Ársins leiðari
- Tá ið eg bleiv spurdur, helt eg, at tað kundi gera tað sama, um eg stillaði upp sum "ársins leiðari", tí eg fór ikki at verða valdur kortini. Eg helt, at tað eru aðrir leiðarar, sum høvdu henda heiður betur uppbornan enn eg. So, eg hugsaði ikki meira um tað, og eg atkvøddi heldur ikki sjálvur. Eg helt tað ikki vera rætt at atkvøða, tá ið eg sjálvur var í uppskoti.
Lítillátin er hann um heiðurin, sum honum varð tillutaður á "Ársins leiðaradegi", ið Synergi skipaði fyri á Hotel Føroyum hósdagin.
Ovfarin
- Eg eri avgjørt ovfarin, tí hetta hevði eg slett ikki væntað, sigur Magni Arge, sum beint eftir, at hann varð kosin "ársins leiðari", noyddist av Hotel Føroyum fyri at náa flogfarið til Danmarkar.
Stjórin í Atlantsflogi viðgongur, at hetta er eitt herðaklapp, sum hann sjálvsagt er ógvuliga fegin um, men leggur í sama andadrátti aftrat, at hann tekur hetta sum ein heiður til øll tey starvsfólk, sum hava borið Atlantsflog fram til tað, sum felagið er í dag.
- Tað er okkara felags avrik, sum liggur til grunds fyri
hesum ? í nógv størri mun enn eg, sum einstakur persónur.
Magni vísir á, at ein leiðari og eitt arbeiðspláss eru "tvær síður av somu søk", sum hann tekur til.
- Eg ivist onga løtu í, at tað er okkara felags avrik, sum liggur til grunds fyri hesum, sigur hann.
Aðrir leiðarar
Hann heldur, at hann kundi havt gjørt nógv ting betur, enn hann hevur gjørt, og soleiðis vil tað nú altíð vera.
- Alt kann gerast betur, og tað má vera málið hjá okkum øllum at gera okkum betur, sigur Magni og heldur fyri, at aðrir leiðarar ? líka so væl sum hann sjálvur ? ivaleyst høvdu havt uppiborið heiðurin sum "ársins leiðari".
Í skemti, sigur hann seg ivast í, um hann hevði verið kosin "ársins leiðari", um hansara egnu starvsfólk høvdu talað.
- Eg trúgvi ikki, at hesin heiður byggir á intern viðurskifti, men meira á tað, sum felagið við teimum starvsfólkum, sum eru grundarlagið undir øllum, hava avrikað, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, í stuttari viðmerking úr Keypmannahavn.