Helmingurin av tinginum er skiftur út

Fimtan fólk, sum ikki sótu í tinginum, vórðu vald hesa ferð, og av teimum hava ellivu ongantíð verið vald áður

Sambært Stýrisskipanarlógina, so skal nývalda tingið koma saman til fundar kl. 10.00 tólvta yrkadagin (leygardagur ikki íroknaður), eftir valdagin. Tað vil siga, at tey 32, sum vórðu vald á valinum í fyrradagin, skulu møta í tinghúsinum týsdagin 19. mai klokkan 10.

Tá ið valbrøvini eru góðkend, verður løgtingið sett, og valdir verða løgtingsformaður og næstformenn fyri alt valskeiðið.

Tað verður ellisformaðurin í nývalda løgtinginum, sum skal seta tingið og skipa fyri, at formaður og næstformaður verða valdir. Ellisformaður í nývalda løgtinginum er Flemming Mikkelsen, sum er 67 ára gamal, nú hann aftur tekur sæti á tingi.

Hetta er onnur ferðin upp í slag, at ein nývaldur sambandsmaður í Suðuroyar valdømi er ellisformaður. Síðst var tað Jákup Joensen, sum var elsti tingmaður, men mótsatt Flemmingi Mikkelsen, sum frammanundan hevur verið tingmaður frá 1978 og fram til 1994, so hevði Jákup Joensen ongantíð áður sitið í tinginum, tá hann skuldi sjórna tingfundi.


Nógv nýggj andlit

Umframt ellisformannin, so eru tað fjúrtan onnur, sum mannað nýggja tingið og ikki taldust í tingmanningini, sum nú leggur frá sær.

Nøkur hava ongantíð áður sitið í tinginum, nøkur hava verið inni sum varamenn, og onnur eru afturvald, eftir at tey hava verið úti í eitt ella fleiri valskeið.

Tey, sum ongantíð áður hava verið í tinginum, eru Alfred Olsen, sambandsmaður, og Sámal Petur í Grund, sjálvstýrismaður, í Eysturoy, Jákup Suni Joensen, fólkafloksmaður, og Hans Pauli Strøm, javnaðarmaður, í Norðurstreymoy, Katrin Dahl Jacobsen, javnaðarflokkurin, og Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, tjóðveldisflokkurin, í Suðurstreymoy, Marjus Dam, sambandsmaður í Vágum, Páll á Reynatúgvu og tjóðveldismaður í Sandoy.

Teir, sum viðhvørt hava verið varamenn í tinginum, men sum ongantíð hava verið valdir, eru Jógvan á Lakjuni, fólkaflokkurin, og Dan Reinert Petersen, javnaðarflokkurin, í Eysturoy, og Heðin Mortensen, sambandsmaður í Suðurstreymi.

Jógvan við Keldu, fólkafloksmaður í Norðoyggjum, var í tinginum 1988-1990, og teir báðir suðuroyartingmenninir, Flemming Mikkelsen úr sambandsflokkinum og Hergeir Nielsen úr tjóðveldisflokkinum, hava báðir áður verið tingmenn. Flemming frá 1978 og til 1994 og Hergeir frá 1984 og til 1994.


Tey sum fullu frá

Nakrir tingmenn lótu seg ikki stilla uppaftur. Teir eru Jógvan Ingvard Olsen, Maria Hansen, Bjørn á Heygum, Ivan Johannesen og Marita Petersen.

Og nøkur, sum vóru í tinginum, vórðu ikki afturvald. Tey eru Álvur Zachariasen, Kjartan Joensen, Lassi Klein, Tordur Niclasen, Finnbogi Arge, Jógvan Adolf Johannesen og Jákup Joensen.

Rúna Sivertsen, Atli Hansen, Karl Robert Johansen, Suni Jacobsen og Eyðun Viderø vóru í tinginum, meðan ávikavíst Annfinn Kallsberg, Edmund Joensen, Óli Jacobsen, Ivan Johannesen og John Petersen vóru í landsstýrinum. Øll hesi fimm bjóðaðu seg fram aftur á valinum, men eingin teirra varð valdur. Tað var Eilif Samuelsen, sum var landsstýrismaður uttan at vera valdur tingmaður, heldur ikki.