móttøku í hølum sínum á Óðinshædd. Tá fer fyritøkan eisini at kunngera eitt høvuðssponsorat og sýna fram tann litin, sum føroysk fjarskiftisviðskiftafólk skulu kenna fyritøkuna aftur á í framtíðini. Navnið [...] Alnót er eitt orð fyri internet, men vit fevna um so nógv annað enn bara internet, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri á fjarskiftisfyritøkuni. Navnið var sum so í lagi, tá tað var valt. Tá vóru ætlaninar við [...] tað, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri. Nýggja navnið er styttri, og sambært fyritøkuni meira fangandi, enn tað gamla. Vilja hava fimtingin Tá fyritøkan Alnót um ein ella hálvanannnan mánað fer á marknaðin
og missiónshúsið á Argjum Sunnukvøldið kl. 18 møti. Mánakvøldið kl. 20 ungdómsmøti við luttøku frá MF í Århus. Týskvøldið kl. 20 venur Argjakórið ? nýggir limir eru vælkomnir. Rhema á Hálsi Leygarkvøldið [...] sið í Skopun Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli. Onki møti vegna missiónsvikuna á Sandi. Sangmøti 24. og 25. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Karl og Elidu Kenning [...] Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk Hestur: kl. 12, Heri Joensen. (Talvan gongur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi fyri Heimamissiónina) Sørvágur: altarg., Inga
(12-10) StÍF heldur framvegis fast um næst ovasta plássið á stigatalvuni, eftir at teir sunnudagin vunnu heimadystin móti Kyndli. Rættiliga javnt leikaði á allan dystin, men burtursæð frá fyrsta korterinum ella [...] ella so, so var tað alla tíðina heimaliðið, sum átti munin. Teir sóu eisini út til at hava tamarhald á støðuni, og hóast Kyndil royndi at trýsta, so máttu teir bara ásanna, at strandingar í løtuni eru tað [...] um hetta letur seg gera Fyri heimaliðið skutu John Petersen og Costin Dumitrescu 7 mál hvør, meðan Bjarni Wardum skeyt 8 mál fyri gestirnar
fatur á Kyndli. Seinastu 20 minuttirnar undan steðginum skoraði Kyndil bert trý mál (harav tvey brotskøst), og strandingar fóru tí spakuliga upp á javnt, og síðani fram um gestirnar. StÍF hevði tak á Ringi [...] dystin á Skála, um strandingar ikki skuldu sleppa leysir av Kyndli. Fyrstu løtuna av dystinum var heldur ikki líkt til, at Kyndil ætlaði at lova vertunum nakað sum helst. Teir løgdu stóran dent á verjupartin [...] hildið seg á beinkinum, haðani hann royndi at stýra sínum monnum, men tað var tó greitt, at her máttu evni hansara sum hondbóltsleikari eisini koma upp í part. Hetta setti beinan vegin meira ferð á álopsspælið
føroysk feløg, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, tá hann í síðstu viku svaraði einum fyrispurningi fra Dan R. Petersen um ognarviðurskiftini í alivinnuni. Bjarni Djurholm sigur, at [...] burturav á Fiskaaling. Myndugleikarniar arbeiða í løtuni við at savna saman allar upplýsingar um ognarviðurskiftini í alivinnuni undir einum, og hetta arbeiðið verður liðugt um stutta tíð. Bjarni Djurholm [...] hann spyr, um landsstýrið ger nóg mikið fyri at koma strámannavirksemi til lívs. Í svarinum sigur Bjarni Djurholm, at Vinnumálastýrið arbeiðir miðvíst fyri at dagføra sína vitan, og hann heldur, at innlitið
fyritøkur, sum taka sær av ferðafólkaflutninginum í Føroyum. Tað er landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, sum hevur lagt uppskotið fram, og løgtingið fer í dag at viðgera ætlanina hjá landsstý [...] sigur landsstýrismaðurin. Fáa alment ískoyti Hinvegin eru ikki nógvar farleiðir, hvørki sjóvegis ella á landi, sum kasta nakað av sær í dag. Flestu farleiðirnar geva stór undirskot, og tí kann ikki roknast [...] til privat at reka við einum ískoyti frá tí almenna. Landið skal eggja privatum til eisini at taka á seg hesar farleiðirnar. Eisini skal verða møguleiki fyri at teingja farleiðir, sum geva undirskot, saman
meintu vónir til einkis. Eftir fáum minuttum vóru eini seks mál á muni, og eftir hetta gjørdist talan ongan tíð um nakran spennandi dyst. Bjarni í hopla Tað, sum serliga var munurin millum liðini í fyrra hálvleiki [...] eisini tann fyrimunin, at Bjarni Wardum var í tí heilt góða lagnum hesa løtuna, og tá so er, kann tað snøgt sagt verða líka mikið, hvør tað er, sum verjir mótstøðumálið. Bjarni fær hasi har 10-15 málini [...] hansara ikki fáa so nógv burtur úr. Kyndil stýrdi Seinna umfarið høvdu gestirnir fingið betri tak á verjupartinum, og vóru teir nú betri førir fyri at fylgja við kyndilsmonnunum, soleiðis at munurin ikki
Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen Argir: kl. 11, Ingolf Henoch Pedersen Kaldbak: kl. 12, altarg., Bjarni Bæk Kollafjørður: kl. 12, Marjun Bæk Vestmanna: (Talvan gongur fyri Heimamissiónina) Haldarsvík: [...] Mánadagin kl. 20 bønarskúlin. Týsdagin kl. 20 ítriv til frama fyri missión. Møtiskráin hjá Filadelfia sæst á heimasíðu okkara: www.filadelfia.fo Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 17 møti [...] at fáa aftaná møti. Mánakvøldið kl. 19 verður LU-arbeiðið. Opið kvøld, kl. 20 venur Manskórið. Rhema á Hálsi Leygarkvøldið verður onki ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Frelsunarherurin
elag aðalfund, og á hesum fundi vórðu nýggj fólk vald í nevndina. Jógvan Lützen og Heðin Jóhannesen avloysa Símun Petur Sólheyg og Símun Dahl. Umframt teir eru Hanus Poulsen, Bjarni Ziska Dahl og Mildrid [...] Fornminnasavn, har tveir savnsvørðar starvast. Grava á Borðoyavík Í rakstrarætlanini fyri 2001 eru pengar settir av til at gera grevsturin niðri í Toftum á Borðoyarvík lidnan. Har eru toftir frá miðøldini [...] vn og Klaksvíkar kommunu fyri at kanna, um møguleiki var at loysa bátin Nólsoyar Páll frá savninum á ein ella annan hátt. Bæði Føroya Fornminnissavn og Klaksvíkar kommuna ynsktu, at Norðoya Fornminnasavn
hava eitt skip, sum lyftir samferðsluna til meginøkið upp á eitt væl hægri støði, enn hon nú er á. Og sum ein av nevnarlimunum, Viberg Sørensen á Tvøroyri segði. ? Vit hava longu eitt skip, sum kann sigla [...] er ongin avgerð tikin. Ongin vil siga nakað serligt um málið, men tað skilst á øllum brøgdum, at landsstýrislimir eru ójavnir á málið um, hvat skip skal byggjast.Tí er tað rættiliga óvist, hvussu skipið [...] landsstýrismaðurin í vinnumálum, vilja siga nakað um, hvat skip mælt verður til at byggja. Men tað skilst á ymsum keldum, at Strandferðslan hevur hugsað nógv um, at tað skal bera til at fáa túratalið upp, tí