arbeiðgevara greitt fingið at vita, at farðast skal eftir hesi skipan. Skipanin við øllum hesum stjórunum kom í kjalarvørrinum av New Public Management og hevur víst seg at verða eitt klokkuklárt [...] virkseminum hevur lagt upp til eina skipan sum kann lyfta alla urologiina í Føroyum upp á eitt tryggt støði. Hann hevur í hesum sambandi fyri nógvum árum síðani (stuðlaður av Heilsumálaráðnum) gjørt eina [...] eitt lítið sjúkrahús við sera avmarkaðum førleikum. Á sama hátt sum KS og SS. Munurin er bert, at vit á KS og so vítt eg veit eisini á SS eru púra greið yvir okkara avmarkingar, arbeiða eftir hesum
hevur landsstýriskvinnan um betringar í verandi skipan fyri at tryggja, at sjúklingar og avvarðandi fáa eitt betri og tryggari grundarlag, tá tey noyðast av landinum? Hvat verður gjørt fyri at styrkja og [...] partur av løntakarum í Føroyum hava rætt til fulla løn undir sjúku. Rætturin er staðfestur í starvsmannalógini, men eisini eru nakrir sáttmálar, ið geva hendan rættin. Tey, sum sostatt eru fevnd av star [...] fáa dagpening frá fyrsta fráverudegi. Dagpeningur vegna sjúku er 100 prosent av lønarmissinum, tó í mesta lagi 80 prosent av løn, sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag
lutfall av haganum. Óðalsjørðin er umleið 45% av markatalinum, meðan kongsjørðin er á leið 55%. Festarar av kongsjørð eru javntsettir við óðalseigarar í øllum lutum í sambandi við lunnindi og brúkið av haganum [...] hóskandi samsýning fyri brúkið av teirra lendi. Á henda hátt tryggja vit bygdunum ein munandi størri ágóða av ferðavinnuvirkseminum, enn hesar fáa í dag, har tað mesta av vinninginum endar hjá teim stóru [...] nu í Føroyum. Ein beinleiðis avleiðing av hesum er, at trýstið á føroysku náttúruna er vorðið ovurstórt í nøkrum økjum, eins og ávísar bygdir eru hart raktar av ferðavinnuni. Harafturat er ferðslan í haganum
upplýsingar. - Vit spyrja um navn og føðingardag og so skráseta vit nummarið á byrsuni, Hvat síðani verður av byrsuni, vita vit einki um. Hann sigur, at sum hann hevur skilt tað er ætlanin, at hevur onkur hug [...] aftur í handilin við váttanini um, at hann er góðkendur til at keypa hesa ávísu byrsuna. Smidlig skipan Ólavur Weihe sigur, at tey eru einaferð biðin um at koma á fund við Rættarnevndina hjá Løgtinginum [...] dag eru summarluftbyrsur líka kraftigar, sum ein rifla. Men hann vísir eisini til, at lógin um knívar av ymsum slagi, eigur eisini at verða dagførd. Hinvegn dugir Tønnis Wardum ikki at síggja nakað endamál
vísindaligu krøvini? Og tað sama er galdandi tá vit, sum sjúkrarøktarfrøðislesandi fara í starvsvenjing. Av 4 árum verða gott 1½ ár brúkt í starvsvenjing. Hetta setur bara ikki stór krøv til Setrið at finna [...] nøkulunda at kenna til alt virksemi á sjúkrahúsinum. Havi samstarva við fleiri fakbólkar og stovnar eisini. Av tí at sjúkrahúsið er so lítið, hevur spennið verið vítt, og havi eg verið noyddur til at fyrihalda [...] men spurningurin er um at fáa læknar at búseta seg í Suðuroy. Eg havi bert positivt at bera hesa skipan, tí at sami lækni, sær sjúklingarnar yvir eina heila viku, og kann tí nokk fylgja sjúklingunum betur
