? Ongin eigur at vera í iva um, at vit halda okkum til samgonguskjalið!
Hesi greiðu orð, koma úr munninum á Jákupi Suna Joensen, tingmanni Fólkafloksins, nú úttalilsir frá Bjarna Djurholm, tingmanni, verða tulkað sum prógv fyri tjóðskaparpolitiskari spjaðing í Fólkflokkinum.
Viðvíkjandi Bjarna Djurholm, sum summi tjóðveldisfólk skýra sambandsmann at vera, sigur Jákup Suni eins stutt og greitt, at vit hava talifrælsi í Føroyum.
? Bjarni koyrir upp á okkurt hjá sínum veljarum, og tað er skilligt. Men, eg haldi kortini, at vit eiga at vera trúgv móti samgonguskjalinum. Eg vænti eisini, at Bjarni Djurholm fer at vera trúgvur móti tí, sum Fólkaflokkurin hevur undirskrivað, sigur Jákup Suni Joensen, sum sjálvur sigur seg altíð fara at standa við skjalið.
? Vit satsa upp á samgonguna, staðfestir hann.
Uttanlandaskuldin burturbeinast
Jákup Suni Joensen heldur tað vera sera týdningarmikið, at komandi fólkaatkvøða um statsrættarligu framtíðarstøðu landsins, greitt vísir, at føroyingar hava tikið undir við nýggja sáttmálanum, sum føroyska samráðingarnevndin væntandi hevur megnað at fingið undir land við árslok. Tí heldur hann tað eisini vera frægast um andstøðan fær ávirkan.
? Javnaðarflokkurin vil hoyra til Danmørk, og vit vilja vera frælst land. Eg haldi at føroyingar eiga at fáa tað teir kunnu í hesum umfari.
? Millum flokkarnar kann semja óivað fáast um, at ríkisveitinging eigur at fella burtur eftir einum áramáli. Tekur Javnaðarflokkurin undir við hesum, so kunnu vit í felag vísa í verki, at vit megna at greiða okkara egnu búskaparligu viðurskifti. Og eru vit búskaparliga leys av donskum heildarveitingum, so ber neyvan til at vera ímóti fullveldi, sigur Jákup Suni, sum í sínari røðu á tingi m.a. mælti til eina semju um búskaparpartin, sum m.a. skuldi hava við sær, at tað, ið liggur eftir av gomlu uttanlandaskuldini, skal burturbeinast við parti av somu heildarveiting.
Javnaðartaktikkur
Mong tjóðskaparpolitisk eygu eru í hesum døgum vend móti Javnaðarflokkinum og umboðum floksins á tingi. Við 21,9% av avkvøðunum er Javnaðarflokkurin væl umboðaður; hevur sjey umboð í løgtinginum. Bæði politikarar í samgonguflokkunum og eygleiðarar tykjast tí ivaleysir í, at flokkurin fer at hava alstóran og kanska avgerandi týdning í tjóðskaparspurninginum: Um tað verður egg ella ungi. Og Jákup Suni Joensen tykist eisini halda, at tað hevur týdning, hvønn veg javnaðartummilin fer at venda tá føroyingar skulu velja millum altjóða staðfest sjálvræði ella danska ríki.
? Eg haldi tað vera best, um Javnaðarflokkurin vildi tikið undir við eini loysn, sum liggur uttan fyri danska ríkið. Tí er tað umráðandi, at vit duga at samráðast við hendan flokk, heldur Jákup Suni, sum leggur dent á, at ongar veruligar samráðingar enn hava verið við Javnaðarflokkin.
? Tey eru jú í andstøðu, og úr tí støðuni koyrir formaðurin í Javnaðarflokkinum upp á sína sjálvstýrislóg. Hetta er ivasleyst taktikkur, og tí verður spennandi at síggja endaliga samráðingaruppleggið, sum verður tilevnað í uttanlandsnevndini í hesum døgum, sigur fólkafloksmaðurin av Signabø.
Álit á samráðingarleiðsluni
Hann sigur seg ikki stúra fyri eini fólkaatkvøðu, sum Løgmaður og landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum standa aftan fyri.
? Hesir báðir vísa seg at skilja veruleikan, og tí havi eg álit á teimum, sigur Jákup Suni Joensen, sum væntar torførar samráðingar við danir, sum hann sigur vera sera góðir forrætingsmenn, ið kortini longu hava avdúkað, at teir ikki vilja spæla sær av við oyggjarnar her norðuri.
Viðvíkjandi sjálvari fólkaatkvøðuni, ger Jákup Suni vart við, at tað verður ein vanlukka fyri Føroyar, um øll ætlanin fer fyri bakka.
? Veljarin talaði fyri hálvum øðrum ári síðani, og tað avgerðina eiga vit at virða. Men vit eiga at gera okkum greitt, at um vit fara ov miðvíst til verka, verður úrslitið kanska, at vit fyrstu ferð í søgu landsins atkvøða okkum inn í danska ríkið. Tað eigur ikki at henda, sigur tingmaður fólkafloksins avgjørdur.










