Tað var hin 29. desember í fjør, at Annfinnur Garðalíð varð valdur til nýggjan formann í Føroya Skipara-og Navigatørfelag. Hann var ikki heima, tá felagið hevði aðalfund, men var staddur umborð á skipi sum stýrimaður í Noregi. Í nevndini undan hesari var Annfinnur næstformaður.
- Ringt varð dúgliga til mín undan valinum, tí eg stóð fyri vali, og eg valdi at stilla uppaftur. Men, eg varð so uppringdur aftur, tí nú varð eg vorðin fyrst valdur. Tað føldi eg sum eina álitisváttan. Eg varð eisini spurdur, um eg vildi taka av at gerast formaður í felagnum, nú fyrrverandi formaðurin, Eyðstein Djurhuus, hevði boðað frá, at hann stillaði ikki uppaftur, hvørki til nevdarval ella formansval.
Í samrøðu við Nærvarpið í Vestmanna herfyri greiddi Annfinnur Garðalíð, sum sjálvur er vestmenningur, frá, hvussu tað kendist at vera valdur til formann í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
- Mær dámar væl slíkt fakfelagsarbeiði, og eg haldi, at tað er ein fantastiskur møguleiki, eg nú havi fingið at standa á odda fyri felagnum. Her eru nógvar avbjóðingar, og tað er greitt, at slíkt fakfelagsvirksemi ikki altíð koyrir eftir skinnaranum. Neyðugt er at duga at finna semjur, og tað er greitt, at nógvar mýkingar verða, bæði so og so.
Hann vísir á, at slíkt arbeiði fer at krevja nógva orku og fer at taka nógva tíð.
- Felagið hevur nýliga staðið yvirfyri einari stórari avbjóðing í samband við strandferðslumálið, har eisini limir hjá okkum arbeiddu 1. jóladag undir protest. Spurningurin um samsýning fyri sigling 1. jóladag endaði í gerðarrættinum, og hetta málið er ikki liðugt enn.
Annfinnur Garðalíð sigur, at beint nú standa eisini samráðingar við Reiðarafelagið fyri føroysk fiskiskip fyri durum, og í kjalavørrinum av hesum koma so samráðingarnar við Reiðarafelagið fyri føroysk farmaskip. So her verður nokk at tríva í.
- Nú eg varð valdur til formann í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, hevði eg verið í nevnd felagsins í eini seks ár. Men, tá tú gerst formaður og skalt sita við stýripinninum, eru nógv ymisk ting og viðurskifti at taka atlit til. Sjálvandi er tað lættari sum nevndarlimur at sita rundan um fundarborðið og annaðhvørt vera fyri ella ímóti tí, sum er til umrøðu.
Hann vísir á, at sum formaður beint fyri nýggjar samráðingar noyðist tú eitt nú at sita og skriva samráðingarupplegg, og eitt samráðingarupplegg er ikki bara sum at siga tað.
Annfinn sigur, at sum formaður skalt tú halda teg til paragrafir og stykkir, og tú hevur eina sjómanslóg at ganga eftir. Her er nógv at taka hædd fyri, og samráðingaruppleggið skal verða orðað ógvuliga væl, um tað ikki skal verða feiðað av borðinum.
- Tá uppleggið so er handað, er tað lukkað, og tá ber ikki til at koma við meira. Hevur tú tá gloymt nakað, sum er rættiliga týðandi, er tað ikki gott, sigur Annfinnur Garðalíð, nýggjur formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.