Heilt nógv fólk høvdu leitað sær oman í Hotel Hafnia hvítusunnudagin at fylgja talvinum millum Flóvin Tór Næs og John Rødgaard. Eisini vórðu øll trý talvini send beinleiðis út á alnetið á heimasíðunum www.sam-teld.fo/talv og www.hafnia.fo, og í miðal hevur alnetshyggjaraskarin ligið um 300 um dagin og tað prógvar hvussu talvvinarligur hesin nýggi miðil er.
Støðan var greið undan hesum seinasta talvinum, nevnliga tann at John mátti vinna fyri at koma ájavnt við bæði Flóvin og Torbjørn, og tað hevði viðført ein enn longri umdyst millum teir tríggjar. Vann John ikki, ja so varð Flóvin nummar eitt.
Men vit fara at byrja við tí fyrsta talvinum sum varð telvað fríggjadagin millum Torbjørn og Flóvin. Torbjørn legði varisliga út við hvíta fólkinum og tað viðførdi at Flóvin útjavnaði heilt skjótt og kom í miðspælinum at standa betur.
Tá endaspælið nærkaðist hevði Flóvin kroyst Torbjørn saman og spurningurin var bert um tíð nær bundið varð um posan. Men tað sum oftani hendir tá ein hevur nógvar góðar leikir at velja ímillum er, at ein ikki ansar sær ov væl. Og tá Flóvin leikti Rc2 helt hann ivaleyst at tað var bara ein av fleiri góðum leikum hann hevði, men so var ikki. Torbjørn var tá skjótur, ofraði bispin og fekk rikið kongin hjá Flóvini úr tryggleikanum. Tá so Torbjørn hevði møguleikan at gera avgerandi leikin, sum møguliga hevði ognað honum javnleikin, valdi hann skeiva leik og eftir tað vann Flóvin lættliga.
Hetta varð eitt talv har Torbjørn ivaleyst hevði ov nógva respekt, byrjaði heldur varisligari enn neyðugt og fekk tí aldrin fótin fyri seg. Sjálvt um Torbjørn hevði ein møguligan javnleik við hendur var Flóvin rætti vinnari av hesum fyrsta talvi í umdystinum.
Torbjørn respektleysur
Vísti Torbjørn respekt í fyrsta talvinum so var søgan ein heilt onnur í talvinum móti John leygardagin.
Torbjørn segði sjálvir eftir talvið, at hann hevði einki at tapa og fór tí respektleysir eftir sigrinum. John fór somuleiðis eftir sigrinum, men hansara støða var eitt sindur annarleiðis við tað, at hann ?skuldi? vinna. John var ein náttúrligur favorittur undan talvinum, men eftir 41 leikum og fýra tímum sótu fólk nærum við opnum munnum tá ratingfavoritturin gavst. Talvið var sera opið, John hevði yvirtakið í sentrumi, meðan Torbjørn royndi at skapa eitt kongaálop.
John var sum vanligt í tíðarneyð, men sum leikur leið steðgaði álop Torbjørns upp og mátti hann pent bakka við frúnni. Nógvir taktiskir møguleikar lógu enn í støðuni, teir flestu átti Torbjørn, og við tíðneyðini hjá John í huga royndi hann eina síðstu roynd at endurvinna álopið. John sá ikki vandan, tók ímóti finnunum Torbjørn ofraði og tá varð galið. Við hesum finnuoffrum opnaði Torbjørn hvítu kongastøðuna og vann tá forserað! Sera gott telvað av Torbirni sum nú bert er annar av teimum sum hevur vunnið John við svarta fólkinum.
Flóvin var kaldur
Í trimum teimum seinastu FM einstaklingakappingunum hava Flóvin og John leikt javnleik, og við tí í huga var sannlíkt at Flóvin fór at standa royndina og harvið gerast føroyameistari. Millum nakrar áskoðarnar var tó meint at John kundi klára hesa uppgávu, eftirsum hann í FM´98 vann við svarta fólkinum móti Heina Olsen í síðsta umfari og kom sostatt tá ájavnt í stigum við Heina. Og sum talvið leið sást at John spakuliga fekk tryggjað sær ein fyrimun og fór tá í kongaálop við frúnni, báðum rókunum, bispi og finni. Flóvin vardi hegnisliga sum viðførdi at John satsaði, og endin varð, at John misti eina finnu og kundi tá ikki vinna telvaði Flóvin rætt. Tá analyserað varð eftir talvið, hevði John onkrar góðar leikir, sum møguliga hevði broytt støðuna. John royndi eitt sindur aftrat í endatalvinum, men har var einki at gera.
Teir samdust um javnleik. Um nakar átti at vinna endatalvið, so var tað Flóvin, men ikki varð tað neyðugt fyri at gerast føroyameistari. Javnleikurin var nóg mikið.
Vanligani er tað fyrimunur at hava hvítt í talvi, men í hesum trýmansumdysti vann eingin við hvíta fólkinum. Svarta fólkið fekk tvey og eitt hálvt stig, meðan hvítur fekk bert hálvt stig.
Endastøðan varð hendan
FM Flóvin 1,5 stig
Torbjørn 1
John 0.5
Flóvin telvaði best í hesum umdysti, tað eru øll samd um. Ivaleyst hevur nógva telvingin hjá Flóvini síðsta árið givið honum íblástur og dirvi, og gjørt hann til ein betri telvara. Tað eina málið hjá Flóvini er nú rokkið, nevnliga at gerast føroyameistari, tað næsta málið er ein IM normur, segði ein fegin og lættnaður Flóvin eftir umdystin.