Og eisini í Føroyum eru røddir, sum taka undir við hesum hugsanum og sum meta núverandi skipan vera ótíðarhóskandi og ikki til frama fyri børn og skúla. Í Danmark er tað serundirvísingin og børn við serligum [...] sálarfrøðingurin ístaðin komu í flokkarnar og hjálptu lærarunum, høvdu næmingarnir ikki fingið kensluna av at kenna seg býttar og teir høvdu møguliga ikki lagt til merkis, at teir fingu serundirvísing, verður [...] óivað broytingar, sigur Magnus Hansen um sínar royndir sum skúlastjóri á Sernámsdeplinum. - Okkurt av hesum, sum er frammi í føroyska kjakinum nú, var uppi fyri tveimum árum síðani, men tað er bara einki
at hetta er Heystframsýningin, sum uttan iva er nógv tann besta av felagsframsýningunum av føroyskari myndlist í løtuni, um so einstøk av teimum framsýnandi listafólkunum ikki heilt liva upp til tað høga [...] lutfalsliga rúgvusmikil, men tó so fyrimyndarliga væl skipað, at einki av listaverkunum tykist órógvað av øðrum verkum. Henda greiða skipan er galdandi fyri bæði uppheingingina í Listahøllini á Skipasmiðjuni [...] hjá Anker Mortensen eru bygdar upp av mongum løgum av máling, sum geva kensluna av dýpd, samstundis sum dentur verður lagdur á yvirflatan á málningunum við smáum, flykrandi, gulum og bláum pensilsstrokum
rættiliga vil tosa so nógv um, er, at nógvir garðar eru niðurbundnir av gamlari skuld. Hetta ávirkar virkisføri og møguleikan fyri at starta upp av nýggjum. Her átti landsmyndugleikin hugt uppá, um órealistisk [...] at bíða meir eftir loysnum, ið aldrin koma. Landbúnaður í Føroyum og útlondum. Landbúnaðurin er ein av súlunum undir øllum lívi á allari jarðarklótuni. Og í nógvum londum, ið vit dáma væl at samanlíkna [...] privata ogn í veð, fyri at fáa eitthvørt landbrúksvinnuligt upp at standa. Inntøkurnar til hesi lán koma av jørðini, ið hesir bøndur hava ræði á. Men hendan inntøkan er sera ótrygg í hesum tíðum, har ið jørð
Hann hevur gjørt virðiligar andlitsmyndir av útróðrarmonnum og traðarmonnum, skøldum og kvøðarum. Skal ein andlitsmynd takast fram, tá tað vera bronsumyndin av Vensili á Velbastað 1951, kanska mætasta verk [...] brutur tað villvaksandi runnakjarrið, ið av onkrari óskiljandi orsøk er plantað, so tað nærum fjalir minnisvarðan yvir V. U. Hammershaimb, hevði hann kortini sæst illa av J. C. Svabosgøtu, og inn um girðingina [...] krígslok komu tey heim aftur, miðvís og virkisfús. Tann gamli heimurin var farin í sor, nú skuldi byggjast av nýggjum. Føroyar skuldu verða frælsar, mennast vinnuliga, mentunarliga og politiskt, og verða tjóð
nógv at vera takksamur fyri. - Ein stórur partur av arbeiðnum við báðum tunlunum er gjørt av føroyskum fyritøkum, bæði tá ræður um ráðgeving og útinning av arbeiðnum. Tað hevur verið sera hugaligt at síggja [...] Sandoyartunlinum er gjørt av El-Service á Skála, og hetta er helst hin størsti el-sáttmáli, sum er gjørdur í Føroyum. - Sum skálamaður loyvi eg mær at vera eitt lítið sindur errin av hesum. ##med5## Sum skjótast [...] hornatónleikur og livandi sangtónleikur, sum settu sín serstaka dám á løtuna. Umframt at umboð fyri nakar av kommununum í Sandoynni søgdu nøkur orð, vóru eisini fleiri onnur, sum høvdu orðið. Tað var tunnilsstjórin