Klaksvík: Fríggjadagin hevði Norðoya Fornminnafelag aðalfund, og á hesum fundi vórðu nýggj fólk vald í nevndina.
Jógvan Lützen og Heðin Jóhannesen avloysa Símun Petur Sólheyg og Símun Dahl.
Umframt teir eru Hanus Poulsen, Bjarni Ziska Dahl og Mildrid Petersen í nevndini. Nevndin hevur ikki skipað seg enn, men Hanus Poulsen var formaður.
Norðoya Forminnafelag eigur og rekur Norðoya Fornminnasavn, har tveir savnsvørðar starvast.
Grava á Borðoyavík
Í rakstrarætlanini fyri 2001 eru pengar settir av til at gera grevsturin niðri í Toftum á Borðoyarvík lidnan. Har eru toftir frá miðøldini at finna.
Arbeiðið byrjaði í 1969 og helt í fyrstu syftu fram til 1972. Síðani var einki gjørt fyrr enn í 1989 og 1990, og nú ætlar Norðoya Fornminnasavn, at grevsturin skal gerast liðugur í ár.
Tað er Føroya Fornminnissavn, sum stendur fyri arbeiðnum, men Norðoya Fornminnasavn er sinnað at verða við í arbeiðnum fyri at fáa tað liðugt.
Ætlaðu at tyrva
Í fjør fekk Norðoya Fornminnasavn annars at vita frá Føroya Fornminnissavni, at ætlanin var at tyrva útyvir toftirnar niðri í Toftum, og harvið enda rannsóknirnar har.
Hetta skuldi gerast, tí so long tíð var liðin, síðani toftirnar vóru rannsakaðar, og eisini tí at økið mátti latast eigarunum aftur.
Norðoya Fornminnasavn mótmælti, at útgrevsturin varð tyrvdur, áðrenn øll rannsókn var liðug.
Í samrøðum víðari við Norðoya Fornminnasavn, hevur Norðoya Fornminnasavn fingið at vita, at tyrvingin møguliga verður slept, og at rannsóknin helst verður uppafturtikin og gjørd endaliga liðug í ár.
Nólsoyar Páll
Norðoya Fornminnasavn setti seg í fjør í samband við Føroya Fornminnissavn og Klaksvíkar kommunu fyri at kanna, um møguleiki var at loysa bátin Nólsoyar Páll frá savninum á ein ella annan hátt.
Bæði Føroya Fornminnissavn og Klaksvíkar kommuna ynsktu, at Norðoya Fornminnasavn framhaldandi hevði bátin undir sær, og hesir stovnar vilja hjálpa til, um báturin gerst ov tung byrða fyri savnið.
Í fjør varð nýggjur teymur gjørdur til Nólsoyar Páll, so hann aftur liggur trygt, og motorurin hevur eisini verið gjøgnumgingin og er í góðum standi.