hann í FM´98 vann við svarta fólkinum móti Heina Olsen í síðsta umfari og kom sostatt tá ájavnt í stigum við Heina. Og sum talvið leið sást at John spakuliga fekk tryggjað sær ein fyrimun og fór tá í kongaálop [...] var Flóvin rætti vinnari av hesum fyrsta talvi í umdystinum. Torbjørn respektleysur Vísti Torbjørn respekt í fyrsta talvinum so var søgan ein heilt onnur í talvinum móti John leygardagin. Torbjørn segði [...] skuffaður um úrslit sítt. Men hann ætlar sær helst at koma sterkt aftur í næsta ár, tá FM einstaklingakappingin verður í Vestmanna. Tiltakið eydnaðist sera væl, sum sagt vóru fleiri hundrað sum fylgdu talvunum
Mikkjal til alt í einum, og tað eydnast. Hann kemur í bátin til bróðurin og hinar, sum ikki vistu hvat tað var. Komin í bátin roynir Mikkjal at fáa vent bátinum inn frá boðanum, sum eydnaðist í síðstu stund [...] var t.d. í Íslandi í fleiri ár og róði út og var millum teir raskastu. Hann byrjaði sum heilt ungur at rógva út. Tað er um eitt bjargingarbragd Mikkjals eg vildi sagt frá: Tað var ein morgin í 1880-unum [...] tað vóru nógvir av bátunum, sum komu í trupulleikar. Teir fingu skvampar, og tað hevði við sær, at svinghjólini fóru at oysa. Hetta hevði ta avleiðing, at magnetið í bensinmotorinum gjørdist vátt, og tá
Tvøroyri. Illveðrið í 1935 hjá "Blithesome" Men í 1934-35 var eg við "Sigurfarinum" hjá Seglhúsinum í Klaksvík. Heimtúrurin í 1935 gjørdist minniligur. Vit vóru fleiri skip, sum fóru inn í Føroyingahavnini [...] nógvur fiskur í lastini, men nógv salt var eftir, og var tað farið í annað borðið. Vit fóru so nakrir aftur í lastina at lempa. Tá vit komu framaftur í lugarið, lógu fleiri mans á knæ í bøn til Gud. So [...] keypmaður í Vestmanna, og sum uppkallaði skipið eftir Funningsmúlan. Tað var í 1930. Vit fóru yvir á Eysturlandið. Hetta var fyrsti túrur, sum henda sluppin hevði motor, men sum aðrir motorar tá í tíðini
gekk eg eisini í sunnudagsskúla í Hvalvík. Hesin sunnudagsskúli byrjaði í 1923, og tá var tað Elsa Joensen í Ólavsstovu, sum skipaði fyri. Hon var systir Ólav av Heygum í Vestmanna. Í 1929 gingu eini [...] Men hetta endaði við, at eg og Andreas í Køkinum gingu arm í arm allan vegin til Syðrugøtu. Vit bóltaðu rút í heilum í allari hálkuni. Men vit vóru so aftur í Gøtu um níggju tíðina á morgni. Tá vóru Frida [...] hjá mær í Valhøll í Syðrugøtu, sum tá var ein partur av røktarheiminum í Runavík. Nú rópar ein: “Hensia kom her!” Eg hyggi, nú er tað Jona á Langasandi, kona Jóan Petur. Hon var dóttir Sørin í Hósvík
lidna í sambandi við ”Neptun” í 1934, har nógvir menn úr Mykinesi vóru við. Inni í bókini eru fleiri málningar hjá Mikines um sama evni endurgivnir í litum. Eisini er Ingálvur av Reyni umboðaður í bókini [...] hesum vanlukkum. Men í hesi bók er meginparturin av tilfarinum ikki alment kent áður. Bert í avmarkaðan mun er tikið í tað, sum onnur hava skrivað, fyri at kunna fáa vanlukkurnar lýstir í síni heild. Her skal [...] skal gevast ein hylling av innihaldinum í bókini við at umrøða teir ymsu partarnar í bókin: Skaðadagurin í Hesti Í 1919 hendi fyrst tann vanlukkan, at ein bátur við 4 monnum ikki kom aftur av útróðri.
