Jú sanniliga, hesin ungi løgtingsmaður treður dansin undir moldum, so tað stendur eftir. Ein rættiligur deyðadansur - Danse macabre - frá miðøldini.
Óvist er, um ein maður, ið málber seg so lemjandi um sínar landsmenn, er móttakiligur fyri rætt- og vegleiðing.
Hann sigur m.a., at »Fólkapensiónin ?varð blóðpengar?«, (sjálvur kanska so ungur, at eggið valla var troðið, tá ið føroyingar fingu fólkapensiónina,), og við hesum ákærur hann beinleiðis okkara høga ting, tí
-í 1959 fingu eldri og gomul eldursrentu fyri seinastu ferð, og í hennara stað kom tá fólkapensiónin, sum varð einmælt samtykt av Føroya Løgtingi, eisini av teimum 7 heiðursverdu tjóðveldismonnum, sum tá sótu á tingi,
-og í 1963/66 høvdu vit tað sonevnda sjálvstýrislandsstýrið, sum heitti á Fólkatingið um at fáa m.a. fólkapensiónslógina ajourførda, og í 1966 setti Føroya Løgting ta dagførdu lógina um fólkapensión (og aðrar almannalógir) í gildi. Við broytingum eru hesar lógir framvegis galdandi, og tær eru sum flest øllum kunnugt ein rættiliga stórur partur av blokkinum, sum, allur sum hann er, er ætlaður til almannamál, heilsumál og skúlamál.
Um løgtingsmaðurin er í iva um trúvirðið í tí lítla, sum her er skrivað, kann hann blaða í løgtingstíðindum 1961 og 1966.
Nógv vatn er runnið í áirnar, síðan føroyingar fóru at fáa fólkapensión, men eitt er vist: um vit ikki vanda okkum um orðini, sum í hesum døgum verða søgd og skrivað, verður tað ikki hugaligt at vera føroyingur í Føroyum, og her verður eisini hugsað um orðaskiftið, sum fer at taka seg upp um »Hvítubók«.
Hon, bókin, gevur annars orsøk til fylgjandi viðmerking.
Í oktober 1998 samtykti løgtingið uppskot frá landsstýrinum um at taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um eina fullveldisætlan í samstarvi við Danmark. Ein landsstýrismaður setti eina 10-manna nevnd við skrivara, og tað má sigast, at her vóru aðrar knotur í enn í tí av løgtinginum settu § 19 nevnd: fullveldisnevndin gekk í níggju mánaðir og barslaði tríburar hvítar, meðan nevndin, sum skuldi kanna skeivleikar og mistøk í tí almennu fyrisitingini, hevur gingið í 60 mánaðir, og enn veit ongin at siga, nær ella um hon yvirhøvur fer á soppin.
Á síðu 134 í 10. parti hevur nevndin við talvu bólkað ríkisútreiðslurnar í Føroyum í eitt ávíst áramál uttan tó at vísa á, hvussu heildarveitingin (blokkurin) við risastórum lógarkompleksi er krøkt í tað føroyska almenna húsarhaldið ella við øðrum orðum sagt, hvussu blokkurin sundurliðaður sambært nevnda lógarkompleksi er »slúsaður« inn í løgtingsins fíggjarlóg.
Við slíkari sundurliðing við lógartilskilingum høvdu politikarar og skattaborgarar dugað betri at ført sjónarmið síni fram hvør móti øðrum
Á somu síðu verður framhildið, at blokkurin »kom í 1988 og avloysti tá endurgjaldsskipanina«. Her átti at verið tilskilað, at í 1988 vórðu ríkiskassans partur av útreiðslum til skúlamál og heilsumál broyttur frá endurgjaldsskipan til blokkskipan, meðan útreiðslurnar til almannamál av ávísum orsøkum ikki fóru í blokkin fyrr enn í 1993/94.
Um nú nevndin hevði samanborið landskassaroknskapirnar 1987, 1988, 1994 og annars hildið seg til Lógbók fyri Føroyar og Lovtidende, so hevði hon óivað komið til tað úrslit, at blokkurin í prosentum av løgtingsjáttanum er »slúsaður« soleiðis inn í løgtingsins fíggjarlóg:
Heilsumál%Landssjúkrahúsið 50
Statssjúkrahúsið 100
Klaksvíkar sjúkrahús 50
Suðuroyar sjúkrahús 50Ríkissjúkrahúsið 100Kommunulæknalønir 50
Sjúkrakassar 100Heilsu- og heimasjúkras. 50
Læknakannan av børnum
og barnakonum 100
Skúlamál%
Fólkaskúlalæraralønir55
?eftirlønir80
Ymiskt viðv. fólkask.100
Frískúlar100
Tekniskir skúlar100
Maskinskúlin100
Skúlaheim100
Føroya Handilsskúli100
Føroya Læraraskúli100
Serstøk frítíðarundirv.100
Skúlin á Trøðni75
Útbúgvingarstyrkur?
Almannamál%
Fólkapensión50
Avlamispensión50
Einkjubarnastyrkur50
Einkjupensión50
Ymisk hjálp
§§ 9, 13, 18 o.a.25
Barnaforsorg50
Heimahjálparskipanin50
Dagpeningaskipanin40
Vistarheim100
Andveikraverndin100
Ellis- og røktarheim40
Dagstovnar100
Vanlukkutrygg.ráðið100
Vísind, bókmentir og list
Fiskirannsóknarstovan,
lønir?100
Kann vera at onkur smávegis villa er í sundurliðingini her, sum í prosentum vísir, hvussu blokkurin ávirkar tær ymisku upphæddirnar í løgtingsins fíggjarlóg, men valla so nógv, at tað broytir myndina í størri mun.
14.10.99.
Heri Mohr