Navnabroyting
Fyrst at hon VITA Net, men mátti broyta navn, tá tað gjørdist greitt, at VITA margarin var eitt skrásett vørumerki, og at navnið tískil ikki kundi nýtast av øðrum Nýggja navnið gjørdist Alnót íblást av nýggja føroyska heitinum fyri internet.
Men hetta navnið hóvar ikki longur fyritøkuni, og í dag fær hon sítt triðja navn.
Navnið verður avdúkað, tá Alnót fyrrapartin í dag hevur móttøku í hølum sínum á Óðinshædd. Tá fer fyritøkan eisini at kunngera eitt høvuðssponsorat og sýna fram tann litin, sum føroysk fjarskiftisviðskiftafólk skulu kenna fyritøkuna aftur á í framtíðini.
Navnið dekkar ikki
At skifta navn er ikki ókent í fjarskiftisheiminum. Telefonverk Føroya Løgtings skifti navn til Føroya Tele, og fyrrverandi statsátta danska telefonverkið, ið fyri ikki so langari tíð síðan broytti navn til Tele Danmark, broytti í farna mánað aftur navn, hesuferð til TDC.
Men tað er ikki fyri at líkjast hesum fyritøkum, at Alnót nú ikki longur tímir at eita Alnót. Orsøkin er, at Alnót er vaksin burtur úr heitinum.
-? Alnót er ikki dekkandi fyri tað virksemi, sum vit fara í gongd við. Alnót er eitt orð fyri internet, men vit fevna um so nógv annað enn bara internet, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri á fjarskiftisfyritøkuni.
Navnið var sum so í lagi, tá tað var valt. Tá vóru ætlaninar við fyritøkuni fyrst og fremst at veita internetsamband. Men síðan tá eru nýggir eigarar komnir til við væl størri kapitali og ambitiónirnar eru blvnar meira umfatandi.
? Harafturat er tað eitt sindur ivasamt, um orðið alnót er eitt hóskandi føroyskt heiti at geva internetinum, so vit valdu bara at sleppa okkum heilt av við tað, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri.
Nýggja navnið er styttri, og sambært fyritøkuni meira fangandi, enn tað gamla.
Vilja hava fimtingin
Tá fyritøkan Alnót um ein ella hálvanannnan mánað fer á marknaðin við fastnettelefon-og internettænastum, er tað við tí fyri eyga at fáa ein stóran part av marknaðinum upp á stutta tíð.
? Okkara fyrsta mál er, at vit eftir einum ári skulu hava ein fimtapart av marknaðinum, sigur stjórin.
Í løtuni er talið á vanligum telefonfeløgum fimmogtjúgu túsund, og internetfelagarnir eru einir tólv túsund í tali. Talan er soleiðis um at í minsta lagi sjeytúsund viðskiftafólk skulu skifta fjarkiftisveitara, um Alnót skal røkka sínum máli. Harumframt ætlar fyritøkan sær eisini at bjóða út fartelefontænastur seinni í ár.
Tekniska útgerðin hjá Alnót er komin til landið og verður í løtuni sett upp og roynd og verður tikin alment í nýtslu so skjótt sum allir byrjunartrupulleikar eru beindir burtur.