tað var skotið inn í sýslumanshúsini. Hetta var 20. november 1955 í tíðini, tá læknastríðið í Klaksvík var í hæddini. Tá vóru staddir á Tvøroyri tveir kriminalpolitistar frá politinum í Klaksvík, sum vóru [...] uppgávan hjá korpsinum var umframt patruljering í býnum, at hava vakt á skansanum og at ansa eftir fangunum í fongslinum, sum var innrættað í niðastu hædd í skansanum. Ein onnur uppgáva var at rógva emb [...] kallað, kom í søguna, sum tann einasti lærari í Føroyum, sum varð koyrd úr starvi, tí hon gjørdist “baptist.] Vit vóru úti við 40 børn í fyrsta flokki. Hvussu var og ikki, men eg fór upp í annan flokk
Tann stóri munurin er tó, at í Oman undirvísi eg bara í einum ljóðføri, meðan eg í Føroyum undirvísti á nógvum ymiskum umráðum. Í Føroyum var tað eisini meir sosialt inni í myndini. Um onkur ikki kom til [...] inni í sjálvum palassinum hjá sultáninum. Tað er sum at koma inn í eina heilt annan heim. Ken hevði ikki sæð nakað líknandi, fyrstu ferð hann kom inn í høllina. Tøkniliga og ljóðliga; har var í grundini [...] nógv øðrvísi at liva í Oman í mun til heima í Føroyum. Men tú mást uppliva tað fyri at fáa eina rætta fatan av landinum og fólkinum, sigur Lív. - Eg síggi nógv øðrvísi uppá tað nú, í mun til tá ið eg bara
fo/~aa-fo/ AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt [...] Heimamissiónin hevur útimøti leygardagin kl. 15.00 í Dali, kl. 17.00 í Húsavík, kl. 20.00 í Skálavík og sunnudagin kl. 15.00 á Sandi Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 17.30: Bøn- & lovsongsløta, kl [...] loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týskvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu læknamiðstøðini á Tvøroyri eru
henda bók inn í hvønn krók í føroyskum bygdarlívi, soleiðis sum ein uppvaksandi drongur sá og fataði hetta lív í einum tíðarskeiði, sum hevði sínar røtur aftur í eldri tíð; men samstundis í einum tíðarskeiði [...] so nøkulunda frá, hvat ið stendur í bókini og so at hava nakrar metingar um tað. Ikki tí tað hevur verið nógvur dramatikkur í lívinum hjá dreingjum og gentum í Føroyum í teimum døgum, sum á mangan hátt var [...] kollveltingin í øllum samskifti mundi vera, tá ið Benadikt í Bíggjarlagnum keypti hin nýggja og fína Bedfordlastbilin í 1950. Tað var av sonnum ein stórur dagur, tá ið sandbáturin ?Ormurin? í Fuglafirði kom
Ungdómsmøti verður í missiónshúsinum í Vági kl. 21.30 fríggjakvøldið og í missiónshúsinum í Porkeri leygarkvøldið 24. okt kl. 21. Fólk av Strondum luttaka. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið í Hvalvík Sunnudagin [...] ur 37. AA-fundir í Vestmanna Í Skótahúsunum Hósdag kl. 20 AA-fundur. Sunnudag kl. 17 AA-fundur (opin fundur). AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn [...] kirkjukaffi. dagurin verður hildin í Pállstovu, Mykinesgøta frá kl. 17. Eingin sunnudagsskúli í morgin. www.katolsk.fo Sjómanskvinnuringurin í Gøtu kemur saman í Gøtubrá mánakvøldið kl. 19.30. Allar kvinnur