landinum. Herfyri var samrøða í Sosialinum við leiðaran fyri Leikarafelag Føroya, sum eisini vísir á, hvussu truplar umstøður listafólk okkara hava. Hetta eru hugsjónarfólk, sum fáast við mentan sum hjáputl [...] í 1999. Harafturat kemur FAS skipanin við 10 mió, so íalt einar 180 mió. Hvat hesin stuðul kostar at umsita, veit eg ikki. Heldur ikki eru teir stovnar taldir við, sum beinleiðis ella óbeinleiðis virka [...] gávubræv kanska? Og so hava vit eisini við millumbilum havt upphøggingarstuðul. Hesin seinast nevndi mundi verða ætlaður at høggja íløgustuðulin upp aftur við? Fyri fólki flest munnu øll hesi heitini
Mørkøre og Hans Fróði Hansen), og nú er eisini greitt, at Øssur Hansen úr B68 skal spæla við B36 móti íslendska liðnum í morgin. Tað hava leingi gingið søgur um, at Øssur Hansen skiftir til annað av h [...] steypavinnarar. Tað verður í UEFA Cup-kappingini, sum nú verður løgd saman við Europa Cup fyri steypavinnarar. Øssur Hansen við B36 Fyri at gera tað enn meira áhugavert hjá áskoðarunum fær B36, sum skal [...] hevur klárað seg sera væl í teimum lutfalsliga fáu dystunum, hann spældi við Leiftri í ár. Bæði Jens Martin og Uni spæla aftur við Leiftri næsta ár. Leiftur hevur sum heild havt eitt gott kappingarár í ár
fingið fulla úrtøku. Jan Dam skoraði í venjingardystinum í Gundadali móti Íslandi í august í 1990, Øssur Hansen skoraði á Malta í 1996, og nú var tað John Petersen, sum fyri aðru ferð skoraði á landsliðnum [...] eitt sindur við at fara eftir bóltinum, sigur John Petersen, og vit onnur mugu bara staðfesta, at spælararnir eru so nógv kaldari í sovornum støðum, enn tey eru, sum sita uttanfyri og fylgja við. Bíðaði leingi [...] stóru og væl uppløgdu føroysku áskoðarafjøldina. Todi Jónsson og Julian Johnsson ferðaðust ikki saman við landslinum til Føroya. Teir fóru umvegis Noreg, og tí bar ikki til at spyrja teir, hvussu teir upplivdu
Thomassen, Kaj Leo Johannesen, Magni á Lakjuni, Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen. Og liðið hjá Leiftur er: Jens Martin Knudsen, Uni Arge, Hans Fróði Hansen, Tórvaldur Jónsson, Baldur Bragason, Sindri Bjarnason [...] ber til at síggja teir í Gundadali móti einum styrktum B36-liði. Ein HB-ari spælir við Leiftur, og tveir B68-arar spæla við B36 í dag. Hvat hetta merkir, er ilt at siga, men okkurt kundi bent á, at hóast [...] tann fyrsti, so er tað ikki tann seinasti dysturin hjá Øssuri Hansen og Fróða Benjaminsen í B36-búnanum. Tveir HB-spælarar verða eisini við á B36-liðnum í dag. Tað er málverjin Kaj Leo Johannesen, sum nú
ur millum teir fyrstu ellivu, var ikki við. Øssur Hansen og Jan Allan Müller hava áður verið millum teir fyrstu ellivu, og fara teir komandi ár at gera nógv við fótbóltin, so eru teir í hvussu so er góð [...] oktober 3-1 í San Marino. So vit hava úrslit at vísa á, sum standa mát við tey á ferðini fyri viku síðani, men sammeta vit bara við dystir á útivølli, so hevur tað ongantíð áður skorist so væl í tveimum [...] hvørki roknað við góðum úrslitum ella serliga stórari áskoðararfjøld. Men nú kann tað væl fara at vísa seg, at áskoðarafjøldin fer at vera væl størri, enn tað áður hevur verið roknað við, at hon fór at
