Neistin-VÍF 20-27 (15-11)
Tá farið varð til hálvleiks í dystinum millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF, hoyrdust graml um, at hetta neistaliðið sá út til at hava møguleikan fyri tí stóra í hesum kappingarárinum. Skal rætt vera rætt, so var eisini líkt til, at optimistisku áskoðararnir høvdu okkurt at grunda sínar vónir á.
Við fullari ferð
Neisin byrjaði nevnliga á júst sama hátt, sum teir gjørdu ímóti hoyvíkingum fyri 10 døgum síðani við at fáa eina 5-1 leiðslu beinanvegin. Hesu ferð sá eisini út til, at høvdu lært nakað av tí dystinum, tí vestmenningarnir fingu ongan tíð rættuligan frið til at koma aftur í aftur fyrra umfarið, og hóast teir ta einu løtuna fingu 4 mál á rað, so hevði neistaliðið alla tíðina eina trygga leiðslu.
Líkt var til, at neistavenjarin hevði bøtt nógv um verjupartin seinastu venjingartímarnar, og sera væl varð ansað eftir, at Sámal Joensen ikki kundi seta ferð á, fyri síðani at leggja eitt lop afturat sínum 2 metrum áðrenn hann langaði til. Tá vestmenningarnir so endiliga komu ígjøgnum, stóð Bogi Hendriksen fyri teimum, og tá hann hevur ein sovorðnan dag, sum hann hevði mikudagin, gerst lívið ofta súrt hjá mótstøðumonnunum.
Einastu løtuna VÍF beit frá sær hetta umfarið, var tá Ingi brádliga fór at hugsa meira um at skjóta mál enn at spæla viðleikarar til skot. Hann skeyt 3 mál á rað, harav serliga málið til 7-12 var ein sonn perla, har hann við sínum lætta fótskifti sendi alla neistaverjuna eftir hæli, áðrenn hann langaði bóltin í málið.
Í hinum endanum vóru vestmenningar ivaleyst sera fegnir um, at Bárður Nielsen, sum hesu ferð varð valdur fram um Eli Müller, stóð seg eins væl, og tá hann sunnudagin kom inn í dystinum móti Kyndli. Fleiri ferðir helt hann vestmenningar nøkunlunda inni í dystinum við bjargingum, tá neistamenninir vórðu spældir upp til skot, og tað hendi ofta, við tað at teir bláklæddu sýndu sera skjótt, og til tíðir smart álopsspæl.
Hamskift
Hvat Hjalmar Klein Olsen, sum nú er venjari, hevur sagt við sínar leikarar í steðginum, er ikki gott at vita. Í hvussu so er vóru teir fullkomuliga hamskiftir, tá teir komu úr umklæðingarrúminum. Eitt er, at neistamenninir ikki tóktust at vera eins avgjørdir seinna umfarið, men vestmenningarnir vóru ikki sinnaðir at geva teimum frið í so mikið sum eitt sekund í seinna umfarinum.
Sjúrður kom inn at styrkja um verjupartin, og brádliga fór VÍF at eta burtur av leiðsluni, sum Neistin hevði vunnið sær í fyrra hálvleiki. Eftir 8 minuttir stóð á jøvnum 16-16, og hóast Neistin so dánt megnaði at fylgja við til 19-20, so hevði tú nú varhugan av, at VÍF nú av álvara fór at spíla seg út.
Tað gjørdu teir so sanniliga, og neistaliðið, sum nú tóktist meira og meira mótfallið, byrjaði brádliga at gera eitt hav av tekniskum feilum, sjálvt tá teir ikki vórðu settir undir trýst av ágangandi verjuni hjá vestmenningum.
Í eini seinastu roynd at venda dystinum sendi neistavenjarin Petur Magnusson inn at verja málið, men hóast hann hevði onkrar góðar bjargingar, fekk hann so at siga einki gjørt fyri at forða fyri eyðmýkingini.
Seinastu 10 minuttirnar fekk VÍF 8 mál, ímeðan Neistin fekk 1, og sigur hetta ivaleyst alt um, hvussu leikur fór hesa løtuna. Teir bláu høvdu nú givið skarvin yvir, og hóast munurin í tølum ikki var so stórur alla tíðina, varð als eingin ivi um, at stigini bæði fóru til Vestmanna.
Glottar og tó
Neistin vísti í byrjanini stóra framgongd í verjupartinum, sæð í mun til undanfarna dyst, men tað eigur ikki at koma fyri hjá einum liðið, sum ætlar sær at enda í toppinum, at talan er ein slíkan kollektivan niðurtúr. Eftir at hava verið greitt oman á fyrstu 20 minuttirnar, taptu teir seinastu 40 minuttirnar við 8 - 22!
Eg havi ilt við at finna orð fyri, hvussu vestmenningar vendu dystinum, men talan varð um eitt satt liðavrik. Allíkavæl kann eg ikki bara mær fyri at nevna teir tríggjar Harald, Inga og Sámal í álopspartinum, ímeðan Sjúrður var ein sannur brandur í verjupartinum.
Eitt, sum eisini má sigast at vera undrunarvert, er at vestmenningarnir megnaðu at spæla somikið aggresivt í verjupartinum so at siga allan seinna hálvleik. Allir leikararnir góvu seg 100%, og neistaliðið fekk ongantíð frið til at koyra bóltin runt, og tá teir endiliga komu fram við verjuni, tók Bárður tað sum var. Neistaliðið hevði 3 brotskøst í dystinum, og eftir at Bárður hevði tikið tey bæði fyrstu, slapp Eli inn at »orðna« tað seinasta.
Snøgt sagt riggaði alt sum tað skuldi í seinna hálvleiki, og verður hetta lagið framyvir, skulu hini liðini arbeiða hart fyri at kunna gera nakað sum helst við teir.
Málskjúttar:
Neistin: Finnur Hansson 6, Áki Olsen 4, Heini Joensen 4, Elmar Ósá 3, Regin Didriksen 2, Karl O. Andreasen 1
VÍF: Ingi Olsen 8, Harald Bjørgvin 7, Sámal Joensen 5, Johnny Joensen 3, Martin Hummeland 2, Petur F. Joensen og Agnar Joensen 1
Brotskøst: Neistin 3
Gul kort: Neistin 3 - VÍF 3
Útvísingar: Neistin 3 - VÍF 3
Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen