sigur, at tað møguliga verður framd onkur broyting í byrjunaruppstillingini til dystin ímóti Portugal. Ikki tí at allir ikki gjørdu tað nóg gott, men tí at onkur hevur trongd á hvíld. - Tað er eingin ivi [...] ein løta, har vit ikki fáa hildið fast, men hetta var eitt fantastiskt avrik, og leikararnir gjørdu tað gott. Tá ið vit fingu fatur á bóltinum, vóru vit førir fyri at spæla okkum til málmøguleikar. Vit [...] Vit kundu skotið eitt ella tvey mál afturat. Vit fingu teir at renna eftir okkum, og tað havi eg ikki sæð fyrr, segði Lars Olsen við Rás2 eftir dystin. Hóast Bárður J. Hansen spældi ein rimmar dyst í ja
og starvsfelagarnar verður mangan tikið til, at ein sjúkrabilsføðing er ein trygg og góð føðing. - Orsøkin er, at tá ið tað gongur so skjótt fyri seg, at vit ikki náa á Landssjúkrahúsið áðrenn, so merkir [...] Ketty Poulsen úr Klaksvík átti mikudagin ein vælskaptan son í sjúkrabili, ávegis til Havnar. Meðan tað helst ljóðar sum ein ótrygg støða fyri mong, so letur Ketty Poulsen sera væl at hendingini. - Bæði [...] Sjálvur hevur hann fýra ferðir verið í sjúkrabilinum og tikið ímóti børnum. - Vit ringja vanliga til ljósmøðurnar og heita á tær um at koma í móti okkum. Tað plagar at ganga fínt, staðfestir Regin Mortensen
sum sóknaprestur í Fuglafjarðar prestgjaldi. Hon er uppvaksin í Rødding í Suðurjútlandi, men flutti til Føroya fyri at byrja sína yrkisleið sum prestur. Nú skrivar hon sínar prædikur í Fuglafirði á føroyskum [...] lívið sum vit kenna tað í dag, sigur Anne Mette. Av tí at fólkakirkjan í dag fevnir sera breitt í mun til gudfrøðina, er neyðugt, at øll fáa møguleikan at kenna seg heima, sama hvar vit eru í tí kirkjuliga [...] tí hon ger høvuðsboðskapin skilligan fyri øll. Øll eru vælkomin Prædikurnar hjá Anne Mette plaga ikki at innihalda ein politiskan boðskap. Men fyri tað dugir hon væl at ímynda sær støður, har ein politiskur
mun til, hvat íbúðirnar annars hava staðið til sølu fyri. Men afturfyri hava vit selt nógvar íbúðir í senn. Tí halda vit okkum hava gjørt ein góðan handil, sigur John Rajani. Avslátturin, í mun til søl [...] um 15 til 16 prosent. Sambært sølulistanum hjá felagnum á Heimasta Horni, eru í dag 24 íbúðir eftir at selja. Hesar eru spjaddar yvir hinar seks íbúðarblokkarnar. John Rajani ynskir í løtuni ikki at gera [...] gera viðmerkingar til, hvussu sølan til Bústaðir ávirkar roknskapin hjá BankNordik. Hoyr samrøðu við Andras Róin, stjóra í Bústaðum, við at TRÝSTA HER .
ávegis út úr fíggjarkreppuni. Men, okkum vantar framvegis at fáa øll við - ella, vit eru enn ikki komin har til, at framburðurin og menningin síggjast aftur og merkjast í øllum samfelagsløgunum. Tað sigur [...] aftrat til tey miðal- og lágløntu, og at vit harvið gerast enn meira kappingarfør á skattaøkinum. Tað eru framvegis alt ov nógvar lønir, ið verða skattaðar uttanlands. Í nógvum førum ber tað til løgfrøðiliga [...] flyta hesar lønir heim til Føroya at verða skattaðar, men tað hendir bara, um skipanin er kappingarfør. Løgtingsmaðurin ásannar, at so langt rakk fyrra skattaumleggingin tíverri ikki. - At enda ynski eg,
forseti í ítróttarsambandi Føroya. Hon kann ikki siga ítøkiliga hvat hon fer at siga í røðuni, men hon fer at taka útgangsstøði í evninum felagsskapur. - Eg haldi ikki mann kann siga, at eg fari at prika nakran [...] nakran, men onkur áheitan fer nokk út til politikkarar og onnur, at stuðla undir felagsskapir so nógv sum gjørligt, tí tað hevur stóran týdning. Ikki minst samfelagsliga, sigur Elin H. Joensen. Ólavsøkan [...] - Tað kennist sum ein heiður at seta ólavsøkuna og eg má siga, at eg hevði ikki roknað við tí. Mann verður eisini bara spurdur hesa einu ferðina, so eg mátti siga ja. Tað sigur Elin H. Joensen, sum seinni
fokus er á røkt, sigur Turið Jacobsen. - Vit hava eina etiska skyldu til at boða frá, tá tey eldru ikki fáa ta tænastu, ið tey hava rætt til, sigur Turið Jacobsen. Hoyr alla samrøðuna við Turið Jacobsen niðanfyri [...] eldraøkið í høvuðsstaðinum, handa í dag mótmælisskriv móti ætlaðu sparingunum. Skrivið verður handað, bæði til borgarstjóran í Havn og landsstýriskvinnuna í almannamálum. - Í mótmælisskrivinum stendur, at vit mótmæla
um ungar kvinnur og teirra ævintýr innan stóri kærleikin vísir seg á pallinum. Tær vilja ikki síggja nakað til menn, men báðar koma at uppliva nakað heilt annað. Beiggi Iris Graham (Jude Law) bankar [...] líkist eitt sindur ov nógv eini 10.000 øðrum hálvvánaligum filmum um sama evni og kemur ikki hálvan skógv í mun til ”When Harry Met Sally”, ”Sleepless in Seattle” ella ”Casablanca”. 2 stjørnur av 6. [...] enn einaferð. Hetta er ein sterk manning, sum er við í filminum, so sum Cameron Diaz (sum kaska ikki er ein góður leikari, men mest er eitt pyntiligt innslag), Kate Winslet, Jude Law og hin altíð so
Viking er á veg til lands í Noregi við fullari last av rækjum, 450 tonsum. Skiparin, Bjarni Petersen, sigur við In.fo í kvøld, at hetta hevur verið ein langur og møðsamur túrur, sum hann tekur til. Arctic Viking [...] desember, og teir byrjaðu at fiska í russiskum sjógvi. Men, her var steinoyði, og myndugleikarnir vildu ikki lova skipinum at fiska har, sum rækjurnar vóru. Á túrinum annars hava teir havt stórar trupulleikar
Fuglafirði. Nú er ikki neyðugt hjá fólki at koyra so langt, tá málingin skal keypast. Fyrr skuldu tey til Runavíkar, men nú er máling at fáa nærri enn tað. Ísinkram og laksur Tað stóð annars ikki máling á nøkrum [...] tað júst laksurin sum á ein hátt gav Símini startskotið til at byrja við søluni av máling. Neyðugt við handli Sum flestum kunnugt hevur alivinnan ikki gingið so væl tey seinnu árini. Hetta sóu teir eisini [...] Hóast stutt er fráliðið so er kortini líkt til, at fólkið í býnum og har í nánd eru fegin um henda nýggja handilin. - Jú, undirtøkan hevur verið góð. Eg visti ikki, hvat eg kundi væntað at kundum. Men eg