8. partur
Kvartermeistarin Sámal Samuelsen á Krákusteini, sum var giftur við fastur Margethu, konu míni, hevði ein son, Daniel Samuel, sum var »blátt barn«. Hann var føddur við hjartafeili og doyði ungur.
Eg plagdi at spæla við sonin Anton. Sámal dámdi væl at práta. Hann var nokk so belisin og visti meira um heimin, enn teir havnarmenn, sum savnaðust undir neystinum at tosa um dagsins trupulleikar.
[Hetta er eisini komið til sjóndar í hansara áhugaverdu endurminningum, sum komu út fyri nøkrum árum síðani, og sum eru umrøddar í røðini Hendur ið Sleptu.]
Politistaliðið, sum avloysti jekaraliðið, var hálvhernaðarligt. Teirra uniformur minti nógv um gamlar marinarauniformar. Vápnið var korða, sum var borin í eini svartari reim um akslarnar. So vítt eg minnist, vóru tað í mínum ungdómi 12 meinigir og tveir kvartermeistarar í liðnum.
Teir meinigu blivu útpeikaðir sum eitt slag av verjuskyldu. Lønin var lítil. Ein skeppa av bygg og rættin til at velta á Skansatrønni. Pápi mín var meinigur eitt stutt skifti, áðrenn hann giftist.
Fremsta uppgávan hjá korpsinum var umframt patruljering í býnum, at hava vakt á skansanum og at ansa eftir fangunum í fongslinum, sum var innrættað í niðastu hædd í skansanum. Ein onnur uppgáva var at rógva embætismenninar og teirra gestir, tá ið farast skuldi út á bygd.
Pápi fortaldi um ein slíkan túr, tá ið teir fóru norður um Eysturoynna og Streymoynna og aftur til Havnar. Hetta vóru nógvir fjórðingar. Hvíld ella svøvn fingu teir ikki uttan á onkrum stuttum steðgi á ferðini, sum vardi eitt gott samdøgur.
Hevði skrekk fyri lærarum
Longu áðrenn eg fór í skúla, hevði eg fingið skrekk fyri lærarum. Hetta kom av, at yvirlærarin við realskúlan, (Louis Bergh), sum var ein stórur og grummur maður, hevði sína dagligu gongd framvið Ólastovu. Hann brummaði altíð ein djúpan bass sum ein bjørn. Hann hevði verið lærari hjá pápa mínum, og pápi hevði fortalt nógvar søgur um, hvussu ringur hann var. Hetta hevði givið mær ræðslu fyri allar skúlalærarar. Men í skúla mátti eg fara, tá ið eg var sjey ár.
Tá var tað ein skomm at koma í skúla og ikki duga bókstavirnar. So eg mátti fyrireika meg. Í grannalagnum búði tann 80 ára gamli Andreas Poulsen, »gamli Andrias.«Hann tók á seg at læra meg stavraðið. Ein ABC varð keypt, og so løgdu vit í vaðið.
Eg kom í kommunuskúlan, tá eg ikki tordi at koma nærindis realskúlan við tí brummandi læraranum.
Men at koma í kommunuskúlan var ikki so skakandi, sum eg hevði óttast. Her var eingin ræðandi lærari. Her var nevniliga eisini ein lærarinna Maria Nicolajsen, seinni gift Joensen. Hon var ikki so strong, ella vóru vit bert so skikkilig. [Maria hjá Conrad, sum hon var kallað, kom í søguna, sum tann einasti lærari í Føroyum, sum varð koyrd úr starvi, tí hon gjørdist “baptist.] Vit vóru úti við 40 børn í fyrsta flokki.
Hvussu var og ikki, men eg fór upp í annan flokk sum nr. 1 av næmingunum. Í 2. flokki fingu vit Jógvan Waagstein til lærara. Hann var sera áhugaður fyri tekning og sangi. Her slapp eg eisini at royna meg sum solosangari við »Tíðin rennur sum streymur í á.«
Tá eg kom heim og fortaldi hetta, helt pápi tað ikki kunna passa. Hann helt meg hvørki hava rødd ella gehør, hetta var ikki beinleiðis eggjandi fyri meg.
Í landalæru lat Waagstein okkum tekna eitt kort av einum landi, og so skuldu vit seta býir, fjøll og áir á kortið uttan nøvn, og skuldu vit so duga nøvnini uttanat. Hetta var ein góður háttur at læra landalæru. Eg haldi, at eg enn kann tekna flestu lond í heiminum.
Ein lærari var eisini Hanus Kamban úr Skúvoy. Ein dóttir hansara var Hjørdis, sum giftist við Hákun Djurhuus, sum eg kom at sita í landsstýrinum saman við.
Tá var langt av Argjum
Tað vóru tveir næmingar av Argjum. Teir høvdu langan veg í skúla, og teir vóru ofta ígjøgnum tá tað regnaði, og teir settu seg á skúlabeinkin. Hóast teir vóru í ullintum klæðum frá uttast til innast, var tað løgið, at teir ikki fingu lungnabruna av at sita vátir í skúlanum.
Tá eg kom upp aftur til próvtøku, kom eg aftur sum nummar eitt av næmingunum upp í 3. og elsta flokk. Her var Poul Jensen lærari. Hann var ein myndigur lærari, sum dugdi at geva næmingunum áhuga fyri at lesa uppá. Hann legði stóran dent á at læra næmingarnar danskt.
Poul Jensen var eisini deknur, meðan Waagstein var organistur í kirkjuni. Teir báðir vóru ikki serliga væl, men hetta ávirkaði ikki undirvísingina.
Við ta fylgjandi próvtøkuna gekk tað Hans Olaf Hansen, seinni stjóri í Vanlukkutryggingini, betri enn mær, men vit fingu báðir virðisløn fyri ídni, Árið eftur fingu vit eisini premiu.
Tá var eg blivin 12 ár og fór eins og mong onnur í realskúlan. Eg fór beinleiðis í 2. real. Her komu vit at læra enskt og aðrar nýggjar lærugreinir.
--------
Ejler Djurhuus:
Tá ið skotið varð eftir sýslumanshúsinum
Ein uppgáva hjá sýslumonnum var at skipa fyri grindabýtinum. Hetta kundi fáa sinnini í kók. Meira dramatiskt var tað tó, tá ið skotið varð eftir sýslumanshúsinum
Í seinasta parti varð greitt frá eini grind í Hvalba. Eg minnist serliga eina aðra grind í Hvalba. Tað var ordiligt illveður. Har vóru eisini skúvoyingar. Eg veit ikki hvussu teir vóru komnir, so ringt var veðrið.
Eg var eisini í grindini og stakk ein hval, og tá eg stakk fór økslin úr lið. Eg hevði sera ilt. Vit settu so inn á gomlu kaiina. Tá standa átta mans á kaiini og bíðaðu eftir mær, millum hesar vóru eisini skúvoyingar. Tá hugsaði eg, at teir vilja nokk hava sína grind beinanvegin. Eg kom so uppá kaiina. Tá sigur ein við meg, at »vit eru nakrir mans úr Skúvoy, sum eru her við báti. Kundu vit fingið okkara grind beinanvegin. Vit hava langan veg heim.«
Eg segði, at hetta bar ikki til, fyrr enn grindin var merkt. Jú, jú tað var einki at gera við tað.
Sum eg fari víðari, so sigur næsti maður akkurát tað sama um at fáa teirra grind beinanvegin. »Hoyrdi tú ikki, hvat eg segði við hann.« »Jú, men hatta segði tú ikki við meg!«
Tað var ikki gott nokk, at eg hevði sagt tað við hin bygdarmannin í somu støðu. Tá kom triði maðurin og spurdi um akkurát tað sama. Men hann fekk eisini sama svar.
Ørur í grind
Eg upplivdi fleiri grindir bæði sunnanfyri og í Klaksvík. Tá kundi eg síggja, at fleiri menn kundu blíva púra frá sær sjálvum. Ein, sum seinni bleiv grindaformaður, segði, at »bert eg hoyri orðið grindaboð, tá sýgur tað so at hjartanum.« Eg segði, at tað kundi eg als ikki skilja. Men mangur hevði tað á tann hátt.
Tað var eisini ein søga um ein grindaformann, sum stóð á trappuni og deildi seðlarnar út. Tá hevði ein grindamaður blakað ein grindaknív eftir sýslumanninum, sum stóð dygst við, og hann kom at standa í durastólpan.
AT – stjórin slapp at koyra fiskaprísirnar niður
Tað er nokk so nógv skrivað um AT, Arbejdernes Trawlerdrift, í røðini í Miðvikuni við Gerdu Einarson.
Hetta var tann stóra fyritøkan á Tvøroyri í eini 15-20 ár frá seinnapartin av 30-unum til fyrrapartin av 50-ununum. Tað gekk eisini væl hjá teimum tey nógvu av hesum árunum.
Hetta var jú ein »javnaðarfyritøka«, sum ikki varð rikin á júst sama hátt sum aðrar fyritøkur. Meginpartin av tíðini var Hjalgrim á Heygum stjóri. Hann var sonur tann kenda framburðsmannin Ólav av Heygum í Vestmanna.
Men umframt stjóran var eitt driftsráð við politiskum umboðum og úr fakfelagsrørsluni. Her kundi stríð vera millum áhugamálini hjá fyritøkuni og politisku áhugamálini hjá driftsráðnum. Hetta gjørdi tað ikki altíð lætt hjá Heygum, sum hann var kallaður.
Eina ferð hevði driftsráðið sett sær fyri, at nú skuldu fiskaprísirnir upp hjá útróðrarmonnum. Hesum var stjórin hart ímóti. Sum var, var tað júst javnvág millum inntøkur og útreiðslur, so ráðini vóru ikki til tess.
