StÍF hongur fast


 

StÍF-Kyndil 28-24 (12-10)


StÍF heldur framvegis fast um næst ovasta plássið á stigatalvuni, eftir at teir sunnudagin vunnu heimadystin móti Kyndli.

Rættiliga javnt leikaði á allan dystin, men burtursæð frá fyrsta korterinum ella so, so var tað alla tíðina heimaliðið, sum átti munin.

Teir sóu eisini út til at hava tamarhald á støðuni, og hóast Kyndil royndi at trýsta, so máttu teir bara ásanna, at strandingar í løtuni eru tað pettið betri.

Enn hava strandingar sostatt møguleika at taka vestmenningar aftur, men tað man tó vera ivasamt, um hetta letur seg gera


Fyri heimaliðið skutu John Petersen og Costin Dumitrescu 7 mál hvør, meðan Bjarni Wardum skeyt 8 mál fyri gestirnar