-Eg kom púra frístillaður til umdystin, og eri sera nøgdur og glaður fyri mítt úrslit, segði Torbjørn eftir umdystin. Og tað er væl skiljandi, Torbjørn yvirraskaði nevnliga teir flestu við øðrum plássinum.
Eingin hevði væntað hesa endastøðu við John sum aftasta mann, men so varð og sjálvandi var John skuffaður um úrslit sítt. Men hann ætlar sær helst at koma sterkt aftur í næsta ár, tá FM einstaklingakappingin verður í Vestmanna.
Tiltakið eydnaðist sera væl, sum sagt vóru fleiri hundrað sum fylgdu talvunum beinleiðis á alnetinum. Eftir umdystin varð steypahandan og virðislønir vórðu givnar telvarnum, eisini fingu teir blómutyssi. Formaður Talvsambandsins, Rani Nolsøe handaði lutirnar. Hann helt at hesin umdystur var sera spennandi og takkaði telvarnum fyri teirra stríðsanda teir vístu. Rani nýtti somuleiðis høvi at takka Hotel Hafnia fyri tær sera góðar umstøður sum fyriskiparar, telvarar og áskoðarar fingu undir umdystinum. Eisini takkaði hann Føroya Tele fyri stuðul
Talvini eru sum víst niðanfyri
1)
Torbjørn Thomsen (2210)
Flóvin Tór Næs (2260)
1.c4 c5
2.Ric3 Rif6
3.g3 g6
4.Bg2 Bg7
5.Rif3 d5
6.cxd5 Rixd5
7.0-0 0-0
8.Rig5 e6
9.Rige4 c4
10.d3 cxd3
11.exd3 Ric6
12.Rixd5 exd5
13.Ric3 Be6
14.Bf4 Rc8
15.Fd2 Rid4
16.Bh6 Bxh6
17.Fxh6 b5
18.a3 a5
19.Kh1 b4
20.axb4 axb4
21.Rid1 Rib3
22.Ra4 Fb6
23.Rie3 Ric5
24.Raa1 Rixd3
25.Rixd5 Bxd5
26.Bxd5 Rixf2+
27.Kg2 Rc2
28.Bxf7+ Kxf7
29.Fxh7+ Kf6
30.Fh4+ Kg7
31.Fe7+ Rf7
32.Fe5+ Ff6
33.Fd5 Rd2
0-1
(2)
John Rødgaard (2335)
Torbjørn Thomsen (2210)
1.c4 Rif6
2.Rif3 g6
3.Ric3 Bg7
4.e4 d6
5.d4 0-0
6.Be2 e5
7.Be3 exd4
8.Rixd4 Re8
9.f3 Ric6
10.Fd2 Rih5
11.Rixc6 bxc6
12.g4 Rif6
13.h4 h5
14.g5 Rid7
15.0-0-0 Bb7
16.Bd4 Bf8
17.Bf2 Bg7
18.Rhe1 c5
19.Fc2 Bc6
20.Bd3 Fb8
21.f4 Fb4
22.e5 Rab8
23.Be4 Bxe4
24.Rxe4 Re6
25.Be1 Fb7
26.Re2 Rib6
27.exd6 Rxe2
28.Fxe2 cxd6
29.b3 Fd7
30.Fd3 Re8
31.Rib5 d5
32.cxd5 c4
33.bxc4 Rixc4
34.Ric3 Rie3
35.Bd2 Rixd1
36.Kxd1 Rd8
37.Kc2 Bxc3
38.Bxc3 Fxd5
39.Fa6 Fd1+
40.Kb2 Rb8+
41.Ka3 Fc1+
0-1
(3)
Flóvin Tór Næs (2260)
John Rødgaard (2335)
1.d4 d5
2.c4 e6
3.Ric3 Rif6
4.Rif3 Be7
5.cxd5 exd5
6.Bg5 c6
7.e3 Bf5
8.Bd3 Bxd3
9.Fxd3 Ribd7
10.0-0 0-0
11.Ff5 Re8
12.Rac1 Bd6
13.Rfe1 Fb6
14.Bxf6 Rixf6
15.Rc2 Re7
16.Rec1 Rae8
17.a3 Fd8
18.Rid2 Re6
19.Ria4 Rid7
20.g3 Rf6
21.Fg4 Rg6
22.Fh3 Rh6
23.Fg2 Rg6
24.b4 h5
25.Ric5 Rixc5
26.bxc5 Bc7
27.Rif3 Re4
28.Rid2 Ree6
29.Rif1 h4
30.f4 f5
31.Ff3 Fe7
32.Rg2 b5
33.Rcc2 Rg4
34.gxh4 Fxh4
35.Rxg4 fxg4
36.Fg3 Fh5
37.Rg2 Rg6
38.h3 Ff5
39.hxg4 Fd3
40.g5 Ff5
41.Fg4 Fxg4
42.Rxg4 Re6
43.Kf2 Re8
44.Rid2 a5
45.Rg1 Kf7
46.Rh1 a4
47.Rif3 Ke6
48.Rie1 Kf5
49.Kf3 Ba5
50.Rid3 Bc3
51.Rh2 Rb8
52.Rc2 Ba5
53.Rie5 Rc8
54.Rh2 Bc3
55.Rc2 Ba5
56.Rh2 Bc3
57.Rc2
Remis
.