Tað var ein stór løta og ein stórur dagur, tá hátíðarhald var fyri Sandoyartunlinum, og tunnilin síðan læt upp alment seinnapartin hósdagin í farnu viku.
Eftir at út við 2000 fólk høvdu runnið, súkklað ella gingið gjøgnum tunnilin - ella undir havbotninum undir Skopunarfirði - var stórt hátíðarhald nakað innan fyri tunnilsmunnan í Traðardali.
Her vórðu fleiri røður hildnar, og her var bæði hornatónleikur og livandi sangtónleikur, sum settu sín serstaka dám á løtuna.
Umframt at umboð fyri nakar av kommununum í Sandoynni søgdu nøkur orð, vóru eisini fleiri onnur, sum høvdu orðið.
Tað var tunnilsstjórin, Teitur Samuelsen, sum beyð vælkomin. Løgmaður, Aksel V. Johannesen og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, hildu røðu. Nevndarformaðurin í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, Bergur Poulsen, helt røðu, sum vit fara at venda aftur til í hesi grein.
##med2##
Maðurin aftan fyri listaverkini og maðurin aftan fyri ljóðmyndina, sum kann hoyrast, tá tú koyrir gjøgnum tunnilin, ávikavist Edward Fuglø og Sunleif Leivsson Rasmussen, hildu eisini røður.
Heri Sverrason, borgarstjóri, helt røðu vegna Sands kommunu, og tað var Sunniva í Stovuni, sum helt røðu vegna Skálavíkar kommunu.
Hæddarpunktið á øllum hátíðarhaldinum var, tá borgarstjórin í Skopunar kommunu, Gerhard Lognberg, fekk heiðurin at kvetta snórin, sum alment læt Sandoyartunnilin upp. Gerhard gav sær góðar stundir. Hann dró grindaknívin upp úr slíðranum, og tað tók honum nøkur sekund at kvetta snórin.
Tað var ein ovurfegin borgarstjóri, sum veipaði við báðum ørmum og grindaknívinum á lofti, tá snórurin var burtur, og tunnilin nú alment var opin.
Fyrstur at fáa høvi at koyra gjøgnum tunnilin, eftir at snórurin var kvettur, var 90 ára gamli, Hermann Petersen í Skálavík, sum framvegis koyrir bil.
##med3##
Ein risa verkætlan
Í røðu síni segði nevndarformaðurin í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, Bergur Poulsen, at dagurin er ein gleðisdagur fyri Føroyar, sum við Sandoyartunlinum eru vorðnar munandi størri.
- Hetta er ein heilt serligur dagur fyri tykkum, sum búleikast í Sandoynni. Eg rokni ikki við, at tit rættiliga duga at ímynda tykkum, hvussu nógv lagaligari tað verður at búgva her nú. Tað verður spennandi at fylgja við, hvussu nýggja sambandið fer at menna Sandoynna.
Stjórin vísti á, at tað nú eru liðin hálvt tíggjunda ár, síðan almenna partafelagið, Eystur- og Sandoyartunlar varð stovnað. Tunlarnir vórðu tengdir saman í eitt partafelag. Roknað var við, at Eysturoyartunnilin fór at skapa so nógvar inntøkur, at hann eisini megnaði at gjalda íløguna í Sandoyartunnilin.
- Um eingin Eysturoyartunnil kom, kom heldur ongin Sandoyartunnil. Hetta skulu vit ikki gloyma, segði Bergur Poulsen, sum helt, at hetta var ein skilagóð og solidarisk skipan, sum gjørdi hesa risaverkætlan møguliga.
Roknað verður við, at um ikki so langa tíð fer felagið at megna at svara hvørjum sítt uttan landskassaveðhald. Hetta vísir, helt nevndarformaðurin fyri, at tá føroyingar standa saman, megna vit eisini stór tøk.
Bergur Poulsen kom í nevndina og gjørdist nevndarformaður í P/F Eystur- og Sandoyartunlar. Hann segði, at hetta kom eitt sindur óvæntað á hann, og hann hevði ikki gjørt sær so nógvar tankar um, hvussu stór henda verkætlan í veruleikanum var, og hvussu stór uppgávan fór at vera.
Kortini helt hann fyri, at hetta kanska var líka so frægt.
- Við hvørt skalt tú ikki hugsa ov nógv, men bara leypa út í tað. Hetta er jú ein risa verkætlan fyri eina so lítla tjóð sum okkara – ja, hon er so stór, at okkara grannar, serliga í Stórabretlandi, standa undrandi og eru rættiliga øvundsjúkir inn á okkum, at vit megna eina slíka uppgávu, sum tey ikki megna.
Nevndarformaðurin vísti á, at fyri at verkætlanin skuldi bera á mál, skuldi felagið sjálvt útvega sær útlendska fígging, og her var talan um nógvar pengar.
