- Tað kennist sum ein heiður at seta ólavsøkuna og eg má siga, at eg hevði ikki roknað við tí. Mann verður eisini bara spurdur hesa einu ferðina, so eg mátti siga ja.
Tað sigur Elin H. Joensen, sum seinni í dag skal seta ólavsøkuna. Elin Joensen hevur í nógv ár myndað føroyska ítróttarlívið og í dag situr hon sum sum forseti í ítróttarsambandi Føroya.
Hon kann ikki siga ítøkiliga hvat hon fer at siga í røðuni, men hon fer at taka útgangsstøði í evninum felagsskapur.
- Eg haldi ikki mann kann siga, at eg fari at prika nakran, men onkur áheitan fer nokk út til politikkarar og onnur, at stuðla undir felagsskapir so nógv sum gjørligt, tí tað hevur stóran týdning. Ikki minst samfelagsliga, sigur Elin H. Joensen.
Ólavsøkan verður sett í dag kl. 14 á Vaglinum.