teir høvdu verið við í undankappingum til HM og EM. Áttati ella níti prosent av tíðindunum í sambandi við Føroyar í heimsfjølmiðlunum (eins og við Sumba í føroysku miðlunum) hava við fótbólt at gera. Men [...] javnleiki. Men einki annað lið stríðist við tílíkum yvri, við tílíkum ovurhuga, við sovorðnum brandi í hjørtunum. Tann 17 ára gamli Mortan úr Hørg mundi latið lív, tá hann spældi á Krossinum móti HB, og í øllum [...] til Havnar av evnaríkum spælarum. Millum hinar verða nevndir Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen (B68). Øll vita, at toftamenn uttan Øssur og Fróða (og Jákup Eli Olsen, ið møguliga fer at gevast) verða
vil vera við, at 300 mió. krónur árliga er treytin, sigur Karsten Hansen. 40 mió. kr. eyka, er nóg mikið Hann nevnir ætlanina við skiftistíðini í 20 ár, og at tá er ætlanin at minka blokkin við ávísari [...] sigur Karsten Hansen. Ætlar tú at siga fólki í almennu umsitingini upp? Eg segði beinanvegin, tá eg kom í Landsstýrið, at eg vildi gera nakað við málið, og tað fari eg at halda. Saman við aðalstýrunum [...] sigur Karsten Hansen. Hann vil heldur tosa um upphæddina 40 mió. krónur árliga í landshúsarhaldinum, og hvussu tær skulu fáast inn. Tað kann gerast við sparingum og rationaliseringum. Eitt nú við at gera almenna
Jógvan Hansen, sum spælir tann ungi Dávur, Jacobina Joensen, sum tann ólukkuliga Sigrid, kona løgreglumannin á staðnum, Hans Hjalti Skaale sum tann misnøgdi og betrivitandi Einar og Irena Hansen sum tann [...] út um Ísland, sum saxofonleikari. Leikurin snýr seg eisini um hina dóttrina, sum rýmdi til Amerika við einum hermanni, og sum kemur heimaftur at vitja pápan og kriminella son sín, sum var eftir hjá abbanum [...] nevnt, ein stóran leiklut. Hann umboðar, allur sum hann er, eina tónlistarliga spennandi tíð og er við til at geva leikinum ein serligan dám. Tað eru tey fýra Helga Gerðalíð, Alex Sólstein, Ingi Isaksen
verður við stórum málum ? teimum sonevndu smápiltamálunum ? og fýra spælarar umframt ein málverji kunnu vera á vøllinum ísenn. Tilsamans kann eitt lið hava upp til átta spælarar við. Øll, sum eru við í kappingini [...] Tomislav Sivic, Jan Guttesen og Jákup á Borg. Og landsliðið: Jens Martin Knudsen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen, Allan Mørkøre og Uni Arge. [...] eingir pinkulingar, eingir unglingar og ongar gentur 14-17 ár eru við hesuferð. Tað er ikki tí fyrireikararnir ikki høvdu viljað havt hesi við eisini, men av tí at høllin er so nógv upptikin, hevur tað verið
mánaði. Fyrr í ár gjørdist greitt, at Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen skulu spæla við B36 næsta ár, og tað hoyrist framvegis, at Jákup Eli Hansen fer at spæla við øðrum av høvuðsstaðarliðunum komandi [...] ferðir við HB, meðan hann var í Føroyum og ferðaðist, men eftir hvat hesin greinaskrivarin veit, verður tað fyrstu ferð, at tað koma menn úr Brasilia til Føroyar bert fyri at spæla fótbólt við einum føroyskum [...] Harumframt fara teir báðir B36-ararnir Finn Mørk og Fróði Clementsen eisini at spæla við B68 í 1999. Teir spældu báðir við 2. deild hjá B36 í ár, men fingu ikki nógva spælitíð á 1. deildarliðnum. Tað hevur