisini í fyrsta umfari av kappingini. TB hevði tá havt eina sera vánaliga steypakapping, har