TB sat eftir við svartaper

Fótbóltur: TB fekk bert javnleik 2-2 móti ÍF og noyddist sostatt at takka fyri seg í steypakappingini

Ofta verður tosað um at draga longsta stráið, eisini í fótbólti, men lagnan hjá TB í steypakappingini kann sigast soleiðis, at teir drógu stytsta stráið.

Bert tvey av teimum trimum liðunum, ið enda sum nummar trý í sínum bólkum í kappingini um løgmanssteypið, sleppa víðari í fjórðingsfinaluna. Sunnudagin spældu TB og ÍF javnt á Sevmýri, og tað var nóg mikið hjá ÍF at tryggja sær 2. plássið í bólkinum, meðan TB endaði sum nummar trý ? tann ringasti av teimum trimum tríarunum, og sostatt sluppu teir ikki víðari í kappingini.

Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum á Tvøroyri, var støðan 2-0 til ÍF, men so fekk TB minkað til 1-2, og í 90. minutti javnaði Eyðun »Gullok« Svalbard, men tá var ov seint hjá tvørámonnum at fáa vinnandi málið, sum hevði sent teir í fjórðingsfinaluna.


B36 helt málveitslu

Í hinum dystinum í bólki 2 helt B36 málveitslu á Krossinum í Sumba. Føroyameistararnir vunnu 7-0 og endaðu sostatt sum tryggir vinnarar av bólkinum, tá avtornaði.

Tað hevur gingið eitt sindur upp og niður hjá B36 í bólkaspælinum, men tað tykist, sum um liðið so smátt er til reiðar at fara undir landskappingina. Bjarni Prior setti hol á longu í 7. minutti, og ber tríggjar minuttir seinni økti John Petersen til 2-0. John Petersen var eisini raskastur at skjóta mál. Hann fekk trý í kassan.

Sumbingar hava lagt rygg til meir enn ein avsmurning í bólkinum, men teir vunnu tó ein dyst ? 4-3 á TB.

Tá alt kemur til alt, var tað hesin ósigurin, sum kostaði tvørámonnum plássið í fjórðingsfinaluni, tí hvørki B36 ella ÍF setti stig til móti Sumba.


TB-ÍF 2-2 (0-1)

0-1: Egil Zachariasen

0-2: Bárður á Lakjuni

1-2: Óli Johannesen

2-2: Eyðun Svalbard


Sumba-B36 0-7 (0-4)

0-1: Bjarni Prior

0-2: John Petersen

0-3: Tomislav Sivic

0-4: John Petersen

0-5: Tomislav Sivic

0-6: John Petersen

0-7: Poul Thorsteinsson