Nógvur innandurafótbóltur um vikuskiftið

Fótbóltur: B36 skipar um vikuskiftið fyri óalmennari FM-kapping í innandurafótbólti fyri lið í yngru deildunum

Um vikuskiftið verður stór innandurafótbóltskapping fyri tær smærru deildirnar í ítróttarhøllini á Hálsi. Tað er tann sonevnda Nósa Cup kappingin, sum B36 skipar fyri, og sum eisini hevur fingið heitið sum óalmenna FM-kappingin í innandurafótbólti fyri yngri lið.

Tilsamans eru 83 lið við í kappingini í ár, og tað er tað sama sum umleið 650 spælarar, heilt frá gentur 10-12 ár upp til dreingjadeildina. Liðini koma úr øllum landinum, heilt úr Sumba til SÍ í Sørvági.

Byrjað verður leygardagin klokkan 15.30, og spælt verður síðani allan leygardagin heilt fram til klokkan 1.10 um náttina.

Sunnudagin verður so hildið fram frá klokkan 8.30 til 22.35, tá seinasta kappingin er sett at enda.

Í mun til í fjør kappingin øðrvísi á tann hátt, at eingir pinkulingar, eingir unglingar og ongar gentur 14-17 ár eru við hesuferð. Tað er ikki tí fyrireikararnir ikki høvdu viljað havt hesi við eisini, men av tí at høllin er so nógv upptikin, hevur tað verið neyðugt at skorið kappingina niður á henda hátt. Eitt nú byrjar kappingin hjá dreingjum leygardagin klokkan 19.40, og hon verður liðugt spæld leygarkvøldið ? við finalubólki og øllum.

Restin av leygardegnum verður brúkt til innleiðandi kappingarnar hjá gentum 10-12 ár og hjá smágentum.

Sunnudagin spæla piltar, smádreingir og smápiltar so innleiðandi kappingarnar, og eftir tað verða finalubólkarnir hjá øllum uttan dreingjunum so spældir ? smápiltar, gentur 10-12 ár, smágentur, piltar og smádreingir.

Spælt verður við stórum málum ? teimum sonevndu smápiltamálunum ? og fýra spælarar umframt ein málverji kunnu vera á vøllinum ísenn. Tilsamans kann eitt lið hava upp til átta spælarar við.

Øll, sum eru við í kappingini, fáa luttøkubræv frá Føroya Banka, og Føroya Banki letur eisini heiðursmerki til nummar eitt, tvey og trý.

Steyp verður eisini latið til toppskorara og besta spælara í hvørjum aldursbólki. Tað eru vaksnir venjarar og spælarar, sum velja bestu spælararnar.

Og Restorff?s bryggjarí stuðlar við sodavatn til allar spælararnar.


Vaksin kapping millum

HB, B36 og landsliðið

Sum nakað heilt serligt hevur tað í ár eydnast fyrireikarunum at fáa eina kapping millum eitt vaksnamannalið hjá HB, eitt hjá B36 og so eitt landslið, í lag.

Henda kappingin verður sunnudagin frá 17.35 til 18.00 og fer ivaleyst at vera sera undirhaldandi hjá øllum hinum luttakarunum. Aftan á hesa kappingina fáa 15 heppin børn troyggjurnar hjá hesum trimum liðunum. Hetta verður gjørt á tann hátt, at spælararnir tveita troyggjurnar út til áskoðararnar, og so ræður um at vera vakin!

Tey trý liðini, sum skulu spæla í hesi kappingini, eru mannaði soleiðis:

HB: Kaj Leo Johannesen, Rúni Nolsøe, Jens Erik Rasmussen, Johannes Joensen og Andrew av Fløtum.

B36: Egin Høgnesen, Arnbjørn Danielsen, Tomislav Sivic, Jan Guttesen og Jákup á Borg.

Og landsliðið: Jens Martin Knudsen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen, Allan Mørkøre og Uni Arge.