Tað hevur verið nakað av ófriði í felagnum hjá Óla Johannesen hesa vikuna.
Mánadagin søgdu fleiri liðfelagar hjá Óla við Ekstra-Blaðið, at teir hildu tað vera best, um felagið fann sær nýggjan venjara fyri tann sera nógv virda Peter Rudbæk.
AGF-venjarin skiftir næsta summar til meistarafelagið AaB, har hann skal vera venjari, og tað halda fleiri spælarar er ein trupulleiki.
- Vit vita, at hann skjótt er fortíð, og tað hevur helst fingið fleiri spælarar at slaka upp á respektina fyri honum, sigur ein av spælarunum, Kenny Thorup, við Ekstra-Blaðið.
Tí halda fleiri spælarar, at tað hevði verið best, um felagið fann nýggjan venjara beinanvegin.
Peter Rudbæk verður mettur at vera ein av bestu venjarunum í Danmark, og hann traðkar altíð fram sum ein væltalandi, skemtiligur og fyrikomandi venjari, tá hann er í fjølmiðlunum. Eitt skifti var hann upp á tal sum danskur landsliðsvenjari, men so komu Morten Olsen og Michael Laudrup á pallin.
Vil hava ræði á spælarunum
Fleiri AGF-spælarar vísa á, at Peter Rudbæk ansar væl eftir, hvat spælararnir siga við fjølmiðlarnar.
- Hann vil helst hava fullkomiligt ræði á tí, sum spælararnir siga við fjølmiðlarnar. Og av tí sama verður tað sjáldan skrivað nakað negativt um hann. Hann er jú sera væltalandi og skilagóður, sigur Anders Bjerre.
Eitt dømi um, hvussu Peter Rudbæk stýrir sínum spælarum, var givið, tá AGF fyri 10 døgum síðani tapti 2-0 fyri Brøndby. Tá vóru allir spælararnir bidnir um at koma í skiftirúmið, og tá hurðin síðani var latin upp fyri pressufólkunum, høvdu spælararnir fingið at vita frá venjaranum, hvat teir skuldu siga.
- Peter Rudbæk er framúr góður til at geva eina góða mynd av felagnum, men hann virðir tað ikki, um spælararnir hava eina aðra hugsan, enn hann hevur, sigur Gunnar Lind, sum í løtuni er leigaður Århus Fremad. Tað heldur hann sjálvur komst av, at hann ikki segði venjaranum frá, at tveir fótbóltssølumenn høvdu sett seg í samband við hann.
Leggur einki í skaddar spælarar
Spælarar í AGF, sum hava verið skaddir, lata illa at viðferðini, sum teir hava fingið frá Peter Rudbæk.
- Eg haldi, at hann leggur ov lítið í teir spælararnar, sum sita uttanfyri. Hann tosaði lítið við meg, tá eg gekk skaddur í eitt heilt ár, sigur Kenny Thorup.
- Ert tú fastur spælari á liðnum, kanst tú ikki fáa betri venjara, men ert tú marginalspælari, so er ikki líka stuttligt, at hava við Rudbæk at gera.
Peter Rudbæk vil ikki gera viðmerkingar til alt tað, sum spælararnir siga um hann, men hann vísur á, at í øllum fyritøkum eru tað ónøgd fólk, og um Ekstra-Blaðið hevði gjørt ein størri innsats, so høvdu teir funnið enn fleiri ónøgd starvsfólk í AGF.
- Stjórar í fyritøkum tosa ikki alla tíðina við sítt arbeiðsfólk, men spælararnir hjá mær hava altíð vita, at hurðin til mína skrivstovu er opin, um tað er okkurt, teir vilja tosa við meg um, sigur Peter Rudbæk.
Onkrir spælarar, sum tosaðu við Ekstra-blaðið mánadagin, vóru bidnir um at koma til samtalu við leiðsluna í AGF týsdagin, men sambært felagnum er lok lagt á málið, og spælararnir fáa onga revsing fyri sínar viðmerkingar.
Og støðan hjá Peter Rudbæk er óbroytt. Hann heldur fram sum venjari hjá Óla Johannesen og teimum fram til næsta summar.