ikki vanda okkum um orðini, sum í hesum døgum verða søgd og skrivað, verður tað ikki hugaligt at vera føroyingur í Føroyum, og her verður eisini hugsað um orðaskiftið, sum fer at taka seg upp um »Hvítubók« [...] smávegis villa er í sundurliðingini her, sum í prosentum vísir, hvussu blokkurin ávirkar tær ymisku upphæddirnar í løgtingsins fíggjarlóg, men valla so nógv, at tað broytir myndina í størri mun. 14.10 [...] du tjóðveldismonnum, sum tá sótu á tingi, -og í 1963/66 høvdu vit tað sonevnda sjálvstýrislandsstýrið, sum heitti á Fólkatingið um at fáa m.a. fólkapensiónslógina ajourførda, og í 1966 setti Føroya Løgting
undirstrika, at tað er ikki avgjørt, at talan verður um ein útlending: ? Fyrr var tað soleiðis, at tú setti ein venjara, og so var tað hann, sum út frá sínum fyritreytum legði til rættis. Nú verður nógv gjørt [...] ? Tað er ein rúgva av venjarum á marknaðinum. Men tað ger ikki uppgávuna lættari, tí tú skalt velja tann, sum hóskar best til tín spælistíl og tínar spælarar, og tað er sera týdningarmikið, at tað kanningar [...] gongur leiðir, sum ikki hava verið vanligar, nú teir skulu finna ein nýggjan venjara fyri Tomislav Sivic. Í vikuskiftinum hava teir havt vitjan av einum 51 ára gomlum eysturríkara, sum eitur Adi Pinter
haldgóðari loysn, sum hevur við sær, at hetta mál ikki meira skal jarðleggja alt annað orðaskifti í hesum landi. Ivi í samgonguni Tað tykist nú sum vakna samgongufólk við kaldan dreym. Tað gerst teimum greitt [...] sáttmála í ríkisfelagsskapinum. Einum sáttmála, sum verður altjóða fráboðaður og sum ikki kann takast aftur av donskum myndugleikum. Tað er hetta vit hava nevnt eina sjálvstýrislóg. Beint sum Javnaðarflokkurin [...] er tað so vit nú skulu hava vilja til? Hvat ógjørligt skulu vit alíkavæl gera? Og hvat stríð skulu vit stríða uttan byrsumúlar? Vit kunnu staðfesta, at tá tað snýr seg um tað, sum Bjarni Djurholm í gjár
at játta 24 milliónir í 2001 og 8 milliónir í 2002. Og við hesi játtan væntast fyrsta byggistig av nýggja løgtingshúsinum at vera liðugt í 2002. Men tingfólk eru ósamd á máli, um tað veruliga er rætt at [...] undir teimum karmum, sum eru. Men skal eitt nýtt løgtingshús byggjast, skal tað eftir hansara sannføring ikki byggjast fyrr enn viðurskiftini hjá børnum og gomlum ikki eru fingin í rættlag. ? Eg haldi, [...] peningur verður játtaður til átrokandi mál í samfelagnum. Hans Pauli Strøm sipar í hesum sambandi, eins og Jens av Rana, á eldraøkið, heilsuverkið og strandfaraskipini. Men ikki minst heldur hann tað hava
tykjast tí ivaleysir í, at flokkurin fer at hava alstóran og kanska avgerandi týdning í tjóðskaparspurninginum: Um tað verður egg ella ungi. Og Jákup Suni Joensen tykist eisini halda, at tað hevur týdning, hvønn [...] tilevnað í uttanlandsnevndini í hesum døgum, sigur fólkafloksmaðurin av Signabø. Álit á samráðingarleiðsluni Hann sigur seg ikki stúra fyri eini fólkaatkvøðu, sum Løgmaður og landsstýrismaðurin í sjálvs [...] til at vera ímóti fullveldi, sigur Jákup Suni, sum í sínari røðu á tingi m.a. mælti til eina semju um búskaparpartin, sum m.a. skuldi hava við sær, at tað, ið liggur eftir av gomlu uttanlandaskuldini, skal
líkamikið um hon verður latin av einum 18 ára gomlum lesandi, ella um hon verður latin av einum 40 ára gomlum frøðingi, sum í nógv ár hevur verið úti í heiminum og lisið alt møguligt, sum gevur honum førleika [...] politikkur Tað er tó ikki bara politikkur, sum er á skránni annað vikuskiftið, tá ráðstevnan verður hildin á Læraraskúlanum. Eisini verður sosial samvera og undirhald á skránni. Fríggjakvøldið verður stevnan [...] gera ungdómin í landi okkara varugan við, at vit eisini hava eitt orð at skula sagt í førda politikkinum. Vit kunnu brúka okkara fólkarættarligu støðu á sama hátt sum øll onnur, við tað at ein atkvøða
hatta var ein misskiljing?, og so broyta hasa láturligu upphæddina til í minsta lagi tað, sum hon var fyri árið 1999. Í hesum døgum verður so nógv tosað um ein almennan starvsfólkapolitik. Eg fari at heita [...] úti í heimi hava vit eisini staðið okkum væl í øðrum enn fótbólti. Heldur ikki skulu vit gloyma stóru avrikini, sum ÍSB hevur gjørt í mong ár til bæði EM, HM og OL. Er hetta ikki at umboða Føroyar í altjóða [...] Tað kom sum ein skelkur, at játtanin til Ítróttarsamband Føroya skuldi verða skerd við 1,8 millónum krónum niður í 560.000 krónur. Og ikki bara tað ? ætlanin fyri 2001 og 2002 er sama skerda upphædd. Sum
seg í samband við hann. Leggur einki í skaddar spælarar Spælarar í AGF, sum hava verið skaddir, lata illa at viðferðini, sum teir hava fingið frá Peter Rudbæk. - Eg haldi, at hann leggur ov lítið í teir [...] fleiri spælarar, at tað hevði verið best, um felagið fann nýggjan venjara beinanvegin. Peter Rudbæk verður mettur at vera ein av bestu venjarunum í Danmark, og hann traðkar altíð fram sum ein væltalandi, [...] góða mynd av felagnum, men hann virðir tað ikki, um spælararnir hava eina aðra hugsan, enn hann hevur, sigur Gunnar Lind, sum í løtuni er leigaður Århus Fremad. Tað heldur hann sjálvur komst av, at hann
viðurskifti, sum kunnu bøta uppá skaðarnar, sum eru gjørdir, soleiðis at tey keðiligu árinini minka. Tað er eisini møguligt at gera tað, sigur Bjørstad. Meiri vatn Fólkini í Skåbu biðja um, at tað verður tikið [...] náttúruna og umhvørvinum í økinum. - Olstappen, sum liggur mitt í bygdini, verður í løtuni mestsum turrløgd størsta partin av várinum og fyrru helvt av summrinum. Vatnið stendur sum ein oyðimørk, og tú sleppur [...] liviumstøður, sum vóru oyðilagdar fyri 50 árum síðani. - Eingin í Skåbu heldur, at vit kunnu fáa Vinstra-ánna aftur, sum hon var. Olstappen verður heldur ongantíð aftur líka rík uppá fisk, sum hon einaferð
tók Bárður tað sum var. Neistaliðið hevði 3 brotskøst í dystinum, og eftir at Bárður hevði tikið tey bæði fyrstu, slapp Eli inn at »orðna« tað seinasta. Snøgt sagt riggaði alt sum tað skuldi í seinna hálvleiki [...] geva teimum frið í so mikið sum eitt sekund í seinna umfarinum. Sjúrður kom inn at styrkja um verjupartin, og brádliga fór VÍF at eta burtur av leiðsluni, sum Neistin hevði vunnið sær í fyrra hálvleiki [...] langaði bóltin í málið. Í hinum endanum vóru vestmenningar ivaleyst sera fegnir um, at Bárður Nielsen, sum hesu ferð varð valdur fram um Eli Müller, stóð seg eins væl, og tá hann sunnudagin kom inn í dystinum