Um onkur situr inni við einari ætlan um at skipa fyri ferðafólkaflutningi um Leirvíksfjørð ella Suðuroyarfjørð ella busssambandi millum Tórshavn og Fuglafjørð, so verður høvi til at seta ætlanina í verk um stutta tíð.
Privatar fyritøkur skulu sambært einum nýggjum lógaruppskotið í mestan mun reka tænasturnar, sum Strandferðslan tekur sær av í dag. Strandferðslan, sum vit kenna hana í dag, fer í søguna, og í staðin skal stovnurin bert samskipa og umsita avtalur við privatar fyritøkur, sum taka sær av ferðafólkaflutninginum í Føroyum.
Tað er landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, sum hevur lagt uppskotið fram, og løgtingið fer í dag at viðgera ætlanina hjá landsstýrismanninum.
Uppskotið leggur upp til, at tænasturnar hjá Strandferðsluni skulu privatiserast í tann mun, tað er gjørligt. Farleiðirnar skulu bjóðast út, og privatar fyritøkur skulu so kappast um at sleppa at reka tær. Kappingin skal eftir ætlan minka um útreiðslurnar hjá tí almenna. Verður kapping um tænasturnar, so verða farleiðirnar bíligari at reka, væntar landsstýrismaðurin.
Fylgja samgonguskjalinum
Uppskotið hjá Bjarna Djurholm er í samsvar við samgonguskjalið, har tað stendur um samferðslukervið, at uppgávur kunnnu bjóðast út til privatar at røkja, har hetta gevur fíggjarligan og tænastuligan fyrimun.
Og fyrimunir eru við at lata privatar fyritøkur reka tænasturnar, heldur landsstýrismaðurin. Hvussu nógv fara at halda seg til at reka sjóvegis farleiðirnar , ber ikki til at siga, fyrren ein útbjóðing hevur verið, men viðvíkjandi Bygdaleiðum hevur Strandferðslan royndir við privatum flutningi. Strandferðslan væntar, at útreiðsluvøksturin verður tálmaður við umleið tveimum milliónum, um kapping verður um farleiðirnar. Og tænastustøðið fer ikki at versna, roknar Strandferðslan við.
Ætlanin er, at fleiri farleiðir skulu bjóðast út undir einum, og hetta hevur fyrimunir við sær bæði fyri tann privata og tað almenna, sum bjóðar farleiðirnar út. Soleiðis, sum busskoyringin er skipað í dag, eru eingir stórrakstrarfyrimunir, tí í flestu førum er talan um einmansfyritøkur við bert einum bussi. Um ein fyritøka røkir fleiri farleiðir, so gevur hetta nakrar stórrakstrarfyrimunir viðvíkjandi kapasiteti, fyrisiting, innkeypi og viðlíkahaldi, sum ikki eru til staðar í dag, sigur landsstýrismaðurin.
Fáa alment ískoyti
Hinvegin eru ikki nógvar farleiðir, hvørki sjóvegis ella á landi, sum kasta nakað av sær í dag. Flestu farleiðirnar geva stór undirskot, og tí kann ikki roknast við, at privatar fyritøkur fara at halda seg til, tá undirskotsfarleiðirnar skulu bjóðast út.
Men her hevur landsstýrismaðurin eina gularót. Í slíkum førum skal landið bjóða farleiðirnar út til privat at reka við einum ískoyti frá tí almenna. Landið skal eggja privatum til eisini at taka á seg hesar farleiðirnar. Eisini skal verða møguleiki fyri at teingja farleiðir, sum geva undirskot, saman við farleiðum, sum geva yvirskot.
Tað verður kortini ikki so, at farleiðir, sum privat ikki hava áhuga í, verða niðurlagdar. Hesar skal Strandferðslan framvegis reka.
Annars er endamálið við lógini at minka so nógv sum gjørligt um virksemið, sum Strandferðslan í dag hevur. Endamálið er, at Strandferðslan skal eiga so fáar bussar og skip sum gjørligt, og í staðin skal stovnurin virka sum ein samferðslueind. Stovnurin fær ábyrdina av at gera og røkja sáttmálar við privatar fyritøkur og annars syrgja fyri, at ferðaætlanin er so góð sum til ber.
Uppskotið hjá Bjarna Djurholm hevur verið til hoyringar hjá nógvum ymiskum stovnum og feløgum. Flestu teirra taka undir við uppskotinum, og tað er bert Starvsmannafelagið, sum av álvara finst at ætlanini.
Um mótstøðan verður líka lítil í løgtinginum, fæst at vita á tingfundinum í dag.