Men her var eingin bøn. Fiskaprísurin skuldi upp, og hetta varð eisini samtykt av driftsráðnum.
Seinni kundi Heygum svart uppá hvítt vísa á, at nú gav útróðrarfiskurin hall. Tað skilti driftsráðið nú væl. Men nú prísurin skuldi niður, mátti stjórin sjálvur gera tað! So kundi hann eisini fáa skolurnar!
Skotini móti sýslumanshúsini
Ein onnur hending var, tá ið tað var skotið inn í sýslumanshúsini. Hetta var 20. november 1955 í tíðini, tá læknastríðið í Klaksvík var í hæddini. Tá vóru staddir á Tvøroyri tveir kriminalpolitistar frá politinum í Klaksvík, sum vóru komnir suður her fyri at kanna eitt innbrot, sum hevði verið. Hetta var so hent beint áðrenn hesa skjótingina. Teir fingu so hetta mál afturat.
Tá ið hetta hendi var eg inni við Rangá. Eg var farin heim um klokkan fimm, og hetta hendi um ein hálvan tíma seinni.
Marius, húskallurin, var farin at kasta nót. Vit áttu part í hesi nót. Hetta gjørdist tað størsta nótakastið, sum hevur verið her á fjørðinum. Teir fingu uppí 28 bátar av stórseiði í einum kasti. Hetta var uttanfyri ta gomlu kaiina, har flakavirkið seinni varð bygt.
Hetta nótakast gjørdist ein stórur partur av notatunum hjá politistunum frá hesi skjóting. Øll tey vitni, sum vórðu avhoyrd, vóru antin á veg oman á kaiina at síggja nótakastið ella vóru tey á veg niðan aftur.
Hesir kriminalpolitistarnir høvdu ongantíð sæð ein seið fyrr og vónaðu ikki at síggja ein slíkan aftur, sum hesin seiður kom at ørkymla hetta mál.
Tað sum hendi var, at mamma stóð frammanfyri køksvindeyganum, tá tað smella eini seks skot. Hon ansaði ikki í fyrsta umfari, hvat hetta var fyri nakað. Hon hoyrdi bert ljóðið av skotunum og trúði, at hetta var fýrverk. Hon sansaði als ikki, at skotini komu ein metur yvir henni. Skotini komu inn í eitt kamar uppi yvir køkinum.
Ikki fyrr enn morgunin eftir, sá Marius, at tað var skotið inn í kamarið hjá honum.
Hjá okkum búði tá eisini Hildur, eitt systkinabarn mítt, sum 12-13 ára gomul kom til okkara at búgva. Mamma hevði spurt Andrias í Heiðunum, beiggja sín, um hon ikki kundi fáa eina gentu at vera hjá okkum, nú hon var einsamøll í húsi. Hann áttu 9 børn. Jú, hon kundi fáa Hildur, tí hon longdist ikki so illa. Á tann hátt kom hon í húsið.
Morgunin eftir fer mamma at mjólka. Marius er í køkinum. Tá sigur hann: »Tey hava verið inni í kamarinum og órudda tað.«Mamma raknar eitt sindur við. Tað var tá løgið.
Hildur var tá hjá eini vinkonu hjá sær, beint tá hetta hendi. Tær gingu í klassa saman. Tá fer hon at hyggja at hesum óruddinum. Tá sær hon, at loftið er skrætt, og at hol er í. Flísar eru eisini farnar. Eitt borð, sum stóð í einum horni, var knúsað sundur. Tá ringir Hildur til mín og sigur, at her er okkurt galið, tí her er alt ein hurlivasi uppi á kamarinum. Eg minnist kortini ikki, um hon segði nakað um skjóting.
Eg fór á staðið, og tá sá eg, at tað uttan iva varð skotið við maskinbyrsu.
Tá fingu vit frá Klaksvík tveir kriminalpolitimenn, og teir høvdu hund við sær. Vit roknaðu við, at viðkomandi hevði skotið, har vegurin gongur omanfyri húsini. Har var eitt transformatortorn, og viðkomandi kann hava staðið aftanfyri har og skotið. Politistarnir komu so við hundi, og so fóru vit at leita. Vit leitaðu uppi á vegnum, men vit kundu ikki finna nøkur patrónhylstur. Vit krússaðu aftur og fram, og hundurin snoddaði somuleiðis. Vit koma niðan á Hválin, sum tað verður kallað, omanfyri kirkjuna, tað er ein hamari. Har stóðu vit og hugdu og tosaðu um, hvar í víðu verð maðurin hevur staðið ella ligið.
Í komandi parti greiðir Kristian frá, tá ið rituvíkingar komu við torvi til Havnar, og tá kemur seinasti partur hjá Ejler við seinna partinum av skotsøguni