Dagny Joensen
Tað er positivt at bankafólk og vinnulívsfólk annars, taka lut í orðaskiftinum um fullveldi, men eg veit ikki, um eg fái nøkur hugskot, men eg kann vissa teg um, at slíka greinar verða nærlisnar í hjá okkum, sigur Karsten Hansen, í viðmerking til kjakið um fullveldisætlanina hjá samgonguni, og serliga í Tjóðveldisflokkinum, ið Karsten Hansen umboðar.
Hann leggur tó aftrat, at uttan fyri standandi, sum luttaka í orðaskiftinum, skulu ansa sær, at tey ikki fara at reka partapolitikk.
Tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fór til arbeiðis, segði hann m.a. at neyðugt var at kanna nýggja bygnaðin, sum eftir hansara tykki er alt ov stórur eftir føroyskum mátistokki.Tað heldur hann framvegis..Hóast einki hevur verið at frætt um málið í fíggjarmálastýrinum, so er orsøkin ikki, at Karsten Hansen er farin frá sínum. Hann er eisini til reiðar at tosa um tað. Landsstýrismaðurin vil nú kanna bygnaðin, og um tað gagnar samfelagnum at minka um almennu umsitingin, so skal tað gerast.
Bygnaðurin ov kostnaðarkrevjandi
Tað er torført hjá fólki at skilja, at hópin av nýggjum fólki verður sett, og eg haldi eisini, at bygnaðurin er ov kostnaðarkrevjandi, sigur Karsten Hansen.
Ætlar tú at siga fólki í almennu umsitingini upp?
Eg segði beinanvegin, tá eg kom í Landsstýrið, at eg vildi gera nakað við málið, og tað fari eg at halda. Saman við aðalstýrunum og Landsstýrinum fara vit í felag at kanna støðuna, sigur Karsten Hansen, sum ikki vil meira um hesar ætlanir fyribils. Fíggjarlógararbeiðið hevur tikið størsta partin av arbeiðsorkuni higartil. Tá tað arbeiðið er fingið frá hondini, verður farið víðari í ætlanini at fyrireika fullveldið.
Hvussu kann tað gerast, blokkurin skal avtakast, og yvirskotið í ár, sum er rokár, ikki eru meir enn 126 mió. krónur?
Vit vita at vit skulu vera blokkin fyri uttan, og at kravið er størri mió.króna upphædd í avlopi árliga, men tað er ikki rætt, tá Janus Petersen, bankastjóri, vil vera við, at 300 mió. krónur árliga er treytin, sigur Karsten Hansen.
40 mió. kr. eyka,
er nóg mikið
Hann nevnir ætlanina við skiftistíðini í 20 ár, og at tá er ætlanin at minka blokkin við ávísari upphædd hvørt árið, til hann fellur burtur. Tað kostar árliga 40 - 45 mió. krónur.
Vit hava harnæst gjørt avtalu við danir at gjalda skuldina aftur eftir 20 árum, og eingin grund er fyri at framskunda tað.
Tað merkir, at vit ikki skulu hava fleiri mió.krónur yvirskot á fíggjarlógini árliga, fyrr enn seinasta árið í afturgjaldingartíðini, um inntøkur og útreiðslur eru tær somu sumí dag, og sum fíggjarlógaruppskotið leggur upp til, sigur Karsten Hansen.
Hann vil heldur tosa um upphæddina 40 mió. krónur árliga í landshúsarhaldinum, og hvussu tær skulu fáast inn. Tað kann gerast við sparingum og rationaliseringum. Eitt nú við at gera almenna sektorin einfaldari so meiri fæst fyri peningin.
Vit eru farin undir hetta arbeiðið, og vóna at at síggja fyrsta vinningin av hesum í 1999, sigur Karsten Hansen
Harnæst skulu vit skapa fortreytir í vinnuni. Føroyingar eiga nógvan pening innistandandi í Føroyum og uttanlands, og teir fara kanska at seta pening í nýggjar vinnur, tá politikararnir hava sagt, hvat teir vilja.
Spurdur um tað ikki fór at elva til nýggjar stuðulsveitingar, viðgongur Karsten Hansen, at stuðulsskipanir higartil hava verið ein sovikoddi hjá vinnuni, sum bert bíðar eftir at fáa stuðul, um ætlanin er at fara undir eitthvørt vinnuligt tiltak.
Hann heldur kortini ikki, at allir vinnulívsmenn uttan víðari vilja taka ímóti stuðli, men at tá grannin fær stuðul, noyðast aðrir at taka við hesum, tí annars virkar tað kappingaravlagandi.
Er ikki vandi fyri at búskapurin hevur fingið ov nógva ferð á seg?
Eg hugsi ikki at vandi er á ferð. Vit fylgja við gongdini alla tíðina og kunnu seta tiltøk í verk, sum kunnu stýra búskaðinum, sigur landsstýrismaðurin.
Um ætlanirnar at rationalisera og umleggja, tekur Karsten Hansen fram dømi um mvg-lógina, sum var rímiliga einføld í byrjaini, men sum nú er vorðin ein frumskógur av undantøkum, sum kostar nógv at umsita.
Spurningurin er um ikki eins gjald fyri øll hevði verið besta loysnin soleiðis at hetta bleiv ein standard skipan. Tað vil landsstýrismaðurin helst fremja, men skal tó hava politiska støðutakan til málið í samgonguni. Hann vónar at samgongan gongur við til tað.
Eru tá dømi um at mvg1ið rakar so skeivt í onkrari vinnu, at hon drepur virksemið, mugu vit taka tað upp fyri seg, sigur Karsten Hansen.
Spurdur um skattalættan, sigur Karsten Hansen, at trupulleikin ikki er, at ov lítið kemur inn í skatti. Spurningurin er, hvussu landskassin regulerar gongdina í samfelagnum, eitt nú við at gera stórar íløgur í góðum tíðum og lítar í vánaligum tíðum.
Viðvíkjandi skattalætta, so verður bert latið barnafamiljum. Barnafrádrátturin veksur úr 2900 krónum upp í 4000 krónur fyri hvørt barnið.
Hetta verður gjørt fyri at sýna ungum familjum vælvild, og fyri at fáa tær ungu familjurnar, sum fluttu av landinum, heimaftur. Tað kostar 11 mió.krónur.
Vit eru so nýggir í Landsstýrinum, men vit vilja gera haldgott arbeiði til tess at framja fullveldi - vónandi innan tvey ár eru umliðin, sigur Karsten Hansen.
Bankastjóri um fullveldisætlanina
Í mikudagsútgávuni av Sosialinum var samrøða við Janus Petersen, bankastjóra um fullveldisætlaninar og hvat skal til, fyri at hetta búskaparliga kann gerast veruleiki.
Hann tekur ikki støðu til fullveldi ella samveldi, men vísir m.a. á, at myndugleikarnir í verki mugu vísa, um tað ber til at at vaksa um yvirskotið á fíggjarlógini við umleið 300 mió. krónur meira enn í dag, áðrenn tað ber til at trúgva upp á fullveldisætlanina.
Bankastjórin helt at krøvini eru breiðar politiskar semjur og nógv arbeiði, um veruligur vilji er aftan fyri visiónirnar um fullveldi, men vísti á dømi um at í løtuni verða nógv tiltøk gjørd, sum bera burtur frá málsetninginum um fullveldi.
Tað kann hava við sær, at vit noyðast at dúva enn meiri upp á blokkin, og hervið flyta okkum burtur frá møguleikanum um fullveldi.