- Bert hetta var ein stór uppgáva. Tað var ikki so einfalt at sannføra amerikansk pensjónsfeløg um at læna okkum 2,6 miljardir krónur til nakrar fjarskotnar oyggjar mitt úti í Norðuratlantshavi, sum teir ongantíð høvdu hoyrt um áður.
Men, hetta gekk, legði Bergur Poulsen aftrat.
##med4##
Eru komin á mál
Nevndarformaðurin segði seg fegnast um, at verkætlanin nú er komin á mál.
- Báðir tunlarnir standa lidnir – til ætlaðu tíðina og til ætlaða kostnaðin. Hetta eru vit í nevnd og leiðslu sera glað og takksom fyri.
Hann vísti á, at leiðin fram til dagin, nú verkætlanin er fullførd, onkuntíð hevur verið eitt sindur knortlut.
- Vit fingu korona í 2020, sum gjørdi tað sera trupult at flyta arbeiðsfólk millum lond. Men, stjórin hjá okkum megnaði saman við landslæknanum og Pál Weihe at finna loysnir, soleiðis at arbeiðið ikki steðgaði upp. Seinni brast kríggj á í Ukraina, sum gjørdi, at tað bleiv truplari og dýrari at útvega ávísar vørur.
Bergur Poulsen ásannaði, at tað skulu nógv skilagóð fólk til fyri, at ein so stór og krevjandi verkætlan kann bera á mál.
- Sum nevndarformaður kenni eg eitt stórt takksemi til øll hesi fólk. Vit vóru heppin at fáa eina góða nevnd og eina sera góða leiðslu, sum megnaði og tordi at taka stórar avgerðir. Takk fyri gott samstarv øll hesi árini. Eisini ein tøkk til ráðgevarar og byggieftirlit. Tit hava gjørt eitt framúr arbeiði.
Ein tøkk fór eisini til Norconsult, sum hevur havt høvuðsprojekteringina um hendi og til Eivind Grøv, sum hevur verið hollur í ráðum øll árini.
Nevndarformaðurin vendi sær eisini til politisku myndugleikarnar.
- Ein slík verkætlan krevur fyrst og fremst politikarar, sum tora at taka stórar avgerðir. Tað høvdu vit, og tað hava vit. Hesi árini hava vit havt skiftandi løgtingslimir og skiftandi landsstýrisfólk at arbeiða saman við.
Hann vísir á, at fyrsti landsstýrismaðurin, sum nevndin samstarvaði við, var Jørgin Niclasen, sum setti nevndina og formannin. Síðan kom Hendrik Old, síðan Heðin Mortensen, so aftur Jørgin Niclasen, og seinasta árið hevur tað verið Aksel V. Johannesen, løgmaður.
- Tað hevur verið stuttligt og gleðiligt hjá okkum í leiðsluni at síggja tann uppbakning, vit hava fingið frá politisku skipanini og eisini embætisverkinum. Vit hava roynt regluliga at kunna um, hvussu arbeiðið hevur gingið, og vit hava fingið frið at arbeiða.
Hann segði, at hesi árini hava nevnd og leiðsla havt nógv samskifti og samarbeiði við nógvar almennar stovnar, og hetta samarbeiðið hevur gingið væl.
- Høvuðsarbeiðstakarin til hesa verkætan er NCC. Tað eru nú sjey ár síðan, at felagið kom upp í verkætlanina, og samarbeiðið við NCC hevur verið framúr. Teir hava gjørt eitt valaarbeiði.
Bergur Poulsen fegnaðist ikki minst um, at einki álvarsligt óhapp, sum hevur elvt til størri mansskaða, hevur verið í byggitíðini, og hetta er eingin sjálvfylgja, men nógv at vera takksamur fyri.
- Ein stórur partur av arbeiðnum við báðum tunlunum er gjørt av føroyskum fyritøkum, bæði tá ræður um ráðgeving og útinning av arbeiðnum. Tað hevur verið sera hugaligt at síggja, hvussu dugnaligar hesar fyritøkur eru, og eg rokni við, at henda verkætlan hevur verið við til at menna fleiri av hesum fyritøkum, soleiðis at tær saktans kunnu bjóða seg fram til aðrar stórar verkætlanir í framtíðini, eisini í útlondum.
Nevndarformaðurin nevndi eitt nú, at alt el-arbeiði í Sandoyartunlinum er gjørt av El-Service á Skála, og hetta er helst hin størsti el-sáttmáli, sum er gjørdur í Føroyum.
- Sum skálamaður loyvi eg mær at vera eitt lítið sindur errin av hesum.
##med5##
Sum skjótast til Suðuroyar
Í endanum av sínari røðu helt Bergur Poulsen fyri, at við so dugnaligum fólkum, sum hava verið saman um verkætlanina við Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum, er eingin trupuleiki at fara víðari við einum undirsjóvartunli til Suðuroyar.
- Lat okkum byrja sum skjótast, vóru seinastu orðini hjá nevndarformanninum.















