Krevja vatnið aftur í Vinstraánna

Í 50 ár hava bygdafólkini í fjalla-bygdini Skåbu liva við árinunum eftir vatnorkuútbyggingina av ?Vinstra-ánni?. Nú vilja tey hava vatnið aftur í ánna

Gunnar Tore Larsen, Skåbu. Liss Hansen týddi


Útbyggingin av Vinstra-ánni var ein av teimum størstu og mest umfatandi vatnorkuútbyggingunum í Noregi beint eftir seinna heimsbardaga. Tíggju fjallavøtn vórðu ávirkað frá Tyrin og oman til Vinstra. Áin varð fullkomiliga turrløgd. Í Skåbu í Nord-Fron, Noreg, varð vatnið Olstappen regulerað, og á tí stóra ferðavinnumálinum Kam-fossen varð ikki vatndropin eftir. Á staðnum, har tað fyrr var ein stór skúmandi á, eru nú bara stórir grásvartir steinar.

- Hetta kundi als ikki hent nú á døgum, sigur Leif B. Bjørnstad, seyðabóndin, sum fór úr høvuðsstaðnum fyri at búseta seg í Skåbu fyri fimm árum síðani og er leiðari fyri konsesjonsutvalget. Eftir 50 ár við el-framleiðslu av Vinstra-ánni er nú tíðin komin at kanna, um naka skal broytast. Tað stendur í avtaluni. Nú vilja fólkini í Skåbu hava okkurt aftur fyri teir fyrimunirnar, tey í sínari tíð hava givið til stórsamfelagnum.

- Vatnorkuútbyggingin tók stóran part av grundarlagnum fyri framtíðar vinnumøguleikum í Skåbu, sigur Bjørstad.

- Fiskurin hvarv í Vinstra-ánni og Olstappen, sum í sínari tíð vóru kendar fyri sílini um alt Østlandet. Møguleikarnir fyri at lívbjarga sær við ferðamannavinnu hvurvu, og landbúnaðurin í bygdini varð nógv skerdur. Árinini á náttúru, umhvørvi og djóralív eru ógvuslig, men eru ongantíð útgreinað.

Leiðarin fyri ?konsesjonsutvalget? heldur, at tíðin nú er komin til at rætta upp á tær liviumstøður, sum vóru oyðilagdar fyri 50 árum síðani.

- Eingin í Skåbu heldur, at vit kunnu fáa Vinstra-ánna aftur, sum hon var. Olstappen verður heldur ongantíð aftur líka rík uppá fisk, sum hon einaferð var. Vit mugu bara liva við vatnorkuútbyggingini, men vit biðja kortini um at fáa rættað upp á nøkur viðurskifti, sum kunnu bøta uppá skaðarnar, sum eru gjørdir, soleiðis at tey keðiligu árinini minka. Tað er eisini møguligt at gera tað, sigur Bjørstad.


Meiri vatn

Fólkini í Skåbu biðja um, at tað verður tikið minni vatn úr Olstappen, at eitt minstamark verður sett til vatnmongdina í ovara parti av Vinstra-ánni, endurgjald fyri lendið, sum hvarv orsakað av útbyggingini, ein vinnulívsgrunn og eina fakliga og grundleggjandi meting av árinunum á náttúruna og umhvørvinum í økinum.

- Olstappen, sum liggur mitt í bygdini, verður í løtuni mestsum turrløgd størsta partin av várinum og fyrru helvt av summrinum. Vatnið stendur sum ein oyðimørk, og tú sleppur turrføttur yvirum, ella tú kanst koyra við bili, um tú vilt, sigur Bjørnstad. Leiðarin fyri konsesjonsutvalget vísur eisini á veðurlagsbroytingarnar og vansarnar sum koma, eftir at teir fara at taka vatn í fyrst í marsmánaði.

? Tá vatnið verður tikið, verða nakrar stórar ísfannir liggjandi, sum køla alt umráðið við fjallavatnið. Úrslitið er, at vakstrartíðin minkar við upp til einum mánaði við teimum fylgjum, tað fær fyri landbúnaðin. Tá so ísurin bráðnar koma viðhvørt beinleiðis sandstormar úr umráðnum, sigur Bjørnstad, sum heldur, at vatnorkuútbyggjararnir eisini eiga at rudda upp eftir sær, nú 50 ár eftir at verkið var liðugtbygt.

- Enn liggja trærøtur o. a. eftir á teimum niðurbyrgdu økjunum, og hetta er nakað, sum hevur kostað fiskimonnunum á staðnum rættiliga fitt av peningi gjøgnum árini, tá hugsað verður um mistan reiðskap av ymsum slag. Fleiri av grótbrotunum liggja eisini enn sum opin sár í umhvørvinum, sigur Bjørnstad.


NVE tekur avgerðirnar

Sjálvt um loyvini nú skulu endurnýggjast, er tað »Norges Vassdrags- og Energiverk« (NVE) sum avgera, um tað er neyðugt at revidera. Avgerðin hjá NVE fær eisini týdning fyri allar hinar útbyggingirnar, sum vórðu gjørdar fyrst í fimtiárunum, eins og við Vinstra-ánni hevur konsesjónsavtalur, sum geva høvi til endurskoðan av liviumstøðunum eftir 50 ár.

- Saman við Nord-Fron kommunu hevur konsesjonsnevndin havt fundir við Glommens og Laagens Bruksejerforening, sum umboðar tey orkufeløgini, sum hava áhuga í Vinstra-ánni. Tey høvdu eisini ein kunningarfund í fjør, sigur Bjørnstad.

- Í desembur í fjør søgdu Glommens og Laagens Bruksejerforening seg vilja umhugsa nøkur av krøvunum frá fólkunum í Skåbu.

Uppskotið hjá brúks-eigarafelagnum merkir í roynd og veru næstan einki samanborið við teir skaðar, sum eru hendir við umhvørvi teirra eftir útbyggingina, sigur Bjørnstad.

Leiðarin av loyvisnevndini heldur als ikki, at fólkini í Skåbu eru órímilig, tá tey nú biðja um eina ávísa rætting av umstøðunum.

? Eftir at hava fingið stóra orkumongd úr Vinstra-ánni í 50 ár, er tað ikki meiri enn rímuligt, at stórsamfelagið eigur at kunna lata nakað, sigur Leif B. Bjørnstad, sum umboðar eitt samt bygdasamfelag í hesi søk.